Eftir okkara tykki var rætt at fáa eitt oljumálastýri, tí tað var náttúrligt framhald av tí grundleggjandi arbeiði, ið oljuráðleggingarnevndirnar gjørdu, síðani ráevnini vórðu yvirtikin. Ein fyritreyt fyri einum sunnum útviklingi var, at øll viðurskifti skuldu kannast og at greið lóggávu fyriliggja, áðrenn farið varð til verka við leiting. Hetta varð best frágingið í serstakum ráð. Víst varð á vandar og óvissur, ið leiting og framleiðsla bera í sær. Man vildi tí fyrireika seg optimalt og vera tilreiðar at taka ímóti avbjóðingunum. Tað var í hesum anda, at Oljumálastýrið varð stovnað. Tað hevur gjørt eitt gott og sera týðandi arbeiði. Hóast lønandi fund ikki er gjørt, er leitingin framvegis í gongd og eitt fund í økinum kann fullkomiliga broyta støðuna og harvið rættvísgera eitt serstakt oljumálaráð um enn undir øðrum karmum. Nú verður so tosað um at niðurleggja tað og leggja uppgávurnar undir onnur ráð. Vit eiga ikki at gloyma, at hetta ráð í dag eisini fevnir um týðandi øki sum umhvørvi og náttúru, øki, ið fleiri politikarar hava lagt stóran dent á at raðfesta hægri.
Nú skal ein politisk kabala um málsøki og landsstýrismenn gerast og ganga upp. Endar hon við 7 ráðum eigur at verða umhugsað eitt serstakt Umhvørvis- og orkumálaráð, har týðandi ekspertisan á oljuøkinum eisini verður varðveitt heldur enn at verða spjødd til onnur ráð. Tá hugsað verður um tilverutilfeingið í havinum, um okkara støðu í Atlantshavi tvs. tær mongu hóttanir, ið lúra móti náttúru og umhvørvi, er greitt, at tíðin er komin til, at vit ikki bara í orðum men eisini í verki, raðfesta hetta økið hægri.
Vit eiga ikki at gloyma tær týðandi uppgávur, ið liggja fyri framman og sum eftir øllum at døma eru um at vera klárar frá Oljumálráðnum: nýggj náttúruverndarlóg er liðug skrivað og fer til hoyring í næstum, nýggja havumhvørvislógin er liðug, lógin um skógrøktina, sum varð tikin aftur í fjør, er eisini klár, ein frágreiðing um orkumál er klár at fara í tingið til aðalorðaskifti og haraftrat hevur verið arbeitt við eini ætlan at endurstovna orkuráðið, nakað, sum eisini er í tráð við politiska viljan í øllum flokkum um at raðfesta orkumálini hægri. Tað vildi givið okkum eitt tiltrongt fakligt forum uttan fyri SEV at viðgera orkuspurningar. Eisini hevur verið tosað um at gera eina føroyska elveitingarlóggávu, sum skal gera karmarnar fyri konsessiónina, sum SEV hevur og her møguliga eisini heimildina fyri at loyva øðrum inn á netið. So tað liggja nógv ting klár á hesum økjum hjá komandi landsstýrinum at taka sær av. Hvussu og ikki, so má komandi landsstýrið raðfesta umhvørvi og orku høgt, og tað má ansa eftir ikki at forkoma vitan, førleika og ekspertisu, ið tað hevur eydnast fólkunum í Oljumálaráðnum at byggja upp. Ein oljuvinna kann gerast veruleiki um fá ár, og tá verður so avgjørt tørvur á umrøddu vitan og royndum. Verður endin kortini, at eingin landsstýrismaður verður burturav til umhvørvi og orku, so vilja vit mæla til, at Oljumálaráðið verður hildið intakt so ella so sum serstøk deild undir øðrum landsstýrisfólki.
Sosialurin