Ótálmaði vøksturin á ferðafólkum hevur noytt nógv væl umtókt ferðamál í knæ. Stóri vøksturin í ferðafólkatalinum kring heimin og økti áhugin at ferðast til júst tey væl umtóktu støðini skapar ovurhonds trupulleikar í býum sum Venesia, Amsterdam, París, Barcelona og aðrastaðni. Eisini Ísland er komið undir stórt trýst, eftir at ferðafólktalið er sera nógv vaksið seinastu árini.
Felagsskapurin World Travel & Tourism Counsil (WTTC) hevur gjørt eina nýgga frágreiðing um yvirfloymin av ferðafólki, og har verður staðfest, at trupulleikarnir eru stórir summa staðni, og at vandi er fyri, at trupulleikarnir fara bara at økjast komandi árini.
Ferðing og ferðavinna er ein av skjótast vaksandi vinnunum í heiminum. Í 2017 stóð ferðavinna fyri stívliga 10 prosentum av alheims bruttotjóðarúrtøkuni, og í Europa arbeiddu sløk 10 prosent av arbeiðsstyrkini í ferðavinnuni ella avleiddum vinnum.
Frágreiðingin vísir á, at heimurin verður alt ríkari, og í 2030 er ein milliard fólk afturat komin í miðalklassan og fær ráð at ferðast. Tí verður roknað við støðugum – og stundum stórum vøkstri – í ferðavinnuni komandi árini.
Frágreiðingin staðfestir, at vilja býir, støð og lond sleppa undan at verða yvirfloymd av ferðafólki, er fyribyrging besta loysnin. Royndirnar vísa, at tað er sera trupult at minka um ferðavinnuna og hava neyva stýring, tá ið vinnan er farin á flog.
Frágreiðingin hjá WTTC ísir á nøkur átøk, sum kunnu forða fyri, at støð verða yvirfloymd av ferðafólki. Myndugleikar mugu savna upplýsingar, hagtøl um síni ferðavinnustøð, og út frá teimum gera ætlanir. Og so er neyðugt at flyta fokus frá marknaðarføring til tilrættalegging. Ferðavinnustøð, sum hava gjørt eina ætlan, áðrenn tey lokka ferðafólk í hóptali á vitjan, eru betri før fyri at stýra floyminum.
Frágreiðingin staðfestir, at umstøðurnar hjá teimum yvirfloymdu ferðamálunum eru ymiskar, og tí er neyðugt við ymiksum átøkum frá stað til stað. Eisini tá ið tað kemur til tilrættalegging mugu myndugleikar greina sína egnu støðu og finna loysnir, sum passa til tey.