Kunnu gera tunnil 30 milliónir bíligari enn Landsverkfrøðingurin

Felagið, sum gjørdi undirsjóvartunnilin, kann gera Hovstunnilini einar 30 milliónir bíligari enn Landsverkfrøðingurin kann gera tunnilin fyri- og so fáa vit harafturat ein nógv betri tunnil

Hovstunnilin

Suðuroy: Útfrá teimum upplýsingum, vit hava í løtuni, fer ein tunnil ímillum Øravík og Hov at kosta 92 milliónir.
Norska felagið NCC, sum ehvur gjørt undirsjóvartunnilin, er nú eisini komið upp í ætlanina at gera tunnil ímillum Øravík og Hov.
Hetta hevur vakt stóran ans í Suðuroy, tí umframt at tunnilin sostatt verður einar 30 milliónir bíligari enn Landsverkfrøðingurin kann gera tunnilin fyri, hevur NCC valt eina aðra linjuføring, sum ger, at tunnilin verður munandi betri.
Tað eru suðuroyingar, sum av sínum eintingum hava biðið NCC um at meta um verkætlanina.
Og eftir at hava kannað málið, sigur felagið, at tað ber til at gera tunnilin bæði betri og bíligari enn Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp.

Loysir ikki trupulleikan
NCC sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur valt tað tryggu loysnina og hevur tí lagt tunnilin ígjøgnum eitt basaltlag, sum er væl kent fyri at tryggja seg ímóti trupulleikum.
---- Hetta er eisini neyðugt við teirri útgerð og teirri tøknifrøði, sum Landsverkfrøðingurin hevur til taks.
- Loysnin hjá Landsverkfrøðinginum fer eisini at bera í sær, at arbeiðið at tryggja tunnilin verður lítið og onki.
Men NCC leggur afturat, at fyri ferðsluna er linjuføringin, sum Landsverkfrøðingurin hevur lagt, óheppin!
- Tað verða brattar brekkur báðu megin tunnilin og hendan loysnin tykist ikki at loysa trupulleikarnar, sum nú eru av trygdini og ferðsluviðurskiftunum annars á hesum strekki.
-Men verður tunnilin fluttur nærmari Hovi og Øravík, slepst bæði undan brekkunum, samstundis sum trupulleikin við trygdini verður loystur.
Samstundis verður farleiðin einar tveir kilometrar styttri.
NCC sigur, at hetta ber til við teirri nýmótans útgerð, sum er til taks nú á døgnum. Tað ber væl til at bora ígjøgnum aðrar basaltfláir enn hana, sum Landsverkfrøðingurin hevur valt og tað ber eisini til at bora tunlar ígjøgnum ymsar fláir.
Tað fer at krevja størri arbeiðið at tryggja tunnilin, men eisini tað ber til.

Byggitíð: 20 mánaðir
NCC sigur, at verður teirra linjuføring vald, verður tunnilin 400 metrar longri, ella 2.500 metrar, men afturfyri verða næstan tríggir kilomettar styttri av vegum at gera. Men harafturat verður so nógv tilfari til taks at brúka í nýggju samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði, at hon verður einar 15 milliónir bíligari.
NCC sigur sostatt, at útfrá teimum upplýsingum, sum eru til taks í løtuni, kann hesin tunnilin gerast fyri 92 milliónir, umframt mvg og tá eru 200 metrar av vegi taldir uppí.
Samstundis fer tað bert at taka 20 mánaðir at gera arbeiðið, tað eru minni enn tvey ár.
NCC sigur, at endaliga linjuføringin verður løgd, tá ið jarðfrøðin er kannað gjølligari, men tað verður ikki neyðugt við fleiri kjarnuboringum ella seismiskum kanningum.
Samstundis bjóðar NCC sær eisini til at fíggja arbeiðið!
Í kostnaðarmetingunum, sum Landsverkfrøðingurin hevur gjørt yvir sítt projekt, fer tunnilin at kosta kosta einar 125 milliónir. Hesin tunnilin verður 2.100 metrar, men so skulu 1,4 kilometur av vegi gerast afturat hovsmegin og 2,8 kilometrar av vegi øravíkarmegin.




MYNDATEKSTUR: KORT:

Á hesum kortinum síggjast bæði uppskotini til tunlar ímillum Øravík og Hov. Sjálvir tunlarnir eru svartir við hvítari striku ígjøgnum. Høgrumegin er uppskotið hjá Landsverkfrøðinginum. Hetta er ein tunnil, sum gongur í ein stóran boga, langt úti ímóti Hovsegg og í 140 metra hædd hovsmegin og í 53 metra hædd Øravíkarmegin. Í sambandi við tann tunnilin skulu 4,2 kilometrar av vegi gerast.
Uppskotið hjá NCC er ein beinur tunnil, sum gongur inn á fjallið, har landsvegurin er lægstur, heilt niðri í dalinum í Hovi, niðri við sjógvin. Í sambandi við hendan tunnilin er neyðugt at gera 200 metrar av vegi. Hendan tunnilin, og vegin, kann NCC gera uppá 20 mánaðir fyri 92 milliónir