Vánalig ráðgeving til ferðafólk í Føroyum

Eitt franskt par, sum hevur ferðast í Føroyum ta seinastu vikuna, mundu verðið ov sein til flogfarið til Aberdeen 2. Hvítusunnumorgun. Tey vóru stødd í Klaksvík 1. hvítusunnudag og sluppu ongan veg, tí Dúgvan siglir ikki halgidagar. Hetta varð ongantíð upplýst teimum

Lítil og ongin ivi var um, at tey bæði, harra og frú Houllier úr Biarritz í suður-Fraklandi, gjørdust eitt sindur skelkað, tá tey 1. hvítusunnumorgun, fingu boðini um, at Dúgvan ikki sigldi, tí tað var halgidagur. Tað høvdu tey ikki fingið at vita frá nakrari føroyskari ferðamannaskrivstovu, og tískil vórðu tey strandað í Klaksvík 1. hvítusunnudag.
Atlantic Airways hevði tilrættislagt teirra túr, og tey høvdu fingið eitt fullført yvirlit yvir møguleikar og hentleikar í Føroyum. Men ein sera týdningarmikil upplýsningur lá tó eftir. Ongin hevði sagt teimum, at ferjurnar í Føroyum ikki sigla 1. hvítusunnudag, og tískil høvdu tey bert halvan annan tíma frá tí, at tey komu til Leirvíkar 2. hvítusunnumorgun til flogfarið hjá teimum fór avstað.
Tey liðu tó onga neyð sum so 1. hvítusunnudag, tí tey fóru á Sjómansheimi í Klaksvík at búgva eina nátt, men tey undrast yvir, at tey ikki hava fingið nakað at vita.
Flogfarið hjá teimum skuldi flúgva klokkan 9:20 2. hvítusunnumorgun, og tey sluppu ikki úr Klaksvík fyrr enn klokkan 7:15, og tað vil siga, at tey høvdu hálvananna tíma úr Leirvík til flogfarið fór.
? Eg havi fingið at vita, at eg skal standa á ferjuleguni í morginárini klokkan sjey og so koyra skjótt, greiðir harra Houllier frá. Men hann ristir samstundis við høvdinum og sigur, at tað kann hann jú ikki, tí hægst loyvda ferð er 80 kilometrar um tíman.
? Vit hava fingið eina fullførda ferðaætlan frá Atlantsflog, men tað stendur onki um hendan halgidagin, har ongin ferja siglur og alt er stongt, sigur hann og leggur dent á, at tað er ábyrgdin hjá flogfelagnum og ikki teirra.
? Hvussu kundu vit vita tað, tá ongin hevur sagt okkum tað, spyr hann, meðan hann og kona hansara njóta ein góðan døgurða á Klaksvíkar Sjómansheimi.
Tað er ikki ov nógv sagt, at tey stúra eitt sindur fyri, um tey munnu fara at náa tað ella ikki, tí allatíðina meðan tey tosa um heimferðina venda tey aftur til, um tey náa flogfarið.

Vakurt land
Tey bæði komu til Føroyar fyri átta døgum síðani, og tey hava ferðast kring oyggjarnar við leigaðum bili.
Teimum dámar sera væl Norðurlondini, og tey hava verið bæði í Íslandi, Norra og Svøríki. Tey hoyrdu um Føroyar, tá tey vóru í Íslandi í fjør. Tey komu í samband við eina føroyska kvinnu, sum greiddi teimum frá Føroyum og gav teimum ein faldara. Heimafturkomin til Fraklands fór harra Houiller út á internetið, og har fann hann heimasíðuna hjá Atlantsflogi. Hann setti seg í samband við tey, og tey tilrættisløgdu so allan túrin fyri tey. Útferðir, gisting, bil og sjálva ferðina til Føroyar. Tað lata tey sera væl at, og tað einasta minussið við túrinum var henda keðiliga hendingin 1. hvítusunnudag.
Tey bæði ferðast nógv, og teimum dámar best at ferðast til lond, har tað ikki er so heitt. Og harafturat dámar teimum best at ferðast á tann hátt, at tey sjálvi gera av, hvat tey gera, og hvar tey fara.
? Føroyar eru eitt avbera vakurt land, sigur frú Houllier. Henni dámar sera væl skandinaviskan litteratur. Hon hevur lisið nógvar ymiskar bøkur, sum norðurlendskir rithøvundar hava skrivað.
? Her er so friðarligt allastaðni, og børnini tykjast at vera so glað og lukkulig, siga tey bæði, og tey eru á einum máli um, at hetta er eitt gott pláss fyri børnum at vaksa upp í. Eisini halda tey, at føroyingar eru so blíðir. Tey hava hitt mong fólk, og fyrstu dagarnar undraðust tey ikki sørt á, at fólk heilsaðu teimum, hóast tey eru útlendsk.
? So at siga øll, sum vit hava møtt, hava heilsað upp á okkum. Onkur hevur stegðað og tosað, meðan onnur bara hava givið eitt nikk og sagt góðan dag.
Fyrsta dagin vóru tey í Tórshavn, síðani gekk leiðin inn í Eysturoynna, har tey gistu á hotel Eiði í nakrar dagar. Har nýttu tey serliga høvi til at fara gongutúrar í náttúruni, men veðrið hevur ikki reiðiliga verið við teimum.
? Tað letur til, at veðrið í Føroyum altíð er gott um kvøldið, halda tey bæði og smílast við.
Ein onnur orsøk til, at tey gingu meira, var verkfallið. Tað bar ikki so væl til hjá teimum at fáa brennievni til bilin, so tey royndu at ganga sum mest.
Teir seinastu dagarnar búðu tey á hotel Norð á Viðareiði, og so skuldu tey eftir ætlan fara úr aftur Klaksvík sunnudagin vestur í Vágarnar.
? Vit høvdu ætlað okkum ein túr undir Vestmannabjørgini á veg vestur, men tað verður so av ongum á hesum sinni. Tað gerst ikki við, sigur harra Houllier og yppir øksl, meðan kona hansara hyggur út gjøgnum vindeygað á Sjómansheiminum eftir tveimum kappróðrarbátum, sum fara inn eftir vágni.
? Mín sann er hetta eitt vakurt land, sum tit búgva í. Fjøll og sjógvur ? tað fær illa verðið betur, sigur hon smílandi.
Tað er ikki eydnast okkum at finna út av, um tey bæði náddu flúgvarin, men tað hava tey helst. Hálvur annar tími úr Leirvík til flúgvarin fer, er ikki nógv, men tað gongur, siga onnur, sum ofta koyra ímillum. So er bara at vóna, at tey bæði, harra og frú Hollier, koma heim í øllum góðum. Tey verða heima í Biarritz hósdagin.
Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá Atlantic Airways, áðrenn evsta mark.