tríggjar konsertir í Føroyum hesa vikuna, áðrenn leiðin gongur til Keypmannahavnar í næstu viku. Mikukvøldið 18. mars verður konsert í Reinsarínum í Havn, fríggjakvøldið verður tað á Listastovuni í Miðvági, og [...] og leygarkvøldið verður tað Tøting í Syðrugøtu. Hetta verður ein lítil, forkunnug konsertferð, sum eisini er upphiting til ta stóru konsertina í Alice í Keypmannahavn 25. mars, har Silvurdrongur spælir [...] Koshka. Eisini verður bókatiltak í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 27. mars, har Trygvi Danielsen hittir Sissal Kampmann at práta um stórverkið hey :), sum kom út í november í fjør. Við sær á pallin hevur S
betri fyrra hálvleik í dag, samanborið við fyrra hálvleikin móti Sveis fyrradagin. Føroyar eru bert aftanfyri við einum máli 8-9 í dystinum móti Kroatia í Sankt Jakobshøllini í Basel í Sveis. Verjan hevur [...] átta av 20 málmøguleikum. Hjálparvenjarin hjá Føroyum, Simon Olsen segði við KVf, at hann er væl nøgdur við avrikið i síni heild, men saknar hægri effektivitet í álopsspælinum. Málskjúttar: Turið Arge Samuelsen
Vinnuhúsið í morgun. Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum var í fjør 89,5 tús. tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til uml. 109 tús. tons í rundari vekt. Sostatt var tøkan aftur á sama støði sum í 2022 tá tað [...] 2021 tá 95 tús. tons í kruvdari vekt vóru tikin. Hóast samlaða tøkan í vekt vaks 11%, so var samlaða talið av tiknum laksum í 2024 einans 350 tús. fleiri enn í 2023. Miðalvektin í 2024 var sostat 5,25 [...] 25 kg., sum er á væl hægri enn miðalvektin í 2023 á 4,82 kg. Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini
staddur uttan fyri Føroyar í lestrarørindum, varðveitir tú valrættin. Tað er tó treytað av, at tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans [...] tilsamans. Tú mást ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn átta ár. Fyri at velja, skalt tú søkja um at sleppa á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett. Tú søkir á Vanganum. Rita [...] skrivar, at í morgin tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Tórshavnar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Tórshavnar kommunu í hendi
30. mai í ár. Førleikakrøvini til limir í Búskaparráðnum eru: Búskaparfrøði, fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum. Limir í Búskaparráðnum [...] Í morgun klokkan 10 leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn. Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við [...] Búskaparráðnum eru: Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði Marjun
Í kvøld verður stóra landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, og runt um í Føroyum hava fleiri gjørt sítt til at stuðla. Suðuri í Vági hava næmingar og lærarar í 1.-3. flokki vitjað ymsastaðni í bygdini, og [...] sungið. Sangur fyllir nógv í Vágs skúla, og umframt at hava stuðlað Reyða Krossi í tí arbeiði tey gera, so hava børnini í dag eisini verið við til eina heiðurskonsert fyri Knút Olsen í Vágs kirkju. Næmingarnir [...] møguleikan at stuðla tí arbeiði, ið Reyði Krossur ger, siga lærarar í Vágs skúla í kunningarskrivi. Sí videobrot her: Innskúlingin í Vágs skúla savnar pening inn til reyðakross.
Tjóðveldis, sum hevur verið partur av fylgibólkinum í sambandi við Suðuroyartunnilin, tá semjuskjalið varð undirskrivað í Tinganesi í morgun. – Tað er í tøkum tíma, at vit gera Suðuroyartunnilin, so vit [...] fyri at gera tað møguligt, at tað eisini skal vera liviligt í Føroyum um 50 og 100 ár. At byggja hendan tunnil, sum er tann størsti av sínum slag í Evropa, er partur av vælferðarsamfelag okkara. Vit síggja
Í innleiðandi U17 EM-bólkinum hjá Føroyum hava Niðurlond longu vunnið seg í hálvfinalurnar. Fyrr í dag taptu Føroyar 0-9 (0-5) fyri Eysturríki við Djúpumýru í Klaksvík, og í kvøld vunnu Niðurlond 2-0 (0-0) [...] ongum stigi. Av tí, at Noreg og Eysturríki møtast leygardagin, og bert annað teimum báðum vinnur seg í hálvfinalurnar. Klokkan 15 leygardagin møtast Niðurlond og Føroyar á Tórsvølli, og somu klokkutíð spæla
á gulllaksaveiði. Tað verða tey í nakrar mánaðir aftrat, tá gulllaksavertíðin roknast við at vara fram til heystar. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva [...] frystitrolari fiskar svartkalva undir Føroyum. Tríggir trolbátar hava verið úti. Teir hava mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski. Trolbátarnir koma inn at landa fyrst í hesi vikuni. Trý garnaskip fiska [...] brúkiligan fiskiskap, og eitt garnaskip fiskar havtasku. - Øll garnaskipini helst koma inn at landa landa í hesi vikuni, verður lagt aftrat.
umleið støddina av Føroyum. Endamálið hjá ukrainska herinum í Kursk var eftir øllum at døma at órógva russisku krígsførsluna í Ukraina annars. Norðurkorea hevur hjálpt russiska herinum í eitt heilt ár, og [...] hevur snakkað í telefon við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un. Tað veit Reuters at siga, sum endurgevur almennu tíðindastovuna í Norðurkorea, KCNA. Sagt verður, at russiski forsetin í samrøðuni takkaði [...] fyri hjálpina í krígnum móti Ukraina. Russiski forsetin segði seg virðismeta hjálpina í russisku Kursk-regiónini, har ukrainski herurin tók ræðið á stórum landaøki. Tá Ukraina var longst inni í Kursk-regiónini