Anders Fogh Rasmussen er ein steinur...

Forsætisráðharrin ofraði sannleikan á tí partapolitiska altarinum, tá hann gjørdi Norðuratlantsbólkin samsekan í, at Danmark broytir støðu til hvalaveiðu

Anders Fogh Rasmussen ákærdi í gjár Norðuratlantsbólkin á fólkatingi fyri at hava medábyrgd av, at Danmark brýtur eina avtalu við Føroyar, og gongur ímóti føroyskum ynskjum í altjóða hvalaveiðifelagsskapinum IWC.

Fogh vísti á, at Norðuratlantsbólkurin er í valbólki við andstøðuni. Tað er andstøðan sum vil hava Danmark at broyta kós – og tí er Norðuratlantsbólkurin samsekur.

Tá henda ákæra verður sett fram í Føroyum, er tað sjálvandi fyrst og fremst mær, hon er vend ímóti. Tað hevur einki misljóð verið millum meg og forsætisráðharran ta tíðina eg havi verið á fólkatingi, og tí harmar hetta meg. Tí ákæran er burtur úr vón og viti. Eg kundi tað sama sagt sum Erasmus Montanus á sinni: Ein steinur dugir ikki at flúgva; Anders Fogh Ramussen dugir ikki at flúgva – ergo er Anders Fogh Ramussen ein steinur...

 

Tekniskt samstarv

Tað er rætt, at vit eru í valbólki við andstøðuni. Men at vera í valbólki merkir ikki at vera samdur ella at føra sama politikk. Tað er eina og aleina eitt tekniskt samstarv. Sjálvstýris- og Fólkaflokkurin eru í valbólki í Føroyum. Tað merkir ikki, at Kári á Rógvi hevur ávirkan á ella ábyrgd av tí, sum Jørgen Niclasen ger.

Tað er satt, at Norðuratlantsbólkurin kundi staðið sterkari í hesum máli. Tíverri segði Lars-Emil Johansen seg kunna “liva við” at Danmark broytti støðu, tí hann helt, at hetta kundi geva Grønlandi onkrar aðrar fyrimunir í staðin. Men hetta hevði ikki avgerandi týdning.

 

Føroysk sjónarmið undir samráðnum

Og eg gjørdi ið hvussu er tað, eg kundi. Umframt óformligt prát við politikarar, segði eg hesi orð, tá uttanríkisráðharrin varð kallaður í samráð um málið tann 11. juni.

“Eitt danskt orðafelli sigur, at tað besta ofta er tann størsti fíggindin hjá tí góða.

Tað er eftir øllum at døma ein meiriluti av politikarunum á fólkatingi sum heldur, at tað besta í hvalaveiðuspurninginum er at taka undir við teimum londum, ið ynskja hvalareservat við Antarktis.

Harvið ger hesin meiriluti seg til fígginda hjá tí góða. Við tað góða meini eg, at IWC yvirhøvur er til. Tí fáa “friðingarlondini” ov stórt vald, er veruligur vandi fyri, at hvalaveiðulond verða so ónøgd, at IWC dettur sundur. Og so missir altjóða samfelagið allar møguleikar fyri at stýra hvalaveiðuni.

Við tað góða meini eg eisini samstarvið millum Danmark, Føroyar og Grønland um hesar spurningar, sum hevur tryggjað, at ynskini hjá Føroyum og Grønlandi í flestu førum eru fylgd.

Og við tað góða meini eg eisini tað góða huglag, sum verið hevur millum Danmark og Føroyar tey farnu árini.

Tí hetta er ógvuliga prinsipielt. Og tað er eingin ivi um, at vónbrotið verður sera stórt í Føroyum, um Danmark nú fer at bróta avtaluna og siðvenjuna um, at danska stjórnin skal fylgja okkara ynskjum í IWC. Føroyska støðan er sum kunnugt, at røtt umsiting av havsins tilfeingi er ikki friðing, men burðardygg veiða. Men danska stjórnin talar og atkvøður jú vegna føroyingar í IWC – vit hava onga rødd og onga atkvøðu. Tí er greitt, at viðurskiftini versna, um meiriluti fólkatingsins stendur við sítt krav.

Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, eigur rós fyri, at hann vil virða føroysku og grønlendsku ynskini. Eg skilji væl ta truplu støðu, hann er komin í, nú ein meiriluti á fólkatingi ynskir at ganga ímóti áhugamálunum hjá Føroyum og Grønlandi. Men eg vil loyva mær at minna á, at Uffe Ellemann Jensen kom í somu støðu, tá hann var uttanríkisráðharri. Og hann metti hetta vera so grundleggjandi, at hann gekk ímóti fólkatinginum.

Eg veit, at tað illa ber til at krevja av einum ráðharra, at hann skal ganga ímóti sínum egna parlamenti, men eg vil heita á Per Stig Møller um ið hvussu er at taka málið upp við føroyskar myndugleikar áðrenn hann ger, sum meirilutin vil hava hann at gera.”

Uttanríkisráðharrin tó væl ímóti orðunum, og lovaði at venda sær aftur til føroyskar myndugleikar.

 

Partapolitikkur

At bróta eina avtalu við Føroyar er sjálvandi ein stór avgerð, sum er trupul at taka. Tí er eitthvørt signal úr Føroyum, sum kann legitimera avgerðina, sera kærkomið.

Og tað kom eitt slíkt signal úr Føroyum. Teir donsku politikarar, sum brutu avtaluna við Føroyar, fingu eitt heilt avgerandi argument úr Føroyum.

Tað kom ikki frá Norðuratlantsbólkinum. Tað kom frá partamanni forsætisráðharrans, Edmundi Joensen, sum alment fegnaðist um nýggju donsku støðuna.

Altso: Vit hava tveir føroyskar fólkatingslimir. Annar mótmælti avgerð fólkatingsmeirilutans um at broyta kós. Hin fegnaðist um hana.

Men sambært Fogh var tað maðurin, sum mótmælti at kósin varð broytt, sum hevur ábyrgdina av, at hon varð broytt...

Hetta er jú vitleyst. Tað visti Fogh, tá hann segði tað. Men tá tey partapolitisku áhugamálini skulu røkjast, er sannleikin ofta tað fyrsta, sum verður offrað.