Sambært norska kringvarpinum - NRK - verða tær tríggjar, Romi Gonen, Emily Damari og Doron Steinbrecher, leyslatnar í dag. Tær verða fyrstu gíslarnir, sum verða leyslatnir, nú vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael er veruleiki.
Í Stigi 1 í vápnahvíldaravtaluni skal Hamas leyslata 33 gíslar, og tríggir av hesum skulu sambært ætlanini leyslatas seinnapartin í dag. Á hinari síðuni skal Ísrael leyslata 737 palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.
Tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í 2023, tók yvirgangsfelagsskapurin 251 gíslar. Ísrael heldur, at 94 av hesum framvegis eru í Gazageiranum, men av hesum eru 34 deyðir, veit Times of Israel at siga
Sambært Hamas eru teir fyrstu tríggir gíslarnir, sum verða leyslatnir, 24 ára gamla, Romi Gonen, 28 ára gamla, Emily Damari og 31 ára gamla, Doron Steinbrecher.
Teir næstu sjey dagarnar, skulu fýra gíslar aftrat leyslatast, veit forsætisráðharraskrivstovan í Ísrael at siga.
24 ára gamla, Romi Gonen, varð tikin til fanga, tá Hamas leyp á tónleikafestivalin, Supernova, har 364 fólk vórðu dripin sambært Times of Israel. Hon tosaði við mammu sína, tá hon royndi at flýggja saman við vinum sínum.
- Teir skutu meg, mamma, og eg bløði. Øll, sum eru í bilinum, bløða, var tað seinasta, sum mamman hoyrdi dóttrina siga sambært Jerusalem Post.
Ísraelskir miðlar vita at siga, at familjan hjá Gonen váttar, at hon stendur á listanum yvir gíslar, sum skulu leyslatast.
Ein gísli, sum varð leyslatin í november 2023, hevur fortalt familjuni hjá Gonen, at kvinnan var á lívi, men at hon ikki hevði tað gott, veit Daily Mail at siga.
28 ára gamla, Emily Damari, er breti. Hon varð rænd í íbúð síni í Kfar Aza saman við 37 øðrum, sum arbeiddu í hennara kibbuts, veit Jerusalem Post at siga.
Hon vaks upp í London, men flutt til Ísraels í 20-árunum, skrivar Sky News. The Guardian sigur, at eitt video-brot frá yvirgangsálopinum vísir, at hon varð skotin í hondina undir Hamas-álopinum.
Sambært mammu Emily syrgdi Hamas fyri, at Emily fekk bind fyri eyguni, tá tey tóku hana inn í Gazageiran. Teir drupu eisini hundin hjá henni, Choocha.
31 ára gamla, Doron Steinbrecher, varð eisini rænd í sínari íbúð í kibbutsini, Kfar Aza, har eisini 28 ára gamla, Emily Damari, arbeiddi.
Hon var djóraansari í Ísrael, og mamma hennara sigur, at dóttirin ringdi til hennara fyrrapartin hin 7. oktober 2023, tá Hamas leyp á.
- Steinbrecher segði, at hon hoyrdi yvirgangsfólk og var bangin. Hon græt. Síðan sendi hon eini ljóðboð og segði, at hon var tikin til gísla. Tað var ræðuligt, sigur mamman.
Fyrsta lívstekini til Steinbrecher var, tá hon kom fram á einum video-broti hjá ránarunum, sum Hamas hevði tikið upp fyri einum ári síðan.
- Hetta var helst í einum tunli, og tað sá út, sum hon hevði tapt seg nógv, veit The Guardian at siga.
Lesið eisini -
1890 palestinar fyri 33 gíslar - https://www.in.fo/news-detail/1890-palestinar-fyri-33-gislar