Fótbóltur
Hann er kanska ikki gull verdur, men minni kann eisini tað. Brasilski Anderson hevur víst seg sum sannan fong hjá toftamonnum, síðani hann í summarsteðginum kom til landið, og tað er heldur einki at ivast í, at toftafólk hava tikið hann til sín.
Hóast áskoðararnir kring Svangaskarð ikki rúgva so nógv upp í løtuni, so var taktfasta rópið ikki at fara skeivur av, tá Trygvi Mortensen valdi at geva dagsins manni frí teir seinastu minuttirnar av dystinum móti ÍF. Ein dyst, sum B68 vann 2-0, soleiðis at toftamenn nú framvegis hava eina vón um, at tað skal bera til at vinna seg undan niðurflytingini.
Gestirnir hóttu
Dysturin á Toftum var nú ikki av teimum bestu leikliga sæð, men spenta støðan undan dystinnum syrgdi alla tíðina fyri, at nervin var til staðar.
Fyrstu longu løtuna bendi annars á, at tað vóru vertirnir, sum vóru meira fjáltursstungnir enn gestirnir. Fram eftir vøllinum vildi lítið og einki bera til, og heldur ikki í verjupartinum tóktist liðið vera serliga sannførandi.
Fuglfirðingar hinvegin tóktust uppsettir uppá, at niðurflytingarstríðið í øllum førum ikki skal vera nakað, sum skal bíða eftir eini avgerð til seinasta umfar. Fleiri ferðir megnaðu teir hegnisliga at spæla ígjøgnum í borðunum, og tó at talan ikki gjørdist um opnar møguleikar, so lúrdi eitt mál til gestirnar onkra staðni í sjónarringinum.
Tað nærmasta, sum gestirnir komu, var tó eitt innlegg, sum Øssur Hansen mundi beint í egið mál, og spakuliga megnaðu vertirnir at flyta spælið longur niðan. Veruligar møguleikar gjørdist talan tó ikki. Hvørki Øssur Hansen ella Stanislav Stankov megnaðu at bróta ígjøgnum í borðunum, og mitt fyri komu kreativu evnini hjá Eyðstein Skipanes og Boga Petersen als ikki til sjóndar.
Talan mátti mest sum gerast um einmansavrik, um toftamenn skuldu fáa nakað burturúr, og tá tørvurin á hesum var størstur, megnaði Anderson eisini at levera vøruna.
Fyrru ferðina hetta hendi, var góðar fimm minuttir undan steðginum. ÍF verjan var annars væl skipað, og vandi tóktist ikki vera á ferð, tá brasiliumaðurin fekk bóltin. Men so kom ferð á. Sum eitt snarljós rykti hann framvið fyrsta manninum. Hoppaði og dansaði fram við næsta, triðja og fjórða manninum, áðrenn hann við høgra beininum meddaði niðri við nærmastu stong, og so var B68 á odda.
Dreymamál
Sum vera man, so broytti hetta um dystargongdina. Toftamenn kundu nú fyri tað mesta hugsa um at standa rætt í verjupartinum, fyri síðani at dúva upp á kontra, og fyrstu løtuna eftir steðgin hóttu teir eisini fleiri ferðir við at økja.
Fuglfriðingar vóru hinvegin mest sum steinrunnir. Fjálturin á leikarunum var sjónligur, nú teir mest sum stóðu andlit til andlits við niðurflytingarvandanum. Einføldu tingini, sum í fyrra hálvleiki riggaðu so væl, vóru nú mest sum ógjørlig at gjøgnumføra, og heimaáskoðararnir tóktust bara gerast alt meira álvuligir um støðuna.
Sjálvt ikki tann sannroynd, at ein smáskaddur Øssur Hansen mátti fara av vøllinum, tóktist broyta nakað um leikgongdina í spælinum, og tá Anderson so gandaði fyri aðru ferð, var leyst og liðugt. Staddur uttarliga í høgra borðið - einar 25-30 metrar úr málinum ? meddaði brasiliumaðurin til fyrstu ferð, tá fuglfirðingar ikki fingu skallað ordiliga burtur. Bólturin ferðaðist í einum vøkrum boga. Fyrst himmalhøgt fyri síðani at skrúva hegnisliga niður við handara stólpa, uttan at Karstin í ÍF málinum fekk gjørt tað allar minsta, til tess at verja fyri. Eitt framúr væl skotið mál, sum uttan iva man teljast millum heitastu kandidatarnar, um menn skulu kjakast um, hvat mál man vera tað vakrasta hetta fótbóltsárið.
Einki er avgjørt
Og so var ikki stórt meira at gera hjá ÍF. Teir royndu seinastu løtuna at flyta nógv fólk fram í álopi, men veruligar møguleikar gjørdist talan sjáldan um, og sera symptomatiskt, so megnaði Sylla bert at prika framvið stólpanum, tá hann í yvirtíðini varð sendur avstað móti málinum.
Meira enn eitt einsamalt troystarmál hevði talan tó ikki verið um, og so kundu toftamenn fegnast, tá Lassin blásti seinasta bríkslið. Enn eru teir ikki leysir av vandanum ? langt ífrá ? men sigurin gevur teimum trúnna uppá, at tað skal bera til at gera ein »Skála« í sjálvum endaspurtinum.
Hjá fuglfirðingunum er støðan nú nakað øðrvísi. Teir eru framvegis trý stig undan toftamonnum, men hugmyndin eftir dystin sunnudagin segði tað mesta. Niðurboygdu høvdini tóktust mest sum ikki trúgva uppá, at bjargingin longur er ein møguleiki, men tað kann væl vera, at alt sær øðrvísi út næsta sunnudag. Bara eitt stig í teimum báðum seinastu dystunum kann í øllum førum gera undurverk. Og tað vildi tað kanska eisini gjørt, um teir høvdu Anderson á sínum liði, men tann gleðin fall so bara toftamonnum í lut.