Byggingin av Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur gingið væl, tó at hetta er ein velduga stór byggiverkætlan – ja, helst ein hin størsta í Føroyum upp á so stutta tíð. Tá tú ert á Tvøroyri og sært oman yvir virkið, sært tú, hvussu stór henda byggiverkætlanin í veruleikanum er.
Tíðin heldur
Tórheðin Jensen, sum starvast á skrivstovuni hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at hóast nógv er at fáa upp á pláss nú upp undir endan, bendir einki á, at tíðarætlanin ikki fer at halda.
- Jú, vit hava sagt, at virkið byrjar at taka ímóti mánadagin hin 2. juli, og hetta fer at halda.
Hann vísir á, at arbeitt verður á øllum ”frontum”, sum hann tekur til, og nógv fólk eru í sving, eins og arbeiðsdagarnir eru langir.
- Enn hevur eingin fiskur verið inni á virkinum, men partar av útbúnaðinum eru royndir við ísi, og alt hevur gingið, sum tað skal, sigur Tórheðin Jensen.
Frí kapping
Hóast stóra reiðaravirkið Varðin í Gøtu er fíggjarligi krumptappurin í hesi verkætlan, er tað ikki vist, at tey fýra skipini, sum felagið eigur, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter og Saksaberg, fara at landa hvørja last á Tvøroyri.
Mynstrið, sum vit kenna frá vanligari fiskaframleiðslu, har virkir eiga skip, ið tryggja virkinum rávøru, verður ikki galdandi fyri Varðan Pelagic og tey skip, sum eru knýtt at felagnum.
- Skipini fara framvegis at landa, har tey fáa besta prísin. Tað verður tí ikki soleiðis, at skipini – av sær sjálvum – fara at landa á Tvøroyri, men fiskurin verður seldur í kapping millum teir ”aktørar”, sum eru, sigur Tórheðin Jensen.
Ungur stjóri
Bogi Jacobsen í Gøtu er stjóri á Varðanum Pelagic. Hann byrjaði blaðungur at føra Finn Fríða, og tað hevur hann gjørt í skifti við Andre Hansen í fleiri ár.
Bogi hevur ikki siglt seinasta hálva árið, nú arbeitt hevur verið við at fremja hesa stóru verkætlan á Tvøroyri, sum hann nú skal standa á odda fyri.