eisini á fótum. Hann hevur áhuga í grind og øðrum sum hevur við mat at gera, og hann gongur frytligur og tosar við sínar veljarar. Hann dugir at føra seg fram millum fólk og um eina løtu skal hann á ríkisfund [...] Tað eru grindaboð, hon liggur á Norðhavinum, og gongur inn móti Funningsmúla. So verður tað helt í Funningsfirði, hon verður hildin til, ella fer hon longur suður. Tað er eystfall nú. Sóknarongulin er [...] viðfestisvognin við. Kanska hon sleppur, tær eru nokk so kringar og Djúpini eru djúp, skjótt kundi hon funnið upp á at kavað og so hirt norðuraftur og ongin sá hana aftur. Ella kundu hon funnið upp á at gingið
, at eg sá pápa fyri fyrstu ferð, eftir at hann var vorðin sjúkur. Hann var sum eitt hím, og eg visti beinanvegin, at eg átti hann ikki leingi afturat. Hann doyði stutt eftir. Tey flestu munnu hava fjálg [...] tunnilin. Hann hevur verið av ídnastu stríðsmonnum fyri at vágamenn skulu sleppa undan at gjalda fyri at koyra undir Sundinum. Hendan dystin tapti hann, men hann er ikki ráðaleysur. Hevur hann hug, so sleppur [...] av yvirhálandi bilum koyra fram um hana. Hon er týðuliga skelkað av hesum eirindaleysu fartdjevlunum og eg síggi, hvussu hon skákar við høvdinum og skeldar. Og hon hevur so ilt við at halda seg sínumegin
Hóast tað ofta gekk long tíð millum at hann hevði nakra uppgávu á pallinum, so var hann allatíðina við, og tá hann ikki fann sær nakað betur at gera, sang hann saman við tónunum hjá blásarunum. Blásararnir [...] ljóðmyndina. Konsertin hjá Swinging Link fór ein góðan hálvan tíma útyvir ásettu tíðina, og hóast hon soleiðis gjørdist nokkso lang, so fóru áhoyrararnir ongan veg, og øll vóru dúgliga við, tá bólkurin
veður spámonnunum. Tí hann hevði ongar sólbrillur við. So hann fór at keypa sær einar sólbrillur. Og tað fekk hann eisini. Eftir at hava verið í samskifti við ein sølusnilling kom hann út aftur við sólbrillum [...] d til Karl Andre. Hallur sigur, at hann minnist eina ferð, at pápi sín kom inn í køkin hjá teimum. Í hondini hevði hann eitt kassettuband við Hank Williams, sum hann kysti og segði: “Nú skulu tit hoyra” [...] sum settu festivalin í gongd úti á økinum. Og sigast má um Dickie Lee, at hann hoyrist, tá ið hann syngur. Og ein skilur, hvat hann syngur um og verður ikki køvdur av instrumentum. Teltið var fult av fólki
mesta av hansara yrkistíð. Meðan hann las løgfrøði í Keypmannahavn arbeiddi hann á ymsum ráðharrastovum og vann sær royndir innan samstarv við EU. Tommy væntar, at hann kann nýta nógvar av sínum royndum [...] til at skipa samfelagið soleiðis, at hansara støða líkist meira tí, ið vit kenna á okkara leiðum. Hann skipar undir- og yvirhús, men hevur tó enn nakað av valdi. Men formelt kemur veruligt demokrati, men [...] royndum í føroysku umsitingini í starvinum í Nepal. Tó væntar hann, at talan verður ikki um at flyta eina skipan til Nepal, men at finna loysnir, ið hóska. Helst einfaldar loysnir, ið rigga, tí ikki er óavmakrkað
skapin sum "eina politiska ætlan við tjóðskaparligum innihaldi". Um Heimastýrislógina skrivar hann, at hon var eitt danskt svar til krav um broytingar úr Føroyum . . . ein roynd at innibyrgja ynski frá [...] eina millumloysn. Søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará skrivar í bókini Løgtingið 150 ár soleiðis um hetta mál: Enski søgumaðurin John F. West er á góðari leið, tá hann skrivar, at fólkaatkvøðan var "a [...] metingin hjá Kjartani Hoydal um Heimastýrislógina er púra burturvið, annaðhvørt tí hon er grundað á tørvandi kunnleika, ella tí hon sprettur úr einum óhepnum samanvavstri av hugmyndafrøði og pseudosøgu. Heim
Javnaðarflokkinum. Um Fólkaflokkurin var ímóti kørmunum, mátti hann siga, um hann var við ella ikki, og tá tingviðgerðin nærkaðist, varð hann noyddur at taka endaliga støðu – og fór. Hvør er vinnari og tapari [...] eitt og eitt hálvt valskeið. Hon gjørdist sostatt líka drúgv sum yvirtøkulandsstýrið frá 1975 til 1980 og fullveldislandsstýrið frá 1998 til 2003. Kanska prógvaði hon á tann hátt, at stevið hjá eini [...] fyri at varðveita maktina. Hann toldi tí Fólkaflokkin, tá flokkurin í fjør segði seg vera ímóti fíggjarkørmunum. So lagaligur er Aksel Johannesen eftir øllum at døma ikki. Hann legði til brots við at sláa
dagarnir eru eftir. Hann sigur, at Pison átti 110 dagar á innaru leiðini og stívliga 40 dagar á Føroyabanka. Haraftrat hevði skipið í ár eina Íslandskvotu, sum var 217 tons, men hon er næstan uppfiskað [...] ganga á bonaðu gólvunum, serliga í høvuðsstaðnum. Hesi virða fiskimannin og tað arbeiði, hann ger, lítið, leggur hann aftrat. Tórleif leggur dent á, at tað serliga eru tey “lærdu”, sum hava ilt við at skila [...] aftanfyri keypið er Tummas Jákup á Løgmansbø. Tórleif Sigurðsson hevur verið reiðari á Pison, og hann er eisini reiðari á Kvikki og útgerðarmaður hjá línubátinum Froyu, sum nú er ein nýggjari og betri
Vánaligar umstøður Tórbjørn Jacobsen nevndi, at hann lærdi at svimja, tá hann var við skipi í Kyrrahavinum sum smádrongur – 4-5 ára gamal. Seinni kom hann betur eftir tí í sminjingarhylinum omanfyri skúlan [...] eina spíska grein í bløðunum, har hann hartaði kommunalu myndugleikarnar á Skálafjørðinum fyri ikki at skipa fyritreytirnar fyri svimjing í økinum á nøktandi hátt. Hann róði í greinini framundir, at kanska [...] og stendur hetta í grellari andsøgn til býfluguna, sum verkfrøðiliga ikki kann flúgva, hon ger tað bara, tí hon veit ikki betur. Í okkara tíðarmáti er tað gamalt at svimja, Ezekiel og Jesajas nevna tað
stikið millum hesi ymsu listasløgini, og ger henda samansetingin eisini, at hon røkkur út til eina størri fjøld, umframt at hon er umsett til heimsmálið enskt. Hvønn byr hesar fløgur, Havið og The Ocean [...] gamla sangin hjá Karsteni Hoydal, um hesa 53 minuttir longu ferðina undir kavi við Anniku. Sjálv hevur hon komponerað øll løgini, bróðirin, Gunnar Hoydal, hevur hegnisliga yrkt allar sangirnar, meðan skotski [...] altíð stuðlandi og letur røddina, tað avgerandi ljóðførið á hesi fløgu, bera sangin. Tað er nevniliga hon, ið fortelur okkum um hesi havdjórini, ið skaldið so væl hevur eygfarið. Her er talan um smáverur við