Antic vantar bert landsliðið

Radomir Antic er eitt av stóru venjaranøvnunum í Europa. Men fram til næst seinastu viku hevði hann ongan tíð roynt seg sum landsliðsvenjara. Og móti Føroyum skal hann prógva, at hann er rætti maðurin

Fótbóltur

 

Hann hevur kanska ikki heilt so nógv felagsnøvn á visit-kortinum, men Radomir Antic hevu gjøgnum árini skapt sær eitt tað størsta venjaranavnið í Spania – og har við eisini í Europa. At hann sum bert ein av tveimum venjarum yvir høvur hevur vant bæði Barcolona og Real Madrid staðfestir eisini, hvussu stór virðingin er um navn hansara.

Sum spælari var tað fyrst og fremst í heimlandinum, at hann gjørdi um seg. Barndómsfelagið var Sloboda Uzice, men tað var í Partizan Belgrade, at hann spældi flestu árini. Seinni førdi yrkisleiðin hann til turkiska Fenerbache, spanska Rela Zaragoza og enska Luton Town, har tey neyvan nakran tíð gloyma navn hansara. Luton stóð til at flyta niður á seinasta leikdegi í 1983. Seinasti dysturin var ímóti Manchester City, sum eisini stríddist fyri lívinum, og leingi bendi alt á, at Luton skuldi tapa hetta stríðið. Bara fýra minuttir fyri dystar- og kappingarlok skoraði Antic tó lívbjargandi málið, sum ístaðin sendi City tungu leiðina niður í næst bestu røðina.

 

Ræddist ikki Jesus

Sum venjari byrjaði Radomir Antic yrki sítt í Real Zaragoza, har hann skapti góð úrslit í trý ár. Somikið góð, at kongaliga Real Madrid á sumri 1991 setti hann í ein tann heitasta venjarasessin í heiminum.

Men Antic tóktist ikki nervaður av trýstinum. Við Hierro, Butragueno, Hagi og Prosenecki í stjørnusetta hópinum gekk sum eftir ánni, men í januar mánaði í 1992 misti hann kortini starvið. Real Madrid setti hollendska Leo Beenhakker sum ítróttarstjóra, og bara fáar vikur seinni fekk Antic sekkin.

Real Madrid var um hetta mundi sjey stig framman fyri Barcelona, men alt endaði við, at Cruyff, Laudrup, Koeman og hinir á Dream-Team fóru við meistaraheitinum á seinasta leikdegi.

Eftir hetta fylgdu trý ár í Oviedo, sum hann stýrdi úr vandaleið og til eina støðu miðskeiðis á stigatalvuni, men tað var tó í Atletico Madrid, at Antic av álvara sló sítt navn fast. Kanska eisini hóskandi, tá hann ikki fekk ta viðurkenning, hann helt seg hava uppiborið í Real Madrid.

Meðan einaráðandi Jesus Gil ráddi í Real Madrid, vórðu hópin av venjarum sekkjaðir. Liðið hevði als ikki staðið seg nøktandi, og á sumri í ’95 mundu tey flestu halda, at Antic bara var enn eitt navn í røðini.

Hann vildi tað tó øðrvísi. Framman fyri bæði Real Madrid og Barcelona vann Atletico nevnliga sponsku greipuna í 1995/96. Tey bæði næstu árini vóru hampuliga góð, men somu tindar vórðu ikki raktir, og so endaði alt við, at Jesus Gil setti nýggjan mann í venjarastólin.

Tað var tó greitt, at góðu árini góvu honum eina sterka støðu í felagnum. Í mun til so nógvar aðrar venjarar, so dansaði hann ikki eftir pípuni hjá Jesus Gil, og tvær ferðir varð hann eisini boðsendir aftur, tá forsetin hevði sekkjað aðrar venjarar.Men tað er eingin ivi um, at miseydnaða bjargingin í 2000, tá Atletico flutti niður, sveið meint.

 

Skal bjarga tjóðini

Spania varð tó verandi landið, har Antic gjørdi um seg.

Á sumri í 2000 var hann aftur at síggja i Real Oviedo, og trý ár seinni var hann í Barcelona. Eitt stig, ið var mest sum óhoyrt, tá talan eisini var um fyrrverandi Real Madrid venjara.

Árið í Barcelona gekk hampuliga væl. Alt gekk annars heilt galið undir hollendska Louis van Gaal, men við einum 6. plássi liguni og fjórðingsfinaluplássi í Champions Leage, hevði Antic fingið hampuliga gott skil á. Men tað forðaði ikki leiðsluni í at seta Frank Rijkaard í sessin, tá kappingarárið var av.

Eftir hetta tóktist tað, sum var Antic ávegis úr fótbóltsheiminum. Hann var í Celta de Vigo eitt skifti, men eftir bert níggju umførum legði hann frá sær.

Miseydnaða OL-kappingin gav honum tó møguleikan at gerast serbsiskur landsliðsvenjari. Forsetin í serbiska fótbóltssambandinum Tomislav Karadzic var í øðini um tað, sum hann sá á leikunum, og Miroslav Dukic fekk alt fyri eitt sekkin.

Og vónirnar til Antic eru øgiligar. Avrik hansara í Spania hava gjøgnum árini givið honum mest sum hetju-støðu í Serbia, og millum serbiska fólkið verður hann roknaður sum kanska týdningarmesti maðurin í hópinum yvirhøvur.

Um hann so megnar at liva upp til bjørtu vónirnar, kann bert framtíðin vísa. Fyrsta royndin í so máta verður í morgin í heimavølli móti lítlu Føroyum.