Tíðindaskriv:
Silvurdrongur spælir tríggjar konsertir í Føroyum hesa vikuna, áðrenn leiðin gongur til Keypmannahavnar í næstu viku.
Mikukvøldið 18. mars verður konsert í Reinsarínum í Havn, fríggjakvøldið verður tað á Listastovuni í Miðvági, og leygarkvøldið verður tað Tøting í Syðrugøtu.
Hetta verður ein lítil, forkunnug konsertferð, sum eisini er upphiting til ta stóru konsertina í Alice í Keypmannahavn 25. mars, har Silvurdrongur spælir saman við spennandi nøvnum sum Skt. Delarge og Fochs Koshka.
Eisini verður bókatiltak í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 27. mars, har Trygvi Danielsen hittir Sissal Kampmann at práta um stórverkið hey :), sum kom út í november í fjør.
Við sær á pallin hevur Silvurdrongur til hesar konsertirnar: Torleik Mortensen, Bárður Reinert Poulsen og Hjørtur P. Háberg.
##med2##
##med3##












