Samlaða tøkan av alilaksi var 89,5 tús. tons í fjør

Tøkan av alilaksi var uml. 89,5 tús. tons í kruvdari vekt í 2024. Hetta er umleið 11% meira enn í 2023, tá tøkan var umleið 80 tús. tons

Tað skrivar Vinnuhúsið í morgun.

 

Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum var í fjør 89,5 tús. tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til uml. 109 tús. tons í rundari vekt. Sostatt var tøkan aftur á sama støði sum í 2022 tá tað tøkan var 80 tús. tons. Metárið fyri tøku er framvegis 2021 tá 95 tús. tons í kruvdari vekt vóru tikin.

 

Hóast samlaða tøkan í vekt vaks 11%, so var samlaða talið av tiknum laksum í 2024 einans 350 tús. fleiri enn í 2023. Miðalvektin í 2024 var sostat 5,25 kg., sum er á væl hægri enn miðalvektin í 2023 á 4,82 kg.

 

Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her.