Sunnudagin verður 18. umfar á skránni. Tá ið sunnudagurin verður farin afturum, eru tveir triðingar av landskappingini avgreiddir. EB/Streymur er so mikið langt frammanfyri hini, at samansetta liðið í Sundalagnum verður best eftir átjan tey fyrstu umførini. Um tað hevði verið, sum tað var í gomlum døgum, og tað vil í hesum førinum siga frá 1988 og fram til 2004, so hevði EB/Streymur longu verið føroyameistari!
Góðar royndir
Nú er kappingin 27 umfør. Tað varð nógv tosað og spátt um avleiðingarnar, tá ið avgerð varð tikin um at leingja kappingina. Royndirnar av víðkaðu og longdu kappingini hava næstan treytaleyst verið góðar.
Kanska eru ikki allir spælararnir samdir í hesum, hóast teimum líkar betri at spæla enn myrku mánaðirnar bara at venja. Onkrir spælarar kenna tað ivaleyst at vera troyttandi at venja og spæla næstan alt árið, men fyri tey flestu kennist hetta sum stórur framburður.
Tað varð roknað við, at støðið í føroyskum fótbólti fór at hækka, tá ið dystirnir vórðu fleiri, og tá ið kappingarárið varð longt. Kanska er tað ov tíðliga at gera avgjørdar niðurstøður, tí tað er so stutt fráliðið, men higartil hevur einki bent á, at støðið er hækkað. Úrslitini hjá landsliðnum eru ikki batnað, úrslitini í europeisku kappingunum eru ikki batnað nakað serligt, og spælið og undirhaldið í landskappingini eru neyvan vorðin betri.
Frágreiðingarnar kunnu vera nógvar og ymiskar, hví tað ikki hevur ávirkað meiri einvíst positivt, at dystirnir eru fleiri, og at kappingarárið er vorðið longri.
Ein av týdningarmiklu orsøkunum kann hugsast at vera, at spælararnir ikki hava so stórt yvirskot, hóast teir venja og spæla meiri. Teir arbeiða ikki minni, enn teir hava gjørt, og teir hava styttri summarfrítíð, enn teir hava havt.
Tá ið teir venja og spæla fleiri dystir og størri part av árinum, so sigur tað seg sjálvt, at teir møðast.
Meiri hvíld hevði ivaleyst verið orsøk til, at støðið hækkaði. Men tað krevur ivaleyst eina longri tilgongd, sum er treytað av, at fleiri spælarar kunnu nýta minni tíð til sítt arbeiði, og at teir harvið kunnu hvíla meiri, enn teir nú gera tað.
Týdningarmikil javnvág
Síðani stutta summarsteðgin hava úrslitini verið misjøvn. Mest støðugu liðini tey bæði umførini síðani á ólavsøku hava verið EB/Streymur, B36 og B68, sum øll hava vunnið fulla úrtøku. EB/Streymur hevur vunnið ímóti NSÍ og Skála, B36 hevur vunnið ímóti B71 og HB, og B68 hevur vunnið ímóti KÍ og ÍF.
At tað er neyðugt við frítíð og hvíld, um avrikini og úrslitini skulu verða betri er ikki sambært avrikunum og úrslitunum hjá EB/Streymi og B36. Felags fyri spælararnar hjá hesum báðum liðunum er tað, at teir so at siga ikki hava hildið summarfrí!
Tíggju umfør og tveir mánaðir eru eftir av hesum kappingarárinum. EB/Streymur og B36 kappast um FM heitið. Stóri spurningurin er nú, um spælararnir á hesum báðum liðunum fara at megna at halda dampin uppi til miðskeiðis í oktober mánað.
Kappingarneytarnir báðir, HB og NSÍ, hava fyrr í summar verið partur av ávikavíst Intertoto Cup og europeisku meistarakappingini. Síðani á ólavsøku hevur NSÍ tapt tvær ferðir, og HB hevur tapt eina ferð og eina ferð verið partur av javnleiki. At avbjóðararnir hjá teimum báðum fremstu hava mist so nógv ber við sær, at EB/Streymur og B36 hava møguleika at rinda møðina og kanska at missa eitt sindur, uttan at tað í síðsta enda nýtist at ganga út yvir endastøðuna.
Sunnudagin fer EB/Streymur at vitja HB. Síðani nýggju donsku spælararnir vórðu mynstraðir burtur úr bestu manningini hjá oddaliðnum, hevur tað aftur gingið sum eftir ánni, og EB/Streymur verður favorittur í Gundadali.
NSÍ fer at vitja á Skála, og B36 fer at vitja á Svangaskarði. ÍF skal suður á Sand, og Víkingur skal til Klaksvíkar. Tað man vera sjáldan, at tað er so torført at meta um uppgerðirnar, sum tað er tað hesa ferð. Teir, sum sunnudagin vera best fyri og mest hvíldir, fara at hava bestu møguleikarnar at vinna! Landsdystur í Portugal verður á skránni annan mikudag, og hóast FSF ikki enn hevur boðað frá, at umfarið, sum er ásett at vera hetta kvøldið, verður útsett, so kunnu teir, sum ikki hava fingið landsliðsboð, ugga seg við, at teir hava møguleika at hvíla um eina viku.