leysgangari, sum avgerandi atkvøðan í málinum um fiskidagarnar. Hetta hevði verið ein ynskistøða, um talan var um eitt mál, har eg var púra sannførdur um, hvat er rætt og hvat er skeivt. Men so er ikki [...] halda um ICES, so hevur teirra tilmæli avgerandi týdning fyri okkara atgongd til marknaðirnar. Og gera vit einki, er vandi fyri, at ICES næsta ár hevur eitt sera einfalt tilmæli, tá tað snýr seg um føroyska [...] tørv á teimum. Fæst ikki ein politiskt bindandi avtala um eina slíka skipan, trýsti eg IKKI aftur á tann grøna, tá tað verður atkvøtt endaliga um fiskidagarnar. Tí so eru eingi framtíðarútlit í nøkrum
árini, er eingin ivi um, at her er fólkatalið bara vaksið og vaksið. Í 1985 búðu einans 92 fólk her, men árið eftir varð tað økt til 97, og í 1987 var tað á fyrsta sinnið komið upp um tey 100, sambært hagtølum [...] grundøki á Velbastað setti seg í samband við teir, fingu tey tosað seg til sættis um eina góða loysn. Her er talan um eini hús í einari hædd uppá 200 fermetrar. Tá er stóra bilhúsið íroknað. - Jú, hetta [...] minst ímóti vestastu oyggjum okkara. Unga parið, sum um ikki so langa tíð kann flyta inn í hesi nýggjastu húsini í bygdini, hevur eisini hugsað um hetta sama. Tað sum á mangar mátar júst er í samsvari
tílíkt bræv, tí sáttmálin hjá mær hevði onki við FSF at gera, sigur John Petersen. Hann vil ikki tosa um, um hann hevur fingið alla sína løn, men sigur seg skilja, at tað ikki altíð er eins lætt gjalda lønirnar [...] Sum skilst hevur hann ikki fingið løn í fleiri mánaðir. Kristjan á Neystabø er hinvegin sannførdur um, at niðurflyting ikki kemur upp á tal hjá B36. - Alt er í lagi. Og tá vit svara hasum frá FSF, so verður [...] B36. Hann leggur stóran dent á, at tað er hundrað prosent víst, at alt er komið upp á pláss í morgin. Um Kristjan á Neystabø hevur rætt, so er ongin trupulleiki. Men verður alt ikki greitt í morgin, so skal
heldur, at árið 2013 helst er orsøkin til, at SEV nú hevur so stóran skund at fremja vatnorkuútbyggingar. - Tað er spell, at náttúruverndarlógin ikki er komin í gildi enn, tí ivasamt er, um felagið hevði [...] hevur váttað, at brævið er móttikið. Elsa Annika ásannar, at nú summarið er á veg, og fólk fegnast um góða veðrið, sum verið hevur, er hetta summarið samstundis hitt seinasta, har áirnar við Norðskála [...] hava spælt í ánni og kenna hvønn krók og hvønn stein í henni, er hetta eitt summar, sum vekir tankar um náttúru og umhvørvi, sum nú er við at fara í søguna. - Alt, sum er gróðursett í minninum, verður nú
hálva millión um árið farnu árini til arbeiðið. Bjarni Djurholm sigur, at verður vøllurin longdur til 1600-1800 metrar og útbygdur fyri 365 milliónir krónur, so kann hann standa liðugur um trý ár. Land [...] í vinnumálum at geva nevndini í flogvøllinum boð um, at flogvøllurin skal leingjast til 1600-1800 metrar. - Vit hava í áravís arbeitt við málinum um nýggja flogvøll, men hava gingið stillisliga við hurðunum [...] sum sagt komin hagar, at politisk støða kann takast til málið um eini trý-fýra ár. - Vit vita, at politiska skipanin arbeiðir seint, so um tað gongur væl, so kann verða byrjað upp á nýggjan flogvøll í
og Real Madrid staðfestir eisini, hvussu stór virðingin er um navn hansara. Sum spælari var tað fyrst og fremst í heimlandinum, at hann gjørdi um seg. Barndómsfelagið var Sloboda Uzice, men tað var í Partizan [...] venjarar.Men tað er eingin ivi um, at miseydnaða bjargingin í 2000, tá Atletico flutti niður, sveið meint. Skal bjarga tjóðini Spania varð tó verandi landið, har Antic gjørdi um seg. Á sumri í 2000 var hann [...] seinni var hann í Barcelona. Eitt stig, ið var mest sum óhoyrt, tá talan eisini var um fyrrverandi Real Madrid venjara. Árið í Barcelona gekk hampuliga væl. Alt gekk annars heilt galið undir hollendska Louis
føroyameistari! Góðar royndir Nú er kappingin 27 umfør. Tað varð nógv tosað og spátt um avleiðingarnar, tá ið avgerð varð tikin um at leingja kappingina. Royndirnar av víðkaðu og longdu kappingini hava næstan [...] og tveir mánaðir eru eftir av hesum kappingarárinum. EB/Streymur og B36 kappast um FM heitið. Stóri spurningurin er nú, um spælararnir á hesum báðum liðunum fara at megna at halda dampin uppi til miðskeiðis [...] langt frammanfyri hini, at samansetta liðið í Sundalagnum verður best eftir átjan tey fyrstu umførini. Um tað hevði verið, sum tað var í gomlum døgum, og tað vil í hesum førinum siga frá 1988 og fram til 2004
venjingarstøðan hjá rógvarunum. Um tað bara var hon, sum var avgerandi, so kundi okkurt metið verið sett hesa ferð. Men streymur, ætt og vindstyrki hevur nógv at siga. Um hann er undan, eru fyritreytirnar [...] tíðindini bórust í hesum teigum um, at Sámal Hansen, bátasmiður, skuldi strekkja kjøl til 10-mannafar til Róðrarfelagið Knørrur Ikki altíð so neyvt Tá ið tosað verður um mettíðir í kappróðri, so undirstrika [...] Róðrarlíkindini verða ivaleyst góð, men tað verður ikki rættuliga undan, og harvið verður neyvan talan um nakað met, verður sagt av teimum, sum hava skil fyri veðrið og kappróðri. Í Havnar Róðrarfelag hava
kundi diggast um børn og foreldur. Í álmanakkanum hjá Javna fyri 2007 var eisini ein lýsing av Kristionnu. Hon búði saman við beiggjanum Vagnur í egnum húsum í Havn. Hon byrjar við at siga um sítt lív, at [...] teirra børnum tey 33 árini, hon arbeiddi á Drotning Ingridar Barnagarði, har Kristianna hevur verið um fleiri ættarlið av børnum. Tey vóru eisini nógv, sum høvdu leitað sær til jarðarferðina í Ebenezer [...] Kristianna var nakað heilt serligt. Hon var full av “snúsfornuft,” og hon hevði skilagóðar meiningar um nógv viðurskifti. Hon var eisini so sera trúføst. Hon minntist øll børnini, sum høvdu gingið í bar
út á beiti um summarið. Tað er ikki nóg gott, heldur Óla Krisjan Debes. Hann vísir á, at í hinum Norðanlondunum er tað ásett við lóg, at neytini skulu sleppa út minst tríggjar mánaðar um árið. Og hann heldur [...] tíð. Men tað man fara at bera til, væntar Óla Krisjan. Hann sigur, at útbyggingin er neyðug, um hugsast skal um at halda fram. Treytirnar vóru tvinnar nú, sigur hann. Annaðhvørt at byggja nýtt ella at gevast [...] hann hevur fingið. Men nýggja fjósið er so mikið stórt, at tað skal klára at hýsa nøkrum kúm aftrat, um so skuldi verið, at kvotan hækkar, sigur hann. Sum sagt fara kríatúrini at ganga leys, og er fjósið