Barnaprix: Sangkapping fyri tey smáu

Í august ferður fyrsta innleiðandi umfariðð í sangkappingini, »Barnaprix2002«, sum er sangkapping fyri børn í aldrinum 7-14 ár

Í september mánaði í ár verður tað fyrsta innleiðandi umfarið í sangkappingini "BARNA PRIX 2002".
Tað verður ein tann stórsta kappingin fyri børn, ið hevur verið í Føroyum, og aldursbólkurin, kappingin er ætlað, er 7-14 ár. Tilfarið, sum sungið verður, er alt á føroyskum. Tað ber til hjá áhugaðum at geva teirra boð uppá, hvørji løg skulu verða við í kappingini "BARNAPRIX2002"
Sí bløðini og www.barnaprix.fo í august.
Byrjað verður í Badmintonhøllini í Havn, sum er fyrsta undankapping av sjey, sum verða kring landið í heyst. Finnast skulu bestu barnasongrøddir, sum fáa høvi at luttaka í stóru finalini, sum verður í høllini á Kambsdali í desembur 2002. Í samband við kappingina verður eisini fløga útgivin, har finalistarnir eru við. Vinnarin sleppur at syngja vinnaralagið saman við yrkistónleikarum inn á fløguna.
Navnframi James Olsen, ein av okkara fremstu tónleikarum, verður frásøgumaður fyri "Barnaprix2002".
Luttakarar fáa møguleikan at luttaka í einum ókeypis skeiði í mikrofonteknikki v. m. James Olsen stendur fyri hesum tiltakinum.
Vinnarin av kappingini fær eina peningagávu og sleppur saman við hinum finalistunum á fløgu, sum kemur út til jólar.
Tey, ið luttaka í kappingini, "Barnaprix2002", hava 25 løg at velja millum at framføra, løgini eru øll á føroyskum. Meira fæst at vita um kappingina á www.barnaprix.fo. í august.