Andaligur fyristøðu­maður myrdur

Ummæli av skald­søguni Sólstormur, ið varð heiðrað sum ársins krimidebut í Svøríki í 2003. Nú týdd til føroyskt og útkomin á forlagnum Nýlendi.

Åsa Larsson
SÓLSTORMUR
Nýlendi, 2006
295 síður, Krimi
??????????????????????

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Trúgv kann flyta fjøll, vilja summi vera við. Um hetta eisini er galdandi fyri býir, er ein annar spurningur. Ið hvussu er, eru tey heilt har norðuri í Norrbotten farin undir at flyta allan miðbýin í einum av stóru býunum, Kiruna, at hann skal ikki enda í ánni, sum rennur har. Um tað ikki eydnast teimum, er tað hvørki trú­loysi ella gudloysi fyri at takka, tí fáar staðir í Svøríki – ella Evropa, fyri alt tað (Føroyar undantiknar) – eru fólk so tøld av gudsótta og heilagum anda sum í Kiruna.
Tað er úr hesum fjarskotna jørðildi, krimiskaldsøgan Sólstormur er sprottin. Rit­høvundurin er Åsa Lars­son, advokatur, og hon er sjálv fødd og uppvaksin í Kiruna, men býr í dag í Mariefred, nærindis Stokk­hólmi. Alt hetta eiga høv­uðspersónurin í skald­søguni, Rebekka Mart­ins­son, og rithøv­undurin til felags, men Rebekka hevur tað afturat, at hon gongur við einum loyndarmáli, sum vísir seg at hava træð­rir allan vegin inn í sjálvt hjartað á ódjórinum, sum so líðandi trínur fram úr óhugnaliga myrkrinum uppi í vetrarklædda og bítandi kalda Kiruna.
Søgan er í stuttum, at bróðir eina ungdómsvinkonu hjá Rebekku, Viktor Strandgård, verður myrdur. Drápið er sera rátt, og tað ger tað ikki minni tespiligt, at tað er framt í nýggju glæsiligu og stórbæru kirkjuni hjá sam­komuni Kraftkelduni, har tann myrdi hevði verið andaligur fyristøðumaður. Rebekka, sum býr og ar­beiðir í Stokkhólmi, fer alt fyri eitt heim til Kiruna at vera um vinkonu sína og børn hennara, og sum frá líður fær hon greiðu á, at tey eru mong, sum so ella so kunnu hava havt sína egnu orsøk til at drepa Viktor. Men áðrenn hon veit av, er hon sjálv vorðin eitt týðandi fólk í einum talvi, sum verður stýrt av fanatismu, fjaldum motivum og maktgirnd.
Sólstormur er ein sera spenn­andi krimisøga, og hon gongur fyri seg í einum umhvørvi, sum ikki er heilt ókent fyri nógvar føroyingar, nevniliga í einari kristnari samkomu í einum fjarskotnum og nokk so avbyrgdum horni av Svøríki, sum í nógvar mátar kann líknast við Føroyar. Kiruna og umráðið kring býin er og hevur eisini í søgu­liga veruleikanum ver­ið sera nógv ávirkað av trúarsamfeløgum og sam­komum við ógvuliga víð­gongdum sjónarmiðum.
Eitt nú var har í tíðini millum fyrra og seinna heimsbardaga ein ovurstór dómadagssekt, sum hevði sett ein ávísan dag fyri, at heimurin skuldi ganga undir, við tí úrsliti, at lim­irnir í tíðini fram til henda dag at kalla fingu loyvi til at gera við hvønn annan sum teimum lysti. Tá so dagurin bæði kom og fór, uttan at heimurin fór nakran veg, stóðu tey eftir við moralskum timburmonnum í ólukkumát. Tað sigst, at av tí at sektin var so stór, eru flestu Kirunabúgvar enn á døgum ættaðir frá onkrum limi í hesi ólukku sekt.
Fyri okkum føroyingar eru tað sostatt viðkomandi og kendir spurningar, sum verða havdir á lofti. Men samstundis er verkevnið – átrúnaður sum motiv fyri brotsgerð – bókmentaliga sæð rættiliga fittligt at fáast við, og tað hevur eisini verið nógv brúkt í krimisøgum áður. Spurningurin er tí, um Åsa Larsson megnar at fáa sum mest burturúr tilfarinum, hon hevur at arbeiða við. Her er svarið: ja – við einum lítlum: men. Sum krimisøga eydn­ast Sólstormur heilt væl, spenningurin verður fast­hildin gjøgnum alla bókina, og endin er bæði harðligur og ódligur og hartil nokk so óvæntaður. Tað er tí ikki heilt óskiljandi, at Åsa Larsson fyri Sólstorm fekk “Svenska Deckarakademins pris för bästa krimidebut” 2003.
Aðramáta er Sólstormur ein krimisøga við stórum K, har søguflætta, spenn­ingsrás og sannroyndir hava alt at siga, meðan lýs­ingar av persónum, um­hvørvi og samfelag koma í aðru røð. Hetta ger, at høvuðspersónurin, Rebekka Martinsson, í besta detektivsøgustíli, fram­­vegis er líka gátufør og løgin, tá ið bókin endar, sum tá ið hon byrjaði. Sum heild er tað í lagi við tí, men sum­staðni verður skrivað óneyðuga nógv um ymiskt, sum hevur lítlan týdning fyri søgugongdina, og sum at kalla tvingar lesaran út á villinistíggj. Tað er kanska ætlanin, men kundi verið gjørt snildari.
Tað er forlagið Nýlendi, sum gav bókina út, og hon er sum heild væl týdd av Jákupi í Skemmuni. Bókin er ein fikkubók, sum ligg­­ur væl í hondini. Eitt minus eru kortini stavirnir, serstakliga skákstavirnir, sum eru dekan og smáir.
Sólstormur er fyrsta krimi­skaldsøgan hjá Åsu Lars­son, sum er týdd til føroyskt. Í Svøríki eru nú komnar tvær afturat, við Rebekku Martinsson í høvuðsleiklutinum, Det blod som spillts (2004) og Svart stig (2006). Vónandi koma tær eisini skjótt á føroyskum, soleiðis at før­oyskir lesarar ikki skulu ótolnast alt ov leingi eftir at hava lisið Sólstorm.