við Guds eyðkennum. Gud er ikki ein sum hóttir menniskju - Gud er ein, sum býður menniskjum at koma til sín, og biður okkum kasta allar okkar byrðar á seg, sigur Sanna Hammer, sum á ólavsøku hevði eina [...] andaliga mentanararv føroyinga. - Eg havi verið virkin innan altjóða trúboðan í mong ár og ferðast til nógv lond, fyri tað mesta tilafturskomin lond - og lond, har tey als ikki kenna Gud. Tað leiddi meg [...] Síðani er tað flaggið, sum er ímynd av Kristi krossi, og tjóðsangur okkara er eisini ein tilbiðjan til Gud. - Eisini okkara siðalæra er sera nógv merkt av gudstrúgv, eitt nú verða børn okkara lærd at biðja
fyri, at heimurin skuldi ganga undir, við tí úrsliti, at limirnir í tíðini fram til henda dag at kalla fingu loyvi til at gera við hvønn annan sum teimum lysti. Tá so dagurin bæði kom og fór, uttan at [...] fer alt fyri eitt heim til Kiruna at vera um vinkonu sína og børn hennara, og sum frá líður fær hon greiðu á, at tey eru mong, sum so ella so kunnu hava havt sína egnu orsøk til at drepa Viktor. Men áðrenn [...] Stokkhólmi. Alt hetta eiga høvuðspersónurin í skaldsøguni, Rebekka Martinsson, og rithøvundurin til felags, men Rebekka hevur tað afturat, at hon gongur við einum loyndarmáli, sum vísir seg at hava træðrir
ynskja hvalareservat við Antarktis. Harvið ger hesin meiriluti seg til fígginda hjá tí góða. Við tað góða meini eg, at IWC yvirhøvur er til. Tí fáa “friðingarlondini” ov stórt vald, er veruligur vandi fyri [...] hann metti hetta vera so grundleggjandi, at hann gekk ímóti fólkatinginum. Eg veit, at tað illa ber til at krevja av einum ráðharra, at hann skal ganga ímóti sínum egna parlamenti, men eg vil heita á Per [...] meirilutin vil hava hann at gera.” Uttanríkisráðharrin tó væl ímóti orðunum, og lovaði at venda sær aftur til føroyskar myndugleikar. Partapolitikkur At bróta eina avtalu við Føroyar er sjálvandi ein stór avgerð
lærara til vitan. Tað verður játtað og tey fylgjandi árini eru nokk so nógvir skiftandi lærarar á Borðuni. Tann fyrsti lærarin var Eva, systir Valdemar Lützen. Men tá ið Ingeborg skuldi fara avstað til Føroya [...] flyta tey til Keypmannahavnar, har hann verður bókhaldari. Ellen og Ingeborg eru í hvussu er føddar í Keypmannahavn. Othonia doyr sum tað skilst rættuliga ung. Á ellisárum flytir Anders til Føroya at [...] eisini í 1941 stig til at stovna Børneringen, sum á donskum og kristnum grundarlagi skuldi verja børnini móti nasistiskari ávirkan. Hon hevði eisini serlig evni at savna pening inn til hetta endamál. Ingeborg
sannan fong hjá toftamonnum, síðani hann í summarsteðginum kom til landið, og tað er heldur einki at ivast í, at toftafólk hava tikið hann til sín. Hóast áskoðararnir kring Svangaskarð ikki rúgva so nógv [...] bera til at vinna seg undan niðurflytingini. Gestirnir hóttu Dysturin á Toftum var nú ikki av teimum bestu leikliga sæð, men spenta støðan undan dystinnum syrgdi alla tíðina fyri, at nervin var til staðar [...] bíða eftir eini avgerð til seinasta umfar. Fleiri ferðir megnaðu teir hegnisliga at spæla ígjøgnum í borðunum, og tó at talan ikki gjørdist um opnar møguleikar, so lúrdi eitt mál til gestirnar onkra staðni
men mær nýtist tíverri ikki at leita longur aftur enn til xdagin eftir einum púra feskum dømi. Tá ið vit fingu at vita, at fuglfirðingar nú standa til at missa ein persón, sum seinastu árini hevur verið [...] búskaparligu analfabetismu fara at koyra landið útav eggini, um tey sleppa til valdið. Av fólkum, sum ynskja, at vit skulu aftur til teir dagarnar, tá ið føroyingar ótu tara í fjørðuni. Men fyri onnur er hetta [...] taka serlig atlit til okkara. Teir fylgja donskum lógum og donskum mannagongdum. Tí er loysnin púra einføld og opinlýs. Málið má á føroyskar hendur, soleiðis at vit sjálvi kunnu evna til lóggávu á økinum
nóg mikið á av øllum, men tó skal tað samtíðis hóska til klæðini og sjálvandi til andlitsbrøgdini hjá einstaklinginum , mæla tær báðar, Eva og Laila, til. Laila á galla Laila Carlsen sjálv hevði sminkað sær [...] Make-up artistarnir í Cosméto eru vanar við at leggja andlitssmyrsl á til sermerktar veitslur. Og fingu vit á Planetini eisini høvi til at síggja hetta saman við góðum ráðum á modellunum báðum, Barbaru og [...] tað meira, hvør tú ert sum persónur, og hvat hóskar best til tann einstaka. Tessvegna kunnu vit seta júst tað saman, vit ynskja. Gallasmyrsl Til gallaveitslur kunnu vit væl sminka okkum meira, enn vit eru
av Trøllanesi og Jógvan Isaksen, Billu-Jógvan, ættaður úr Leirvík. Tey búsettust í Brekkuni og fingu sjey børn: Bodil, Korintha, Jógvan, Fía, Ruth, Sigvør og Finnbogi. Nú er Sigvør, sum býr í Danmark [...] verið veik í eina tíð. Fía og John hava verið ógvuliga trúgv í samkomuni í Betesda, og Fía fer til gravar frá Betesda við Klaksvíksvegin leygardagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Fíu kunnu lata [...] Mathilda Poulsen í Klaksvík 89 ára gomul. Hon giftist í 1948 við Fríðriki Poulsen av Eiði, og tey fingu tvey børn, Mariu fødd í 1948 og Johan føddur í 1952. Tey búðu í Víkunum. Haraftrat uppaldu tey fleiri
flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett. Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbe [...] føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama [...] londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu
sum vit løgdu til merkis var, at flúgvingin til Akureyrar og Egilstaðar gekk sum vanligt, og tá vit høvdu spurt fleiri ferðir, fingu vit at vita, at tað snøgt sagt ikki var nakar flúgvari til okkum, tí F [...] føroyska liðið kom víðari til finaluna, so høvdu vit ikki klárað at komið til Baltimore, áðrenn flogfarið skuldi fara. Hetta høvdu fyrireikarnir longu tikið hædd fyri. Teir høvdu ringt til Island Air og spurt [...] bussi í umleið 45 min. og gekk so leiðin til Reykjavík, haðani vit skuldu flúgva til Føroyar kl. 1110. Tað kavaði av grimd í Íslandi og tá klokkan nærkaðist 1100, fingu vit at vita, at flogfarid ikki kundi