Av tí at tað stóð á jøvnum 16-16 millum tveir blokkar á tingi, endaði eg, sum leysgangari, sum avgerandi atkvøðan í málinum um fiskidagarnar.
Hetta hevði verið ein ynskistøða, um talan var um eitt mál, har eg var púra sannførdur um, hvat er rætt og hvat er skeivt. Men so er ikki her - og teir mongu reiðarar og fiskimenn, sum eg havi tosað við farnu vikurnar, eru sjálvsagt vónbrotnir av, at eg eg trýsti á tann grøna knøttin.
Eg skal tí stutt greiða frá orsøkini.
Vreiði og frustratión
Endamálið við vinnupolitikki má vera at geva vinnuni so greiðar, tryggar og stimbrandi karmar at virka undir sum gjørligt.
Men okkara fiskivinnupolitikkur hevur gjørt júst tað øvuta.
Fyri fjórða árið á rað verða stór inntriv gjørd í fiskidagarnar. Ein partur er "luft" - men als ikki alt. Nartlað verður burturav møguleikunum hjá hvørjum einstøkum skipi. Alt verður niðurpínt. Og reiðarí, sum hava gjørt stórar íløgur í fiskidagar, síggja løgtingið - sum eitt annað Kreml - gera teirra íløgur til einkis.
Hetta drepur virkishugin, og skapar sjálvandi bæði frustratión og vreiði hjá monnum, sum hava ilt við at klára seg frammanundan.
Ræðandi tøl
Men tað er ikki bara heimaflotin, sum er illa fyri. Hagtølini fyri serliga toskaveiðuna er einki minni enn ræðandi. Ongantíð áður hevur fiskiskapurin verið so vánaligur so nógv ár upp í slag.
Hagtølini, sum vísa hvat slag av fiski verður landaður, er eisini ørkymlandi. Ein sera stórur partur er smáfiskur, sum ongantíð hevur gýtt, og sum gevur vánaligan kiloprís.
Tí eru vit helst í teirri støðu, at hóast tað loysir seg best hjá hvørjum einstøkum skipi at fiska so nógv sum gjørligt her og nú, so er hetta ikki tað besta fyri samlaðu vinnuna og landsbúskapin í longdini.
Hóast flotin er minkaður nógv farnu árini, kunnu vit helst fáa meir burturúr við at fiska enn minni.
Hótt marknaðaratgongd
Altjóða havgranskingarstovnurin ICES hevur hesi køldu tølini. Uttan mun til hvat vit halda um ICES, so hevur teirra tilmæli avgerandi týdning fyri okkara atgongd til marknaðirnar. Og gera vit einki, er vandi fyri, at ICES næsta ár hevur eitt sera einfalt tilmæli, tá tað snýr seg um føroyska toskastovnin: STOP FISHING!
Hendir tað, verður trupult at sleppa av við bæði tosk og aðrar føroyskar vørur, tí tað er ICES, keyparin lurtar eftir - ikki okkum. Og fáa bæði Ísland og Norra nógv betri skoðsmál fyri sína stovnsrøkt enn vit, er ikki trupult at síggja, hvat kann henda við okkara útflutningi.
Tað er eftir mínum besta tykki hættisligt at ignorera alt hetta. Og tí trýsti eg á tann grøna mánadagin.
Rúmligari hjá teimum bestu
Men skal nakað sum helst perspektiv verða í hesi skerjingini, so mugu vit fáa eina skipan, har vit framyvir ikki skera allan flotan yvir ein kamb, og bara pína alt niður. Ein mekanisma má fáast at virka, soleiðis at tann, sum brúkar allar sínar dagar og kanska keypir meira afturat, ikki verður raktur eins hart og tann, sum ikki brúkar allar sínar dagar.
Tey skip, sum hava besta raksturin, mugu fáa størri rásarúm.
Hetta kann náast við eini brúksskyldu, sum ger, at óbrúktir dagar fella aftur til landið, so fleiri dagar kunnu latast skipum, sum hava tørv á teimum. Fæst ikki ein politiskt bindandi avtala um eina slíka skipan, trýsti eg IKKI aftur á tann grøna, tá tað verður atkvøtt endaliga um fiskidagarnar. Tí so eru eingi framtíðarútlit í nøkrum.
Ein slík skipan skuldi sum frá leið havt við sær eina tillaging, soleiðis at vit fáa færri skip við góðum korum - heldur enn sum nú: nógv skip við trongum korum.
Henda skipan verður ikki til gagns fyri øll. Onkur fer at fáa - aðrir fara í longdini at missa.
Men yvirskipaða endamálið kann ikki vera at halda so nógv skip í vinnuni sum gjørligt. Tað má vera at tryggja, at tey, sum eru, bæði veiða burðardygt og fáa so góðar møguleikar, at yvirskotið kann forrenta nýggjar íløgur.
Ein vinna, sum ikki gevur yvirskot til nýggjar íløgur, hevur onga framtíð. Og heimaflotin, sum til fyri fáum árum síðani í veruleikanum fiskaði frítt, gevur ikki yvirskot. Sum støðan er hjá botnfiskastovnunum eru ikki útlit fyri broytingum í so máta.
Politiskt mugu vit taka atlit til bæði flota og fiskastovnar.
Vit kunnu ikki gera tað rúmligari hjá øllum - men við røttu skipanini kann tað gerast rúmligari hjá teimum bestu.