Óla Krisjan Debes á Oyrareingjum byggir í løtuni nýtt fjós, har neytini fara at ganga leys inni. Gamli mátin er ikki serliga vinaligur fyri kríatúrini.
»At binda eina kvígu á básin, tá hon kálvar, og so lata hana standa, til hon verður flett, er eitt øgiliga bundið lív,« sigur Óla Krisjan.
Seinastu dagarnar er ein nýggjur bygningur reistur á Oyrareingjum. Ein long lon og ein hægri bygningur líkasum í einum. Lægri bygningurin er fjós, meðan tríggir stórir súrhoyggjabrunnar verða í tí hægri bygninginum, sigur Óla Krisjan Debes, bóndi á Oyrareingjum.
Tað er nakað væl at gera inni í fjósinum enn, so tað fer at ganga nakað av tíð, áðrenn flutt verður inn. Men ætlanin er at koyra í brunnarnar áðrenn ólavsøku. So verður helst neyðugt at flyta fóður ímillum fjósini eina tíð. Men tað man fara at bera til, væntar Óla Krisjan.
Hann sigur, at útbyggingin er neyðug, um hugsast skal um at halda fram. Treytirnar vóru tvinnar nú, sigur hann. Annaðhvørt at byggja nýtt ella at gevast. Nýtt ættarlið er at taka við, so valt varð at fara undir at byggja.
Men tað er ikki so heilt lætt kortini, sigur Óla Krisjan. Hann vil ikki siga, hvat fjósið fer at kosta, uttan at tað verður nokk, sum hann tekur til. Bygningurin verður fíggjaður av Jarðarráðnum.
Føroyingar eru farnir á glið aftur, sigur Óla Krisjan. Tað er rættiliga nógv virksemi í løtuni, og av tí sama dýrkar alt. Varð fjósið bygt fyri bara nøkrum fáum árum síðan, hevði tað verið nógv bíligari, enn tað verður nú, sigur hann. Alt dýrkar, serliga tilboðini, tí tað gerst truplari at fáa fólk at arbeiða. Alt fólk er upptikið, sigur bóndin á Oyrareingjum.
Óla Krisjan Debes hevur í dag 18 mjólkikýr. Og tær klára kvotuna, hann hevur fingið. Men nýggja fjósið er so mikið stórt, at tað skal klára at hýsa nøkrum kúm aftrat, um so skuldi verið, at kvotan hækkar, sigur hann.
Sum sagt fara kríatúrini at ganga leys, og er fjósið tí býtt sundur í rúm, har kríatúrini fara at húsast í eftir aldri og stødd. Kálvar, ungneyt og vaksin neyt. Okkurt rúm verður eisini til sjúkrarúm, sigur Óla Krisjan.
Men ikki allastaðni hava neytini hendan møguleikan. Og verri enn so øll føroysk neyt sleppa út á beiti um summarið. Tað er ikki nóg gott, heldur Óla Krisjan Debes. Hann vísir á, at í hinum Norðanlondunum er tað ásett við lóg, at neytini skulu sleppa út minst tríggjar mánaðar um árið. Og hann heldur, at tað átti eisini at verið so í Føroyum.
Óla Krisjan harmast um støðuna hjá kjøtframleiðsluni í Føroyum. Hon er vánalig, sigur hann. Vit framleiða bara eini 120 tons av kjøti árliga, hóast tað saktans kundi verið nógv meira. Tí vit innflyta nógvar ferðir tað, sum kemur frá okkum sjálvum.
Men her spælir prísurin inn. Føroyingar klára ikki at kappast við útlendska stuðulskjøtið, sum kemur av yvirskotsgoymslunum úti í heimi.
Óla Krisjan Debes heldur, at vit hava rætt til at seta avmarkingar á innflutta kjøtið. Vit vita, at tað verður stuðlað, so vit mugu hava rætt til at áseta ein verjutoll. Ella eisini stuðla okkara egnu framleiðsu beinleiðis, sigur hann.
Men tað er ein politiskur spurningur, sigur Óla Krisjan, sum líkasum tykist at hava mist álitið á, at har er nakar, sum fer at gera nakað munagott á økinum.
Tað er ikki tí, at tað føroyska kjøtið nýtist at vera so óforskammað dýrt. Tí nógv gras er at fáa í Føroyum, og nógv kann veltast aftrat. Tað kostar mestsum bara arbeiðið. So um politiskur vilji er at gera nakað við hin partin, heldur Óla Krisjan, at tað fer at bera væl til at hava kjøtframleiðslu her. Sum er eru bara nakrar »útrangeraðar« mjólkikýr at fáa her. Og tað er ov galið.
Annars letur Óla Krisjan Debes væl at seyðinum í ár. Teir vóru á fjalli um dagarnar, og hann sigur, at til ber at siga longu nú, at tað verður væl betri enn seinastu tvey, trý árini.
Seyðurin var væl fyri í lembingini, og hann hevur ikki fingið nakað bakkast síðan, so tað teknar bara væl, sigur Óla Krisjan Debes, bóndi á Oyrareingjum.










