Biden náðar Fauci fyri at verja móti møguligari hevnd frá Trump

Vegna møguliga "hevnd" frá Trump náðar Joe Biden, forseti, m.a. Anthony Fauci

Anthony Fauci var ráðgevi undir koronafarsóttini og var í stríði við Trump fleiri ferðir. - Mynd: José Luis Magana/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi koronaráðgevin, Anthony Fauci, og fyrrverandi amerikanski verjuovasti, Mark Milley, vórðu í dag náðaðir av fráfarandi amerikanska forsetanum, Joe Biden.

Hetta er gjørt fyri at verja móti møguligum ákærum undir Donald Trump.

Sambært tíðindastovuni AP stendur hetta í einum tíðindaskrivi, bert fáar tímar áðrenn Biden leggur frá sær og republikanski Donald Trump tekur við sum forseti seinni í dag.

Í fráboðan frá Biden stendur, at náðin er ætlað at verja móti "hevnd" frá Trump.

- Hendan náðanin skal ikki mistulkast sum ein viðurkenning av, at nakar einstaklingur hava gjørt nakað skeivt, og tað skal heldur ikki mistulkast sum ein skuldarkenning, skrivar Biden í eini fráboðan, sambært AP.

Anthony Fauci gjørdist eitt kent andlit innanlands og uttanlands undir koronafarsóttini.

Hann var ein lyklaráðgevi í handfaring av heimsfarsóttini undir bæði Biden og fyrrverandi forsetanum Donald Trump.

Hann var fleiri ferðir ósamdur við Trump, tá hann mótmælti útsøgnunum hjá forsetanum um virusið.

Mark Milley hevur eisini verið fyri vreiði Trumps.

Trump hevur áður sagt, at Mark Milley, sum var formaður í felags stabsleiðarunum hjá amerikanska herinum, skal ákærast fyri landasvik.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur fyrrverandi og komandi forsetin eisini lagt upp til, at Milley skal avrættast, eftir at tað kom fram, at Milley hevði sett seg í samband við Kina gjøgnum bakdyr í fyrra valskeiðnum hjá Trump fyri at tryggja Kina, at Trump ikki ætlaði sær eitt álop.

Í fráboðanini frá Biden í dag stendur um orsøk til náðirnar:

- Grundleysar og politiskt motiveraðar kanningar oyðileggja lívið, trygdina og fíggjarligu trygdina hjá raktu einstaklingum og familjum.

Fleiri limir í nevndini hjá kongressini, sum kannaði stormingina á Capitol 6. januar 2021, hava eisini fingið náði frammanundan. Hetta er eisini galdandi fyri vitni, skrivar tíðindastovan Reuters.

Millum tey, sum fáa náði, er fyrrverandi republikanska kongresskvinnan, Liz Cheney.

Hon stuðlaði demokratinum Kamala Harris undan valinum í november í staðin fyri Trump. Republikanarin hevur eftirfylgjandi hótt Cheney við rættarmáli.

 

/Ritzau/

 

Anthony Fauci var ráðgevi undir koronafarsóttini og var í stríði við Trump fleiri ferðir. - Mynd: José Luis Magana/Ritzau Scanpix