Ein týðandi partur av útflutningi Føroya hevur í ártíggju verið saltfiskur, og størsti parturin er farin til Suðurevropa.
Men álvarsliga kreppan í Suðurevropa nú ger útflutningin av saltfiski til hesi lond meira tvørligan.
Arbeiðsloysið í Spania liggur um 25 prosent, og vit hoyra javnan tíðindi um minkandi keypiorku.
Vaðhorn á Strondum er eitt av virkjunum, sum útflytur saltfisk, umleið 4000 tons um árið.
- Jú, tað er ein trupulleiki, og kreppan ger, at ráfiskaprísurin verður trýstur niður. Tað rakar tí fyrst og fremst fiskimenninar, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn.
Hann er ikki bangin fyri, at útflutningin dettur burtur, tí mat mugu suðurevropearar eins og onnur hava.
Jógvan Gregersen nevnir møguleikan at fara at leita eftir marknaði í øðrum pørtum av heiminum, Í Suðuramerika og Afrika.
Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, letur heldur ikki ov væl at.
Goymslurnar vaksa
Virkið hevði ikki ta nógvu rávøruna til at salta, men nú í heyst eru fiskað met nógv av longu og brosmu. Hetta hevur havt við sær, at virkið hevur nógvan fisk á goymslu.
Óvissan ger, at eingin torir at geva kreppuraktu londunum stóran kreditt. Goymslurnar í Føroyum vaksa tí, og tær vaksa skjótt.
Matstovurnar keypa ikki tær stóru nøgdirnar, tí orsakað av kreppuni fara færri fólk á matstovurnar at eta.
Arbeiðsloysið í Suðurevropa er størst millum tey ungu.
Keyparin av saltfiski í handlunum eru tey í miðalklassanum, sum ikki er so hart raktur.
Páll Gregersen veit at siga frá einum keypara, at nógv av teimum ungu, sum eru arbeiðsleys og eru flutt heimanifrá, fara heim til foreldrini at eta. Tey ungu finna ikki upp á sjálv at eta saltfisk, men tá ið tey fara heim til foreldrini, syrgja foreldrini fyri, at børnini fáa gott í beinið. Og foreldrini halda saltfisk vera góðan mat.
Páll Gregersen hevur ikki mist vónirnar um, at saltfiskaútflutningurin aftur fer at vaksa. Men páskirnar eru tíðliga næsta ár, og tað gevur eisini óvissu. Føstan, tá ið suðurevroperar ikki eta kjøt, plagar tí annars at vera besta tíð til at selja saltfisk til Suðurevropa.