Ilulissat: Leita framvegis eftir leivdum av líki

Støðan í Ilulissat, nú leitað verður eftir leivdun av einum líki í ruskbrenningini, hevur kastað skuggar á drotningavitjanina í býnum í dag.

 

Í Ilulissat í Grønlandi, har drotningavitjan byrjaði í dag, heldur leitingin á ruskbrenningini í býnum eftir pørtum av einum líki fram. Nógv løgregla er í býnum, eftir at starvsfólk, sum starvast í brenningini, leygardagin funnu leivdir av einum líki. Nakrar dagar seinni funnu tey aftur nýggjar leivdir av líki.

 

Løgreglan kannar málið sum drápsmál, men enn er eingin handtikin og skuldsettur. Hendingarnar hava órógvað fólk í býnum, tí tey stúra fyri, at ein drápsmaður gongur leysur. Júst í hesum rokanum, sum hevur verið og er, er Margretha drotning komin á vitjan í býnum.

 

Sermitsiaq skrivar, at hendingin á ruskbrennistøðini hevur kastað skuggar yvir drotningavitjanina í dag. Roynt hevur verið at sissa borgararnar, og kommunan hevur skipað fyri felags gongutúri, sum endaði við, at loðandi ljós vórðu tendrað og sett á vøllin sum eitt hjarta.

 

Sermitsiaq skrivar í dag, at leitingin eftir pørtum av líkinum við ruskbrenningina heldur fram, og væntandi er, at hetta arbeiðið fer at halda fram til mánadagin komandi.

 

Grønlands Politi hevur sagt, at tey eru nær við at hava eyðmerkt tann, sum eftir øllum at døma er dripin. At leitingin heldur fram hevur sambært løgregluni ikki so nógv við sjálvt uppkláringararbeiðið at gera, men hetta er meira av etiskum ávum.

 

Í dag verður upplýst, at vónirnar um at finna fram til, hvør hin deyði er, eru góðar, og tað er ikki óhugsandi, sigur Grønlands Politi, at tað eisini fer at bera til hjá patalogum at staðfesta deyðsorsøkina.

 

- Við stórari hjálp frá sløkkiliðsfólki eru vit framhaldandi í holt við leiting eftir sporum í ruskinum. 

 

Grønlands Politi vil framvegis ikki siga nakað ítøkiligt um tey spor, tey higartil hava staðfest, og tey vilja tískil heldur einki siga um, hvørjir partar av líkinum eru funnir í ruskleivdunum.

 

- Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit í síðsta enda hava eitt lík at jarða. Vit kunnu saktans gera kanningararbeiðið uttan, at allir likamslutir eru funnir, men her er eisini talan um menniskjanslig og etisk atlit, sigur løgreglan.