Sunnudagin leggur sluppin Johanna frá landi og talan er um eina so sjáldsama ferð, sum at fara undir Sumbiarbjørgini.
Bussur fer av bryggjuni í Vági kl. 15.00 og koyrir oman í Pollin í Sumba. Bátur siglir fólk út til Johannu, sum liggur uttanfyri Sumbiarhólm. Hetta verður gjørt fyri at stytta um túrin, so ikki er neyðugt hjá ferðafólki at sigla um Akrabergstanga á veg undir Sumbiarbjørgini. Johanna siglir so norðureftir á vestursíðuni, undir Sumbiarbjørgini, framvið Loprans-hólmi og undir Vágsbjørgini. Túrurin undir bjørgun-um varir góðar tveir tímar. Síðani siglir Johanna aftur til Vágs við ferðafólkunum. Mett verður, at Johanna er aftur á bryggjuni í Vági um 20 tíðina á kvøldi.
Staðkend heimildarfólk eru við á ferðini, sum duga staðarnøvn, onkra søgu um røkt av bjørgunum og so framvegis.
Best er at hava ábit og okkurt heitt at drekka við sær á ferðini. Manningin á Johannu bjóðar kaffi og smákøkur.
Kostnaður fyri busskoyring og túr undir Sumbiarbjørgini er kr. 200,- fyri vaksin, men tað er ókeypis fyri børn. Tað er avmarkað luttøka, so best er at tekna seg í góðari tíð.
Bindandi tilmelding til túrin fer fram á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvør-oyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.
Frásøgn um Hovgrímsgrøv leygardagin
Onnur tiltøk eru eisini á skránni, sum kunningarstovurnar í Suðuroynni skipa fyri. Leygardagin er møguleiki at vitja Hov-grímsgrøv.
Bussur koyrir av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági (Gamli skúli) kl. 10.30.
Koyrt verður til rulluportrið omanfyri Hov, gingið verður oman til Hovgrímsgrøv, har greitt verður frá hesum søguliga staðnum. Finnbjørn Hovsgarð (Bróður) greiðir frá.
Greitt verður frá týðandi parti í føroyingasøgu, t.d er greitt frá um grøvina í Flatoyarbók. Hovgrímur doyði í bardaga í Dímun ár 971. Hann er grivin undir Homrum og tað, sigst at hestur hansara eisini er grivin her, men vestanfyri Hovgrím. Útgrevstur fór fram í grøvini í 1835, eftir boðum frá Christian Pløyen, - tá vórðu tveir brynjuringar funnir. Økið við Hovgrímsgrøv varð friðað í 1940 og vert er at leggja til merkis, at Hovgrímsgrøv var fyrsta fornminni í Føroyum, sum bleiv friðað.
Havið matpakka og okkurt at drekka við, so prátað kann verða víðari, meðan sitið verður á økinum við Hovgrímsgrøv, siga fyrireikararnir.
Bussur koyrir kl. 12.30 aftur til Kunningarstovur-nar á Tvøroyri og í Vági.
Kostnaður fyri frágreiðing um Hovgrímsgrøv er kr. 50,- fyri vaksin, fyri børn er tað ókeypis.
Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.
Gongutúrur frá Hovgrímsgrøv til Øravíkar leygardagin
Fyri tey ágrýtnu er møguleiki at ganga lognri túr, nevniliga frá Hovgrímsgrøv og til Øravíkar.
Bussur koyrir av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági (Gamli skúli) kl. 10.30.
Koyrt verður til rullu-portrið omanfyri Hov, gingið verður oman til Hovgrímsgrøv, har greitt verður frá hesum søguliga staðnum. Aftaná verður farið eftir varðagøtuni til Øravíkar.
Tað er bratt at ganga niðan á eggina (Skarðið í Kambi). Tá komið er niðaná, er ikki tungt at ganga oman til Øravíkar. Gingið verður framvið Fossaskørð, har søgurnar siga frá um tey mongu trøllini, sum plagdu at renna eftir hovbingum, tá teir komu í myrki eftir varðagøtuni.
Eftir loknan gongutúr, verður koyrt við bussi úr Øravíkar til ávikavist kunningarstovurnar á Tvøroyri og í Vági, siga kunningarstovurnar í tíðindaskrivi.
Kostnaður fyri frágreiðing um Hovgrímsgrøv, gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin, fyri børn er ferðin ókeypis.
Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvør-oyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.
Gott at hava við!
Heit og góð klæði, góðar skógvar ella styvlar, mat-pakka og ein drekkamunn. Hevur tú kikara og eitt kort yvir økið, har gingið verður, gerst túrurin óivað meira áhugaverdur.
Ongin orsøk er at sita hendur í favn, nú kunningarstovurnar í Suðuroynni hava lagt til brots. Og boðini eru greið:
Kom við og gakk Suðuroynna á tamb!
Leygardagin verður hildið avstað. Hetta er tann fimti gongutúrurin kunningarstovurnar í Suðuroy fyriskipa. Góð undirtøka hevur verðið til túrarnar. Til dømis vóru fleiri enn 20 fólk við seinasta leygardag, tá gingið varð úr Víkarbyrgi á Akrar. Hesin túrurin var stuttur, fleiri ung og børn vóru við og ynskta gongufólki var Tóra S. Olsen, sum bara er 7 ára gomul.