– Vit, eins og øll onnur, hava eina skyldu at kanna møguleikar og fáa royndir við varandi orkukeldum. Vónandi leggja hesar royndirnar lunnar undir fleiri sólorkuskipanir hjá Tórshavnar havn, sigur stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen sambært torshavn.fo
Ímeðan arbeiðsfólk, við einum kaffikoppi í hondini, løða sær arbeiðsorku inni í skúrinum í Álakeri, syrgja nýggju sólpanelini á tekjuni fyri orkuløðing burturúr sólarljósi. Við 30 fermetrum av sólpanelum til orkuløðing, er nýggi arbeiðsskúrurin í Álakeri, karmur um eina áhugaverda og mennandi royndarverkætlan.
##med2##
Sambært Sverra M. Mortensen, arbeiðsformanni hjá Install, fer sólorkuskipanin væntandi at framleiða 3.600 kWt árliga. Til samanberingar svarar hetta til eina orkunýtslu hjá einum húsarhaldi á tríggjar persónar.
Skipanin er gamaní sett upp í myrkastu tíð, og tí er framleiðslan ikki av teimum størstu enn. Í ljósastu tíðum kann væntast ein framleiðsla á omanfyri 600 kWt um mánaðin.
##med3##
Tá sólorkan er so ymisk, er orkuframleiðslan óstøðug. Tó er eitt goymslubattarí sett til, sum goymir yvirskotsorkuna, ið verður framleidd. Minkar orkuframleiðslan frá sólorkuskipanini, kann orkan brúkast úr battarínum. Um battarí ikki er sett til sólorkuskipanina, verður møgulig yvirskotsorka frá sólorkuskipanini, seld inn á el-kervið hjá SEV.
Enn eitt stig á grønu leiðini hjá Tórshavnar havn
Bátahylurin í Álakeri var tikin í nýtslu fyri góðum tveimum árum síðan. Eins og við flestu bátahylar, ið Tórshavnar havn umsitur, liggur landstreymur tøkur til bátar har. Orkan til hendan landsstreymin og ljóssteyrarnar kemur frá SEV. Tó fer sólorkan frá nýggju sólorkuskipanini beint á hetta el-kervið, soleiðis at partur av orkuni nú kemur beinleiðis frá sólorku. Væntaða sólorkuframleiðslan kann eitt nú nøkta tørvin á tveimum triðingum av orkutørvinum hjá teimum 60 ljóssteyrunum, ið standa kring bátahylin.
Royndarverkætlanin við El-framleiðslu frá sólarorku, er enn ein liður í grønum átøkum hjá Tórshavnar havn. - Í Tórshavnar havn stremba vit allatíðina eftir góðum og umhvørvisvinarligum loysnum. Tá Install legði hendan samstarvsmøguleikan fram fyri okkum, vóru vit ikki í iva; hesum vilja vit vera partur av, sigur Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn.
Av øðrum átøkum kann nevnast at Tórshavnar havn í fjør, gjørdist partur av EPI (Environmental Port Index), við tí fyri eyga, at fremja størri umhvørvisatlit, tá ferðamannaskip viðvíkur. Les meir um tað her.
Stjórin í Tórshavnar havn vónar, at hesar royndirnar kunnu leggja lunnar undir fleiri sólorkuskipanir hjá Tórshavnar havn.