Samrøða
Línubáturin Pison í Klaksvík er seldur í Vágar.
Tað eru teir, ið áttu línubátin, West Freeser, sum hava keypt. Høvuðsmaðurin aftanfyri keypið er Tummas Jákup á Løgmansbø.
Tórleif Sigurðsson hevur verið reiðari á Pison, og hann er eisini reiðari á Kvikki og útgerðarmaður hjá línubátinum Froyu, sum nú er ein nýggjari og betri bátur.
Býta dagarnar
- Vit hava selt Pison, sum vit annars hava gjørt nógv við fyri fáum arum síðan. Skipið er selt, men dagarnir eru eftir.
Hann sigur, at Pison átti 110 dagar á innaru leiðini og stívliga 40 dagar á Føroyabanka. Haraftrat hevði skipið í ár eina Íslandskvotu, sum var 217 tons, men hon er næstan uppfiskað. Pison hevur longu í vár gjørt tveir góðar túrar undir Íslandi. Fyrra túrin høvdu teir 160.000 pund og seinna túrin 190.000 pund. Hetta vóru soleiðis tveir góðir túrar. Nú fáa skipini minni undir Íslandi. Kvikk er í løtuni har yvir, og teir lata illa at.
- Vit hava gjørt av at lata teimum línuskipum, sum eftir eru í Klaksvík, dagarnar hjá Pison, og hetta gevur teimum einar 20 dagar í part.
Tórleif vísir á, at nú fiskidagarnir verða skornir á hvørjum ári, er eingin trupulleiki at sleppa av við dagarnar hjá Pison millum línubátarnar, sum eftir eru í Klaksvík.
- Vit hava havt níggju línubátar, og tað er eingin loyna, at tað stundum hevur verið trupult hjá summum skipum at fáa fult manningartal hvønn túrin. Vit hava eisini skilt, at støðan er á leið hin sama aðrastaðni, har nógvir línubátar eru, eitt nú á Toftum.
Reiðarin vísir tó á, at skipini hjá teimum kortini ikki hava ligið, tí tey ikki fingu fólk.
Javnaðarreiðari
- Men nú tilboðini uppi á landi eru so nógv, er tað ikki, sum tað var við at fáa fólk, tá á stendur. Nógv virksemi er í byggivinnuni, og tað er ikki so sjáldan, tú hoyrir, at menn fara bara í land at smíða ella okkurt tílíkt.
Tórleif sigur, at tað, sum felagið, ið átti Pison nú fer at gera, er at finna út av, hvussu dagarnir á frægasta hátt kunnu býtast millum línuskipini í Klaksvík.
Smílandi heldur hann fyri, at onkur til stuttleikar hevur skotið honum í skógvarnar, at ein reiðari kann ikki vera javnaðarmaður.
- Men her síggja tit, hvussu skilagott tað kann vera, tá reiðarin júst er javnaðarmaður.
Tórleif heldur annars, at tíðin er komin til at “trappa” nakað niður, tá man er farin um tey seksti, sum hann tekur til.
- Vit fara at halda fram við tí, ið eftir er, og vónin er, at økta dagatalið kann styrkja um grundarlagið hjá línuskipaflotanum í Klaksvík. Nú verður so ein bátur minni at manna, samstundis sum fiskidagarnir verða nakrir fleiri. Hetta skuldi alt annað líka givið eitt frægari úrslit hjá línuflotanum.
Hann heldur, at skulu menn tíma at sigla í tíðum sum hesum, er treytin, at útlit eru til líkinda inntøku – og helst eina góða inntøku.
- Ein maður sum siglir, missir so nógv av tí, sum onnur uppi á landi kunnu njóta. Tí má tað loysa seg at vera til sjós og tann dag, tað ikki loysir seg at sigla, kunnu vit spyrja, hvør skal føra okkum tilfeingið, sum er í havinum, til lands.
Tíðir broytast
Men Tórleif ásannar, at tíðir broytast.
- Fyrr søkti tú sjógvin so skjótt, tú hevði fingið prestsins hond á høvdið. Men “det var dengang”, sum hann tekur til.
Reiðari vísir á, at í dag verður meira ella minni frárátt ungum monnum at søkja sjógvin og tey signalir, sum lærda fólkið sendir, eru avgjørt ikki eggjandi.
- Tað, sum fyrr var ein heiður, verður í dag næstan tikið sum ein vanlagna – tað, at menn velja sjólívið á ungum árum.
Hann heldur lítið um ta mótstøðu og øvundsjúku, at skattalættin, ið sjófólk fáa, hevur millum fólk á landi.
- Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at sjómaðurin at kalla verður vanvirdur millum tey, sum ganga á bonaðu gólvunum, serliga í høvuðsstaðnum. Hesi virða fiskimannin og tað arbeiði, hann ger, lítið, leggur hann aftrat.
Tórleif leggur dent á, at tað serliga eru tey “lærdu”, sum hava ilt við at skila, hvat veruliga gongur fyri seg í vinnuni og soleiðis í veruliga lívinum hjá stórum parti av fólki.
- Hesi fólk, sum ofta hoyrast og síggjast væl í fjølmiðlunum, tí tey hava lætt við at sleppa sær fram at í bløðunum og mikrofonini, hava ein serstakliga negativan hugburð mótvegis okkara fiskimonnum, sigur javnaðarreiðarin í Klaksvík, Tórleif Sigurðsson.