av kreppuni fara færri fólk á matstovurnar at eta. Arbeiðsloysið í Suðurevropa er størst millum tey ungu. Keyparin av saltfiski í handlunum eru tey í miðalklassanum, sum ikki er so hart raktur. Páll Gregersen [...] Goymslurnar vaksa Virkið hevði ikki ta nógvu rávøruna til at salta, men nú í heyst eru fiskað met nógv av longu og brosmu. Hetta hevur havt við sær, at virkið hevur nógvan fisk á goymslu. Óvissan ger, [...] Gregersen veit at siga frá einum keypara, at nógv av teimum ungu, sum eru arbeiðsleys og eru flutt heimanifrá, fara heim til foreldrini at eta. Tey ungu finna ikki upp á sjálv at eta saltfisk, men tá ið tey
Tað regnaði illa stóran part av tíðini, og hóast tað í løtum vóru onkrar óneyvar sendingar, so var talan um nógv gott spæl, tá ið havt verður í huga, at tað er 17. februar. Fyrri hálvleikur endaði málleystur [...] eftir steðgin, og tá ið støðan var 2-0, og tað restaði ein hálvur tími, skiftu bæði liðini heilt nógv fólk. Á kyndilsmessu endaði venjingardystur millum HB og Víking við málleysum javnleiki. HB hevur vunnið
bókini snýr seg um fiskiskapin hjá hetlendingum undir Føroyum, sum í stórum tali fiskaðu á okkara leiðum so tíðliga sum í 1800-talinum. Ein partur av hesi vinnu var keyp av bíligum brennivíni í Føroyum, sum [...] hann ikki hevði roynt undir Føroyum. Ein annar partur av søguni er eisini, at Hetland í síni tíð var nógv fremri enn Føroyar á fiskivinnuøkinum. Hetta sæst greitt í frásøgnini hjá Pløyen amtmanni í 1839, [...] er at fáa í bókhandlunum, bæði á føroyskum og donskum. Hesin fiskiskapur hevur eisini havt við sær nógv samband millum føroyingar og hetlendingar, eisini á øðrum økjum sum t.d. fótbólti. Í morgin kemur
løgregluni nakað eintýðugt svar, men nú verður eftir øllum at døma rættiliga nógv orka løgd í hetta arbeiðið. Áður hevur VG víst á, at fólk í umhvørvinum í Lørenskog, sum eitt nú hava verið á gátt hjá ríkmanshjúnunum [...] sum framdi brotsgerðina móti norsku ríkmanskvinnuni. - Eftir tí, sum vit halda okkum vita, bendir nógv á, at DNA-profilurin, sum løgreglan nú arbeiðir við, kann knýtast til brotsgerðina móti Anne-Elisabeth [...] hava í kanningini av hesum máli, sigur kanningarleiðarin. Soleiðis, sum VG skilir, hevur løgreglan so seint sum í heyst megnað at endurskapt í minsta lagi ein DNA-profil, sum arbeitt verður við, og í løtuni
Ótálmaði vøksturin á ferðafólkum hevur noytt nógv væl umtókt ferðamál í knæ. Stóri vøksturin í ferðafólkatalinum kring heimin og økti áhugin at ferðast til júst tey væl umtóktu støðini skapar ovurhonds [...] Barcelona og aðrastaðni. Eisini Ísland er komið undir stórt trýst, eftir at ferðafólktalið er sera nógv vaksið seinastu árini. Felagsskapurin World Travel & Tourism Counsil (WTTC) hevur gjørt eina nýgga [...] avleiddum vinnum. Frágreiðingin vísir á, at heimurin verður alt ríkari, og í 2030 er ein milliard fólk afturat komin í miðalklassan og fær ráð at ferðast. Tí verður roknað við støðugum – og stundum stórum
er hennara lætta sinnalag. Tað hevur altíð verið lív og kæti, har sum hon hevur verið. Mamma tænti nógv suðuri í Havn, og ikki minst ta tíðina, tá pápi lá sjúkur. Teimum, sum hon tænti hjá, bar hon alt [...] og tvey ár seinni fingu tey ein son. Mamma vaskaði skúlan, og tey skuldu syrgja fyri at kynda upp, so tað var heitt, tá børnini komu um morgunin. Tað, sum alt annað arbeiði, varð gjørt við lít. Mamma fór [...] fór altíð tíðliga upp, tá hini komu upp, var heitt og hugnaligt at koma inn. Tíðin broyttist, og fólk fingu heintleikar sum telefon, streym frá SEV og byrging um sundið. Tá arbeiðið fór í gongd við at
og hetta fer at halda. Hann vísir á, at arbeitt verður á øllum ”frontum”, sum hann tekur til, og nógv fólk eru í sving, eins og arbeiðsdagarnir eru langir. - Enn hevur eingin fiskur verið inni á virkinum [...] gingið væl, tó at hetta er ein velduga stór byggiverkætlan – ja, helst ein hin størsta í Føroyum upp á so stutta tíð. Tá tú ert á Tvøroyri og sært oman yvir virkið, sært tú, hvussu stór henda byggiverkætlanin [...] er. Tíðin heldur Tórheðin Jensen, sum starvast á skrivstovuni hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at hóast nógv er at fáa upp á pláss nú upp undir endan, bendir einki á, at tíðarætlanin ikki fer at halda. - Jú
tað er hetta, ið felagið nú hevur sett sær fyri at gera nakað við. Skulu fólk hava møguleika fyri at taka lut í einum tiltaki, so er allarfyrsta treytin, at tey yvirhøvir vita um tiltakið. Og vit fara tí [...] Tað er alment kent, at hundraðtals føroyingar árliga flyta úr Føroyum. Nógv av hesum leita út fyri at útbúgva seg, og tað er eisini ein sannroynd, at ikki øll hesi eru væntandi aftur til Føroyar. Føro [...] ið felagið hevur at bjóða teimum, sigur nevndin í Føroyingafelagnum. - Samskiftismøguleikarnir eru nógv betraðir seinastu árini við heimasíðum, tíðindabrøvum og ikki minst Facebook, og allar hesar hava
Ístaðin fyri at styrkja Arbeiðseftirlitið og seta krøv til eftirlitið, so hevur landsstýrið valt heldur at niðurlaga tað somikið nógv, at ikki ber til at røkja tær nógvu uppgávurnar, sum eftirlitið eigur [...] hevur skeiklað. Trygd á arbeiðsplássum er somikið grundleggjandi í samfelagnum og rakar somikið nógv fólk, at hetta sjálvsagt skal røkjast av einum óheftum stovni, sum hevur neyðugu førleikarnar.
tann, sum eftir øllum at døma er dripin. At leitingin heldur fram hevur sambært løgregluni ikki so nógv við sjálvt uppkláringararbeiðið at gera, men hetta er meira av etiskum ávum. Í dag verður upplýst [...] drotningavitjan byrjaði í dag, heldur leitingin á ruskbrenningini í býnum eftir pørtum av einum líki fram. Nógv løgregla er í býnum, eftir at starvsfólk, sum starvast í brenningini, leygardagin funnu leivdir av [...] Løgreglan kannar málið sum drápsmál, men enn er eingin handtikin og skuldsettur. Hendingarnar hava órógvað fólk í býnum, tí tey stúra fyri, at ein drápsmaður gongur leysur. Júst í hesum rokanum, sum hevur verið