Mamma hevði tvær systrar, Hannumiu, sum var fødd í 1926, og Jonu, sum er fødd í 1932, men hon doyði 1997. Sum vanligt var hjá gentum tá, fór mamma okkara út at tæna. Hon var í Múla, og har róstu tey henni, hvussu røsk hon var.
Og eitt afturat, sum altíð hevði eyðkent hana, er hennara lætta sinnalag. Tað hevur altíð verið lív og kæti, har sum hon hevur verið. Mamma tænti nógv suðuri í Havn, og ikki minst ta tíðina, tá pápi lá sjúkur. Teimum, sum hon tænti hjá, bar hon alt gott og helt á við at hava samband við fleiri teirra.
Mamma og pápi giftust 24. januar 1952 og búðu tey fyrstu trý árini á Oyrarbakka, har dótturin var fødd. Tey fluttu norður til Haraldssund í 1955, og tvey ár seinni fingu tey ein son. Mamma vaskaði skúlan, og tey skuldu syrgja fyri at kynda upp, so tað var heitt, tá børnini komu um morgunin. Tað, sum alt annað arbeiði, varð gjørt við lít.
Mamma fór altíð tíðliga upp, tá hini komu upp, var heitt og hugnaligt at koma inn.
Tíðin broyttist, og fólk fingu heintleikar sum telefon, streym frá SEV og byrging um sundið. Tá arbeiðið fór í gongd við at gera berghol til Kunoyar í 1986, fekk mamma til uppgávu at gera mat til arbeiðsfólkið, sum hon eisini fekk nógv rós fyri.
Mamma og pápi fingu fýra børn, og eg eri yngst av systkjunum. Tann 28. mai 2006 bleiv mamma sjúk. Hon bleiv lamin í vinstru síðu, og nú situr hon í rullistóli. Hálvt ár seinni kom hon at búgva á Røktarheiminum Niðristovu í Klaksvík, og pápi er eisini har hjá henni.
Hervið vil eg takka teimum, sum eru um tey gomlu har. Tey gera eitt stórt arbeiði við at passa upp á tey gomlu.
Vit fýra vilja ynskja mammu okkara tillukku við degnum, sum var leygardagin tann 28. november.
Andrass Jacobsen










