B68 snávaði

Við javnleikinum í Hvalba mistu toftamenn týðandi fet í oddastríðnum, og so tóku sandoyingar alt fyri eitt av, soleiðis at teir nú eru á odda

2. deild

Tað hevur gjøgnum alt kappingarárið verið ein staðfesting, at dysturin um uppflyting til Formula-deildina einamest hevur staðið millum B68 og B71. B68 var annars stórfavorittur til hetta undan kappingarárinum, men sandoyingarnir hava víst seg at hanga í alla tíðina, og leygardagin sluppu teir loksin heilt upp á toppin.
Fortreytina fyri hesum skaptu sandoyingar sjálvir, tá teir á heimavølli tóku ímóti botnliðnum, GÍ. Her var ongan tíð nakar ivi um, hvønn vegin dysturin skuldi fara, og við einum 5-0 sigri staðfestu sandoyingarnir, at teir eru ikki lættir at fáast við. Og ikki minst, so mundi tað gera lagið enn betri, at Jónsvein Thomsen nú er aftur á liðnum, eftir at hann hevur verið burturstaddur størsta partin av árinum.
Og lagið skuldi gerast enn betri hjá sandoyingunum, tá tað stóð greitt, at toftamenn høvdu mist stig í Hvalba. Royn hevur annars fingið millum lítið og einki burtur úr síðani tey bæði fyrstu umførini, og tí varð ikki roknað við, at toftamenn skuldu fáa stórvegis trupulleikar av dystinum.
Hvalbingarnir royndust tó sera væl, og eftir at Gisli Sveinbjørnsson fyri steðgin hevði lagt teir á odda, hildu teir bara fastari og fastari um leiðsluna.
Toftamenn royndu í sínum lagi at flyta nógv fólk fram, men hetta tóktist nyttuleyst, inn til innskifti Jacobsen móti dystarenda fekk skotið teir upp á javnleikin, sum hóast alt gav eitt stig av sær.
Tað merkir, at B71 og B68 nú eru jøvn í stigum, men tá B71 vann fyrra dystin millum liðini, eru teir í løtuni oddalið. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað nú tykist enn meira sannlíkt, at tað verður dysturin á Sandi millum B71 og B68, sum fer at verða avgerandi fyri, hvørt av teimum skal vinna sær rættin til beinleiðis uppflyting.

Sumbingar móti bjarging
Tey bæði liðini, sum stríðast um bronsumerkini, eru FSV04 og AB, og tey gjørdu sína skyldu um vikuskiftið.
Vágamenn vunnu ikki minni enn 9-1, tá LÍF var á vitjan leygardagin, og serliga var tað Birgir Joensen, sum gjørdi um seg í hesum dystinum.
Argjamenn gjørdu eitt legg í Gundadal, har teir spældu móti B36, og her eydnaðist tað argjamonnunum at fáa fulla úrtøku við einum 3-0 sigri. B36 kom sjáldan veruliga við í dystin, og tá teir so eisini fingu mann riknan av vølli, stóð teimum flestu greitt, at her vendist ikki.
Seinasti dysturin var í Sumba, har heimaliðið fekk trý sera týdningarmikil stig, tá HB var á vitjan. Sumbingar hava fyri tað nógva verið í tyngra endanum av stigatalvuni, men við sigrinum syrgdu teir í øllum fyri, at munurin niður til strikuna varð nakað størri.

Royn-B68 1-1 (0-1)
0-1: Gisli Sveinbjørnsson
1-1: Øssur Jacobsen

B71-GÍ 5-0 (2-0)
1-0: sjálvmál
2-0: Magnus Olsen
3-0: Clayton Soares
4-0: Magnus Olsen
5-0: Jónsvein Thomsen

FSV04-LÍF 9-1 (6-0)
1-0: Birgir Joensen
2-0: Birgir Joensen
3-0: Silva da Braga
4-0: Sonni Johansen
5-0-: Sonni Johansen
6-0: Jógvan Holm
7-0: Sonni Johansen
7-1: Áslakur Jacobsen
8-1: Birgir Joensen
9-1: Birgir Joensen

B36-AB 0-3 (0-1)
0-1: Karl Leonsson
0-2: Jan Jørgensen
0-3: Hansmar Poulsen

Sumba-HB 3-0 (2-0)
1-0: Fríði Thomsen
2-0: Sonni Kjærbo
3-0: Kenneth Kjærbo