Hoyvíkingar gulir og bláir av StÍF

Hondbóltur: Strandingar lótu ongan iva vera um úrsliti. Teir vundu burturúr H71 í einum einsrættaðum dysti

H71-StÍF 21-30 (8-12)


Meistaraliðið av Strondum slapp at hvíla seg í fyrsta umfari av landskappingini 1999/2000, men sunnudagin sluppu teir ein túr til Havnar at spæla móti hoyvíkingum. Og tað var ikki meir enn at teir fingu sveittan fram, av dystinum.

Strandingar byrjaðu sum hvirluvindar, og áðrenn hoyvíkingar vistu av vóru teir aftanfyri við trimum málum. Við hesum var gongdin í grundini løgd, og hjá strandingum ráddi fyrst og fremst um at halda fast.

Hetta gekk eisini framúr væl, tí spæl teirra var væl skipað, bæði í verju og í álopi.

Um talan var um sterkasta lið strandinga, so er eingin ivi um, at tað stendur væl til á Strondum. Jónleif Sólsker, venjari, sum í fjør var ein týdningarmikil partur av FM-liðnum, sat uttanfyri í dag, og tað var eftir tí, sum vit hava skilt ikki tí at hann hevði skaða. Hann ætlar sær eftir øllum at døma at spæla sum minst í ár, og tí skulu nýggir leikarar spælast inn.


Hoyvíkingar tunnir

Tað var annars eitt ótrúliga tunt H71 lið sunnudagin. Væl vita vit, at Hans Gudmundsson og Finnur Hansson eru burtur, men fyri tað áttu hoyvíkingar at kunna víst meir.

Halgir Dahl Olesen royndi av øllum alvi at vísa síni kynstur, men tað var ikki nóg mikið. Síðani fór hann eins og flestu av hinum hoyvíkingunum at brúka munn, og tað spyrst sjáldan nakað gott burturúr.

Halgir gjørdist eisini málslúkurin hjá H71 við átta málum.


StÍF effektivari

Í øðrum hálvleiki royndu hoyvíkingar at fáa fatur á StÍF, og einu løtuna sá hetta eisini út til at fara at eydnast. Teir minkaðu um munin til 15-17, men hetta var eisini tað nærmasta teir komu. Sum sagt, so brúktu teir nógva orku til at keglast við dómararnar, og fyri at siga tað sum tað er, so var meginparturin púra óneyðugur.

Í flestu førum er ein orsøk til óneyðugt kegl, at leikararnir kropsliga ikki eru nóg væl fyri, og tað er heldur ikki óhugsandi at tað júst var orsøkin í dag.

Strandingar runnu H71 niður og norður, og tað kann fáa sinnið í kók hjá tí allarróligasta tá soleiðis er statt.

Móti dystarenda fekk Vøgg Debess reytt kort fyri í hevnisøku at langa nevan í búkin á Kristiani Rasmussen, og tann einasti, sum ikki mótmælti var .... Vøgg Debess. Kristian fekk tveir minuttir fyri ófantaligt spæl, og tað var eisini í lagið.

Tá henda støðan kom í var dysturin langt síðani avgjørdur, og spurningurin var bara sum strandingar skuldu vinna við átta ella nýggju málum.


Spenningurin

ikki frá H71

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað skal annað og meira til, um H71 ætlar sær at vera við í toppinum av landskappingini í ár.

Í fjør høvdu teir frægar útlendskar leikarar at dúva uppá, men tað hava teir ikki í ár.

Harafturímóti hava teir fingið royndan føroyskan venjara í Kára Durhuus, og hóast byrðan er tung, so kann hann uttan iva fáa skil á ungu hoyvíkingarnar.

Men tað verður ikki nøkur løtt uppgáva at gera tað.

Ungu hoyvíkingarnir, sum fyri langari tíð síðan hava víst, at teir duga spæla hondbólt, eru heldur enn ikki bráðir, og tað kann geva trupulleikar viðhvørt.

Í dystinum sunnudagin sást eisini týðuliga, at teir við vhørt hugsa í meira lagið um tað dómarin hevst at heldur enn at hugsa um spælið.

Vónandi fær venjarin broytt hesa taknagongd til tað betra. Tað hevði verið munandi meira søminligur atburður fyri hoyvíkingar enn tað teir vístu í endanum á dystinum sunnudagin.


Brøðurnir Johansen

Hjá strandingum vóru tað brøðurnir Johansen, sum vóru teir stóru. Av teimum 30 málunum sum strandingar fingu gjørdu teir ikki færri enn 23.

Hetta sigur ikki so lítið um evnini, men hini mótstøðuliðini mugu fyri alt í verðini ikki halda at teir eru teir einastu, sum kunnu gera mál hjá StÍF. Har eru nógvir aðrir góðir leikarar, sum sunnudagin fingu spælið hjá StÍF at ganga rættiliga flótandi.

So flótandi, at strandingar vundu burtur úr H71


H71: Halgir Dahl Olesen 8, Olaf Vestergaard 5 (2), Eyðun Højgaard 3, Tróndur Vatnhamar 3, Rene Dahl Olesen 1, Svend Aage Seloy 1

StÍF: Artur Johansen 14 (5), Alexandur Johansen 9, Kristian Peturson 3, Karstin Danielsen 2, Bent Djurhuus 1

/tvísingar: H71 3 og StÍF 4

Burturvísingar: H71 1

Brotskøst: H71 2, StÍF 6

Dómarar: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg