Í kvøld verður stóra landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, og runt um í Føroyum hava fleiri gjørt sítt til at stuðla.
Suðuri í Vági hava næmingar og lærarar í 1.-3. flokki vitjað ymsastaðni í bygdini, og givið møguleikan hja fólki at stuðla, samstundis sum næmingarnir hava sungið.
Sangur fyllir nógv í Vágs skúla, og umframt at hava stuðlað Reyða Krossi í tí arbeiði tey gera, so hava børnini í dag eisini verið við til eina heiðurskonsert fyri Knút Olsen í Vágs kirkju.
Næmingarnir vóna, at fleiri gera eins og tey, og brúka møguleikan at stuðla tí arbeiði, ið Reyði Krossur ger, siga lærarar í Vágs skúla í kunningarskrivi.
Sí videobrot her:
Innskúlingin í Vágs skúla savnar pening inn til reyðakross.