Gloymd valbumba

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vistu fullvæl undir valstríðnum um inntøkumetingar hjá Fíggjarmálaráðnum. Kortini gloymdu andstøðuflokkarnir at nýta uppløgdu vitanina undir valstríðnum. Hetta er í dag óskiljandi, tí eitt hall á Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, hevði verið ein gyltur møguleiki hjá andstøðuflokkunum at nýtt ímóti undanfarnu samgongu

Nógvar gitingar hava verið um, hví inntøkumetingin hjá Fíggjarmálaráðnum ikki kom fram í ljósmála, áðrenn løgtingsvalið 20.januar. Fyri góðari viku síðan kom fram, nýggjasta inntøkumetingin ikki stendur í mát við metingarnar í Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004.
Inntøkumetingin hjá Fíggjarmálaráðnum komandi ár er125 mio. krónur lægri enn boðað varð frá í samband við Fíggjarlógaruppskotið í heyst. Politiskir mótstøðumenn hjá undanfarnu samgongu vóru skjótir at illtonkja serliga Tjóðveldisflokkin fyri at goyma vitanina til eftir løgtingsvalið.
Støðan í dag hevur verið samanborin við løgtingsvalið í 1988, tá Tjóðveldisflokkurin fór til val við gyltum lyftum um, at landskassin stóð á tremum við pengum. Støðan vísti seg kortini verða øðrvísi og stutt eftir fór føroyska samfelagið í djúpa búskaparliga kreppu.
Eins og í 1998, hevur Tjóðveldisflokkurin til løgtingsvalið hesaferð sagt, at Karsten Hansen hevur sitið tungt á kassanum og hóast stórt trýst, hevur hann hildið aftur við oyðsla pening. Kortini siga tølini, at ein verulig búskaparlig niðurgongd er at hóma í føroyska samfelagnum. Útlitini í 1988 hava tí verið sammett við støðuna í dag
Fíggjarmálaráðið hevur í hesum sambandi verið óbeinleiðis lagt undir at bøla um fíggjarviðurskiftini í Føroyum, so at undanfarna samgonga slapp undan at standa til svars fyri ringu fíggjarligu útlitini í valstríðum. Hesar illgitingar hava tó einki hald í veruleikanum.

Kendu metingina
Aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, Petur Alberg Lamhauge, sigur, at bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fingu inntøkumetingar tíðliga í januar mánað.
-Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu inntøkumetingina fyrst í januar mánað. Tað var ógvuliga týdningarmikið fyri okkum, at allir flokkar stóðu líka undir valstríðnum og at faktuellu upplýsingarnir vóru í ordan, sigur Petur Alberg Lamhauge.
Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kendu sostatt til inntøkumetingina undir valstríðnum, men hesin gylti møguleiki varð ongantíð nýttur.
Hetta er óskiljandi, tí ein lægri inntøkumeting á góðar 125. mio. krónur enn Fíggjarlógaruppskotið legði upp til, kundi verið eitt frálíkt vápn hjá andstøðuflokkunum undir valstríðnum, men kortini valdu andstøðuflokkarnir ikki at taka av gylta møguleikanum.
Formaður Javnaðarfloksins er ikki heilt samdur í, at inntøkumetingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum als ikki vóru nýttar.

-Eg vil ikki siga, at vit als ikki nýttu tær. Tað varð dúgliga tosa um, at komandi samgonga fór at yvirtaka eitt hall frá undanfarnu samgongu, men tað er møguligt, at tað skuldi verið nýtt meir. Tað stendur hvørjum tingmanni frítt um at biðja um upplýsingarnar, men persónliga valdi eg at leggja dent á onnur ting, sigur Jóannes Eidesgaard