VIDEO: Soleiðis taptu Andrias og liðfelagarnir fyri Genoa

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Genoa 0-2 (0-0)

Sunnudagin gjørdist talan um 0-2 tap fyri Genoa í Seriu A á heimavøllinum, Stadio Marc'Antonio Bentegodi hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Hellas Verona. Genoa skoraði málini seinasta hálva tíman.

 

Andrias var sambært Flashscore/Soccerstand besti leikarin hjá Verona í dag. Andrias fekk karakterin 7,3 (av 10 møguligum).

 

Verona er næstaftast í deildini við 18 stigum. Teir hava sjey stig upp til Fiorentina, ið er á týðandi seytjanda plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í Seriu A.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Genoa 0-2 (0-0):

 

##med2##