keypara um prísir, og í øðrum førum eru góð útlit til eina frægari sølu uttanlands enn her heima. Um hugt verður at miðal avreiðingarprísum í 2003 í mun til 2002, so er sum heild talan um príslækkingar fyri [...] rætt í at tað loysir seg best at avreiða allan fisk til føroysk virkir, men eg noyðist tíverri ístaðin at koma við eini álvarsamari rættleiðing til Ráfiskakeyparafelagið. Ráfiskaseljarafelagið umboðar [...] útsving í teimum føroysku upsaprísunum í mun til útboð og eftirspurning, um vit samanbera við teir útlendsku prísirnar, sum flyta seg heilt frá 3 kr/kg til 12 kr/kg, alt eftir hvussu nógv er á marknaðinum
helmingurin av smoltinum varð dripið. Men tað var so heldur ikki nóg mikið til, at virksemið kundi halda fram. - Vit høvdu góða sølu av smolti í fjør summar, men trupulleikin er, at keypararnir høvdu ikki [...] hevur valt ein fyribils bústjóra, sum er Bjørn á Heygum, og sum eg havi skilt, verður seinni kallað til skiftirættarfund, har allir kredittorar verða innkallaðir. Síðan verður ein endaligur bústjóri settur [...] nakað av olju, men nú at enda vildi bankin ikki vera við meira. Bankin metti ikki, at nøkur útlit eru til, at virksemið hjá smoltstøðini fæst at hanga saman, soleiðis sum gongdin í smolt-og alivinnuni er.
spjødd til onnur ráð. Tá hugsað verður um tilverutilfeingið í havinum, um okkara støðu í Atlantshavi tvs. tær mongu hóttanir, ið lúra móti náttúru og umhvørvi, er greitt, at tíðin er komin til, at vit [...] skrivað og fer til hoyring í næstum, nýggja havumhvørvislógin er liðug, lógin um skógrøktina, sum varð tikin aftur í fjør, er eisini klár, ein frágreiðing um orkumál er klár at fara í tingið til aðalorðaskifti [...] vitan og royndum. Verður endin kortini, at eingin landsstýrismaður verður burturav til umhvørvi og orku, so vilja vit mæla til, at Oljumálaráðið verður hildið intakt so ella so sum serstøk deild undir øðrum
hugsaðu seg slett ikki um, tá teir smíðaðu krøvini til landsstýrismenninar, teir bara kopieraðu gamla praksis. Krøvini til løgtingsmannin eru ítøkilig, krøvini til landsstýrismannin eru flótandi við leysum orðingum [...] ikki nøgdur við hana, fyrr enn hon setir somu krøv til ein landsstýrismann, sum hon setir einum tingmanni. Tað vil siga, er Kallsberg ikki nóg góður til at sita í landsstýri, so er hann heldur ikki góður [...] hava álit á konuni og mínum nærmastu og tað kann geva mær rætt til at uppføra meg sum ein hústýranur, har eg kann gera nøkur ópoluler ting, sum kanska passa mær ógvuliga væl, júst tí eg ikki havi álit á
siga, at hendan skugga-stjórn roynir at vera virkin og at taka støðu til tað sama sum veruliga stjórnin, og ger ítøkiligar viðmerkingar til avgerðirnar hjá stjórnini. Fíggjarlóg frá andstøðuni Sum omanfyri [...] samanhangandi alternativ til samgonguuppskotið. So í staðin fyri at sita afturá í 4 ár og vera ímóti øllum, so kundi ein and-støða verið konstruktiv og verið eitt veruligt mótspæl til samgonguna. Føroya fólk [...] Møguliga er hetta bert ein utopiskur tanki, men gott hevði verið um nývalda ting okkara tók hendan tanka um eina virkna andstøðu til sín. Alt tingfólkið fær jú tingmannaløn - ikki bara tey sum eru í samgongu
beiskur biti at svølgja, at flokkurin fekk tveir menn á ting. Tað er eitt fet á skeivari leið - eitt fet aftureftir til eina tíð, ið ikki longur er til. Men sum so er gott, at Miðflokkurin ikki sleppur í samgongu [...] hevur gjørt flokkin til triðstørsta flokk í Fólkatinginum. Enn vantar fínteljingin av løgtingsvalinum 2004, so enn er ikki víst, hvørt Malan Johansen ella Kári P. Højgaard sleppa á ting. Men líkamikið; bæði [...] at rákinum í Sjálvstýrisflokkinum, skal ein ikki hyggja leingi, áðrenn man sær spírandi tendensir til kristinfanatismu í flokkinum. Neyvan so heilhjartað sum í Miðflokkinum; helst meiri sum ein roynd at
Latið fiskimenn rinda til sína egnu ALS-skipan av síni løn og takið teir úr ALS. Minnist til at fólk hava rætt til at draga frá, tá tey rinda fyri útreiðslur av ferðing. Latið ikki knippilspoitikk Tjóðveld [...] Tjóðveldisfloksins verða galdandi í okkara nýggja løgtingi. Til seinast til Heina og Nikláa: Takk fyri tykkara stríð fyri okkum fiskimenn. Til næsta val mugu vit seta á stovn ein fiskimannaflokk at tala okkara [...] kom á ting og vardi okkara sjónarmið, men vóna at sitandi tingmaður talar okkara søk. Norðstreymoy: Tykkum at takka er eitt umboð okkara farið av tingi. Okkara vón er, at nýggi limurin er okkum til vildar
virðiliga bitin av politikkinum. Í 1980 bjóðaði hann seg fram bæði til løgtingsvalið og býráðsvalið, sum vóru hetta heystið. Á fólkaflokslistanum til løgtingsvalið kappaðist hann við Anfinn Kallsberg um at vinna [...] Jógvan er klaksvíkingur við stórum K, og hann hevur í mong ár verið við til at sett dám á lívið í heimstaðnum, sum hann eisini hevur umboðað úteftir. Foreldrini hjá Jógvani við Keldu vóru Gigga og Theodor [...] var ættaður úr Leirvík og hevði verið eitt stutt skifti á posthúsinum í Klaksvík, áðrenn hann kom til Jóan Jakku. Gigga og Theodor gjørdust góð og giftust. Tey fyrstu árini búðu tey í Vági, og tíðliga
2003 viðgjørt Nordiska-Baltiska átakið um sølu av kvinnum. Royndirnar eru sera positivar og sagt verður, at átakið hevur broytt almennu áskoðanina. Tíverri sær út til at nógv er eftir at gera í einstøku londunum [...] spæl við sølu av kvinnum. Vit halda at søla av kvinnum er brot á demokratiið og á menniskjarættindini, og ímynda okkum at vit standa saman sum ein nordisk/baltiskur frontur móti slíkari sølu. Blíðar heilsanir [...] milliardir dollarar um árið við sølu av kvinnum ? fýra milljónir av kvinnum og børnum eru offur fyri menniskjahandli hvørt ár ? umleið 500.000 kvinnur verða seldar til lokalar skøkjumarknaðir í Europa
Tjóðveldisflokkin fyri at goyma vitanina til eftir løgtingsvalið. Støðan í dag hevur verið samanborin við løgtingsvalið í 1988, tá Tjóðveldisflokkurin fór til val við gyltum lyftum um, at landskassin stóð [...] eftir fór føroyska samfelagið í djúpa búskaparliga kreppu. Eins og í 1998, hevur Tjóðveldisflokkurin til løgtingsvalið hesaferð sagt, at Karsten Hansen hevur sitið tungt á kassanum og hóast stórt trýst, hevur [...] lagt undir at bøla um fíggjarviðurskiftini í Føroyum, so at undanfarna samgonga slapp undan at standa til svars fyri ringu fíggjarligu útlitini í valstríðum. Hesar illgitingar hava tó einki hald í veruleikanum