Millum nógvu bøkurnar, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag júst hevur givið út, er ein upprunaføroysk barnabók. Hon hevur heldur sjáldsama tittulin »Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin«, og tað er Guðrun Gaard, ið hevur skrivað.
Søgan er um smágentuna Guðrun, sum er forvitin og droymandi. Á veg heim ígjøgnum gøturnar í Havn, fara Oscar og Guðrun inn í Reyðukiosk at keypa tað longsta bommið, sum er at fáa. Meðan Oscar tosar við eina konu, stendur knappliga ein lítil maður framman fyri Guðruni. Maðurin er púra øvutur. Við honum fer Guðrun í øvutu verð, har hon leypir niður í eitt gandaskrín, sum er sett við skínandi kúvingi.
Bókin byggir partvíst á veruligar persónar, sum eru eyðkendir fyri tey, sum minnast umhvørvi við Háskúlan. Millum annað er ein av stovnarunum, Rasmus Rasmussen, sum er abbi Guðruna, skemtiliga teknaður av Bárði Oskarsyni.
Guðrun Gaard er cand. mag í norðurlendskum bókmentum og starvast sum lærari í Hoydølum. Hon hevur áður skrivað og teknað tríggjar bøkur um vættraparið Snøkil og Snáku. Eisini hevur hon skrivað plantubókina, Brobber.
Bárður Oskarsson, sum hevur gingið á Skolen for Billedkunst, hevur myndprýtt bókina. Hann hevur myndprýtt barnasøgur síðan 1986, seinast Margreta og mjólkin, sum Bókadeildin gav út í fjør.
»Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin« er 34 síður innbundin og kostar 95 krónur í bókabúðunum. Hon hóskar væl til tey 3 til 7 ára gomlu.