Dreymahúsini við tí ótrúliga útsýninum

SETHÚS Tað hoyrist nærum ikki mannamál í nánd av hesum nýggjastu sethúsunum á Velbastað. Bæði innanveggja og uttanfyri hoyrast ljóð frá maskinum og amboðum, her menn eru í ferð við at leggja seinastu hond á hetta vælaverkið - hesi 200 fermetrar stóru dreymahúsini hjá einun ungum pari, sum í næstum fer at seta føtur undir egið borð. - Arbeiðið hevur gingið avbera væl, og nú nærkast vit endanum, sigur ein av hesum ídnu handverkarunum, Ragnar Trier av Tvøroyri.

Velbastaður: - Tey vildu hava síni dreymahús á hesum staði. Og tað haldi eg so sanniliga eisini at tey fara at fáa, sigur Ragnar Trier.

Hann er ein av arbeiðsmonnunum hjá byggifyritøkuni Eyðstein Jacobsen í Havn, og sum nú hevur átikið sær at byggja enn eini sethús, hesaferð á Velbastað.

At byggja sethús og gera onnur timburarbeiði er nakað av tí, sum menninir hjá Eyðsteini so líðandi hava fingið góðar royndir í. Og tá so eitt ungt par við einum grundøki á Velbastað setti seg í samband við teir, fingu tey tosað seg til sættis um eina góða loysn.

Her er talan um eini hús í einari hædd uppá 200 fermetrar. Tá er stóra bilhúsið íroknað.

- Jú, hetta verða eini fín hús, staðfestir Ragnar Trier, sum saman við trimum øðrum handverkarum arbeiðir her.


Útsýnið

Tey seinastu árini eru mong sethús bygd á Velbastað.

Orsøkirnar til hetta kunnu vera so ymiskar. Summi høvdu kanska trupult við at finna sær egnað grundøki í Havn, meðan uppaftur onnur høvdu tilknýti til bygdina á vestursíðuni á Streymoynni.

Júst hetta seinasta er uttan iva eisini orsøk til, at mong fólk - við ella uttan tilknýti til Velbastað - hava valt at búseta seg her. Tað er ikki á mongum øðrum støðum, at ein fær eitt so framúr gott útsýni sum her.

Eins og myndirnar á síðuni her fullgott prógva, hevur ein allan Hestfjørð frammanfyri sær, og ein sær langt bæði eystureftir, suðureftir og ikki minst ímóti vestastu oyggjum okkara.

Unga parið, sum um ikki so langa tíð kann flyta inn í hesi nýggjastu húsini í bygdini, hevur eisini hugsað um hetta sama.

Tað sum á mangar mátar júst er í samsvari við áhugamál teirra:

Hon við atelierinum til málningar sína.

Hann við síni garasjuni til bilar sínar.

- Tey hava haraftrat valt at hava rættiliga stór vindeygu út ímóti fjørðinum, greiðir Ragnar frá.

Tann, sum fer inn á Gerðisbreyt við øllum teimum nýggju húsunum, skilir uttan iva væl, hví fólk hava búsett seg júst her - og hví tey hava gjørt húsini júst soleiðis.


Í september

Tá ein skal seta føtur undir egið borð, so tekur tað altíð sína tíð. Kanska ofta longri, enn ein í fyrstu syftu ætlar sær.

Byrjað varð uppá hesi sethúsini í februar mánaði í ár. Síðani var ein lítil steðgur í, men ta seinastu tíðina hevur arbeiðið gingið út í eitt.

- Vit ætla at verða lidnir innan í hesi vikuni (t.v.s. í farnu viku, blaðm.). Og nú fara vit so at klæða uttan, leggja takið á og so alt hitt, ið manglar í, greiðir Ragnar frá.

Ætlanin var upprunaliga, at unga parið skuldi flyta inn í húsini í september mánaði í ár - tað er: um nakrar fáar vikur.

- Og sum tað gongur nú, so verður tað eisini í september mánaði. 




Vindhart

Unga parið á Velbastað, og sum hevur valt at byggja her á Gerðisbreyt, hevur samstundis valt eitt stað við sera góðum útsýni.

Tá ein byggir soleiðis, er mangan vandi fyri, at tað er rættiliga vindhart á ávísum ættum. Og soleiðis er støðan júst á hesum staði.

- Hetta vita vit, og hetta hava vit sjálvandi eisini tikið hensyn til. Húsini eru tí tryggjað, bjálvað og fest uppá allar besta máta. Og konstruksjónin er sjálvandi eisini gjørd rættiliga kraftig, slær Ragnar fast.

Serligu umstøðurnar hava eisini ført við sær, at teir millum annað hava límað allar tróðurpláturnar á, og alt annað er styrkt í hesum sambandi.

- Sum tú sært, eru stórir glasrútar í húsinum, soleiðis at ein kann njóta tað vakra útsýnið. Hesi vindeyguni eru tí eisini styrkt uppá allar besta máta. 





Ongatíð so nógv

Hyggur ein eftir fólkatalinum á Velbastað seinastu 26 árini, er eingin ivi um, at her er fólkatalið bara vaksið og vaksið.

Í 1985 búðu einans 92 fólk her, men árið eftir varð tað økt til 97, og í 1987 var tað á fyrsta sinnið komið upp um tey 100, sambært hagtølum frá Hagstovuni.

Síðani, er fólkatalið vaksið so at siga øll árini, til tað í ár rakk enn einum varða á vegnum, tá tað fóru upp um tey 200.

Í mai mánaði í ár búðu sostatt 215 fólk á Velbastað. Men tað er ikki nógv sum bendir á, at bygdin fer at minka í bræði.

Hugsandi er, at onnur fara at fylgja slóðini hjá hesum unga parinum á Gerðisbreyt.