annars hava nokk av, Nú hava vit so selt fyrstu lastina undir litaviskum flaggi, úrslitið var, at vit fingu 23% meir fyri rárækurnar, enn um vit høvdu føroyskt flagg. Tað er so hervið prógvað. Hvat er galið [...] og onnur lond niður ella uppskriva krónu okkara, og so sum gongdin er at lønin bert fer upp uttan tó at fólk hevur meir eftir, og fiskaprísir niður, so er tað klárt, at vit eru als ikki kappingarførir, serliga [...] ljóðar fyri mær, at hann má bara finna upp á okkurt so ringt sum møguligt at siga. Eg helt hetta var ein hjálp til teirra fátaksliga lív. Nú hava vit so fingið samarbeiði við eina norðurlenska tjóð, hetta
var verkfallið. Tað bar ikki so væl til hjá teimum at fáa brennievni til bilin, so tey royndu at ganga sum mest. Teir seinastu dagarnar búðu tey á hotel Norð á Viðareiði, og so skuldu tey eftir ætlan fara [...] fyrr enn klokkan 7:15, og tað vil siga, at tey høvdu hálvananna tíma úr Leirvík til flogfarið fór. ? Eg havi fingið at vita, at eg skal standa á ferjuleguni í morginárini klokkan sjey og so koyra skjótt, greiðir [...] nógvar ymiskar bøkur, sum norðurlendskir rithøvundar hava skrivað. ? Her er so friðarligt allastaðni, og børnini tykjast at vera so glað og lukkulig, siga tey bæði, og tey eru á einum máli um, at hetta er
syrgdu vágbingar fyri, at meistararnir at kalla ikki fingu fótin fyri seg. Hvat tær hjá VÍF so enn royndu, so vórðu tær antin steðgaðar av sterku VB-verjuni, ella av eini væl leikandi Davi Ylatie í málinum [...] VB-spælið meira, men heldur tók sær ein túr á beinkinum, so hon kundi koma fyri seg aftur. Noktaðu at gevast Grundað á gongdina í fyrra hálvleiki, so var ikki løgið, um vágbingar hildu, at nú var mest sum [...] minkaður niður í eitt mál, og so mundu sjálvt mest svartskygdu vestmenningarnir kenna roykin av sigrinum, meðan vágbingarnir í høllini gjørdust alt meira fámæltir. Og so var av álvara spenningur aftur
vikur frammanundan, so var bara eitt at gera. »Vit boðaðu eigarunum frá ein fríggjadag, at fingu vit ikki pening um vikuskiftið, so lat bankin ikki uppaftur mánamorgun.« sigur stjórin. »So einføld var støðan« [...] hevði farið so syngjandi á húsagang, um bankin ikki varð bjargaður«, sigur Jørn Astrup Hansen. Samanleggingin var røtt Tá støðan nú verður gjørd upp aftaná ? og hugt verður í bakspegli, so er so lætt at vera [...] síðani Føroya Banki og Sjóvinnubankin vóru í so svárari neyð, at teimum tørvaði andahjálp. Upphæddirnar, sum landsstýrið settu í bankarnar vóru ikki smáar, men nú so long tíð er farin hevur tíðin víst, at tað
styttri av vegum at gera. Men harafturat verður so nógv tilfari til taks at brúka í nýggju samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði, at hon verður einar 15 milliónir bíligari. NCC sigur sostatt, at útfrá teimum [...] sítt projekt, fer tunnilin at kosta kosta einar 125 milliónir. Hesin tunnilin verður 2.100 metrar, men so skulu 1,4 kilometur av vegi gerast afturat hovsmegin og 2,8 kilometrar av vegi øravíkarmegin. MYNDATEKSTUR:
grundgjaldinum, og síðani er tað upp til hvørt land av standa seg so væl sum gjørligt, sigur Torleif Sigurðsson. - Vit hava millum 12 og 15 milliónir krónur millum fingrarnar hvørt ár, og føroyska samfelagið [...] luttøkuni hjá Føroyum var sunt. - Vit søgdu, at um vit ikki kundu verða við fíggjarliga ella ítróttarliga, so høvdu vit einki at gera í altjóða fótbólti. Vit hildu, at vit vóru á rættari leið, men vit vistu, at [...] sigur Torleif Sigurðsson. - Tá vit fóru uppí, kendi eg meg vísan í, at um vit ikki tóku kjansin tá, so fór tað at verða trupult seinni, tí treytirnar fyri limaskapið fóru at broytast. Vit eru í eini heilt
Suðuroyar Sjúkrahús varð so frægt, sum tað var, tí hann brúkar alla sína orku at sláa garð um sjúkrahúsið. Og so hevði hann eisini tann eginleika, at tað kólnaði líka skjótt aftur og so var alt gloymt. - Eg [...] síðani eg kom suður aftur í 1976. Tá var ikki so frægt sum ein kopimaskina á sjúkrahúsinum. Einasta kopimaskina nær í námind av okkum var á apotekinum, so hvørja ferð, vit skuldu hava eitt kopi, máttu [...] havi so eisini fleiri ferðir merkt, at landsins myndugleikar fáa upplýsingar, eg ikki eru samdur í og tá havi eg tilskilað mær rætt til at tala at og at forklára tann rætta samanhangin, eisini so at øll
ikki var nakað at reypa um, sæð úr einum føroyskum sjónarhorni, so var øðrvísi statt við fyrra dystinum. Okkara menn byrjaðu kanska ikki so væl, og bæði í verju og álopspartinum gekst fyrstu løtuna striltið [...] Johnny og Martin ikki gjørdu eitt gott arbeiði undan Heina, men tað er nú so, at spælir ein høgrahandaður spælari á høgra veingi, so er hann noyddur at koma væl inn á vøllin, fyri at gerast ein verulig skothóttan [...] nevnt í byrjanini, so var hetta seinna umfarið tó als ikki nakar stórdystur fyri okkara viðkomandi. Menninir vóru moyrir, nú teir annan dagin á rað skuldu royna seg, og í roynd og veru, so var Jens Skipagøta
Teir minkaðu um munin til 15-17, men hetta var eisini tað nærmasta teir komu. Sum sagt, so brúktu teir nógva orku til at keglast við dómararnar, og fyri at siga tað sum tað er, so var meginparturin púra óneyðugur [...] tí spæl teirra var væl skipað, bæði í verju og í álopi. Um talan var um sterkasta lið strandinga, so er eingin ivi um, at tað stendur væl til á Strondum. Jónleif Sólsker, venjari, sum í fjør var ein [...] Harafturímóti hava teir fingið royndan føroyskan venjara í Kára Durhuus, og hóast byrðan er tung, so kann hann uttan iva fáa skil á ungu hoyvíkingarnar. Men tað verður ikki nøkur løtt uppgáva at gera
Sunnudagin leggur sluppin Johanna frá landi og talan er um eina so sjáldsama ferð, sum at fara undir Sumbiarbjørgini. Bussur fer av bryggjuni í Vági kl. 15.00 og koyrir oman í Pollin í Sumba. Bátur siglir fólk út [...] . Hetta verður gjørt fyri at stytta um túrin, so ikki er neyðugt hjá ferðafólki at sigla um Akrabergstanga á veg undir Sumbiarbjørgini. Johanna siglir so norðureftir á vestursíðuni, undir Sumbiarbjørgini [...] Staðkend heimildarfólk eru við á ferðini, sum duga staðarnøvn, onkra søgu um røkt av bjørgunum og so framvegis. Best er at hava ábit og okkurt heitt at drekka við sær á ferðini. Manningin á Johannu bjóðar