VIDEO: Niðurlond hava vunnið seg í hálvfinalurnar (U17 EM)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum á Tórsvølli Niðurlond-Noreg 2-0 (0-0)

Mynd: UEFA

Í innleiðandi U17 EM-bólkinum hjá Føroyum hava Niðurlond longu vunnið seg í hálvfinalurnar.

 

Fyrr í dag taptu Føroyar 0-9 (0-5) fyri Eysturríki við Djúpumýru í Klaksvík, og í kvøld vunnu Niðurlond 2-0 (0-0) á Noregi á Tórsvølli. Málini vóru skotin seinasta korterið av dystinum.

 

Niðurlond hava seks stig, Noreg og Eysturríki hava trý stig hvør, og Føroyar eru aftast við ongum stigi. Av tí, at Noreg og Eysturríki møtast leygardagin, og bert annað teimum báðum vinnur seg í hálvfinalurnar. 

 

Klokkan 15 leygardagin møtast Niðurlond og Føroyar á Tórsvølli, og somu klokkutíð spæla Noreg og Eysturríki á vøllinum við Djúpumýru.

 

HER eru hæddarpunktini frá dystinum á Tórsvølli Niðurlond-Noreg 2-0 (0-0):

 

##med2##

 

Mynd: UEFA