Gjáarsmolt fór undir at framleiða smolt, 31. mai í 1986, tá ið fyrsti yngulin kom á støðina, og fyrsta veruliga sølan av smolti var árið eftir. Síðan hendan minniliga dagin í 1986, hevur smoltstøðin verið virkin. Hálvt sætta fólk hevur starvast á støðini, og tey hava framleitt og selt umleið 1,3 miljónir smolt um árið.
Rakstrarleiðari hevur verið Kornelius Johannesen, og stjóri í fyritøkuni hevur verið Petur Meinhard Sivertsen.
Lykilin snaraður
Sosialurin tosaði við nevndarformannin í Gjáarsmolti, Sofus Johannesen, í gjár og spurdi hann, hvat nú fer at henda við smoltstøðini.
- Skiftirætturin hevur valt ein fyribils bústjóra, sum er Bjørn á Heygum, og sum eg havi skilt, verður seinni kallað til skiftirættarfund, har allir kredittorar verða innkallaðir. Síðan verður ein endaligur bústjóri settur at taka sær av búnum.
Sofus sigur, at leiðslan í Gjáarsmolti sá ongan møguleika at halda fram við virkseminum, soleiðis sum støðan er vorðin.
- Í seinastuni hevur Føroya Banki fíggjað tær mest neyðturviligu útreiðslurnar, eitt nú lønir, fóður, el og nakað av olju, men nú at enda vildi bankin ikki vera við meira. Bankin metti ikki, at nøkur útlit eru til, at virksemið hjá smoltstøðini fæst at hanga saman, soleiðis sum gongdin í smolt-og alivinnuni er.
Hevði vónir
Sofus vísir á, at teir stóru trupulleikarnir byrjaðu í fjør summar, men hann hevði tó vónir um, at ein loysn kundi finnast, sum fór at føra til, at virksemið kundi bjargast.
- Fyrstu mánaðirnar eftir, at trupulleikarnir byrjaðu, var eg ikki í iva um, at onkur loysn kundi finnast. Men, sum tíðin leið, og einki kom uppá pláss, kámaðust vónirnar og nú í januar, tá ið Føroya Banki ikki vildi vera við meira, var ikki meira at gera
Í fjør summar segði Gjáarsmolt hálvum øðrum fólki úr starvi, samstundis sum helmingurin av smoltinum varð dripið. Men tað var so heldur ikki nóg mikið til, at virksemið kundi halda fram.
- Vit høvdu góða sølu av smolti í fjør summar, men trupulleikin er, at keypararnir høvdu ikki ráð at gjalda; tí hevur felagið nógvan pening útistandandi. Úrslitið er, at vit seinastu mánaðirnar hava trekt uppá vælvild frá bankanum.
Fáir keyparar
Sofus sigur, at tann stóri trupulleikin er, at støðan í alivinnuni er so vónleys beint nú.
- Í juni í fjør fingu vit at vita, at keyparar bert vóru til helmingin av smoltinum, sum vit høvdu gangandi, og tí avgjørdu vit í juli at avtaka helmingin av smoltinum, sum gekk í kørunum.
Hann sigur, at við vánaligu fíggjarstøðuni hevur tað ikki eydnast Gjáarsmolti at røkja smoltið nóg væl, og tí høvdu teir tann besta partin gangandi eftir.
- Í løtuni ganga 730.000 smolt í kørunum her norðuri, men um stutta tíð er alt avtikið.
Nevndarformaðurin heldur ikki, at nógvir keyparar eru til eina slíka smoltstøð í dag, soleiðis sum útlitini eru í løtuni og teir, sum higartil hava rikið smoltvirksemið við Gjógv, hava ikki fíggjarliga orku at keypa støðina aftur. Hann væntar tí, at tað sannlíkasta er, at tað verður Føroya Banki, sum keypir smoltstøðina, tá ið hon verður lýst á tvingsilssølu.
- Vit settu meira pening í støðina, tá ið hon varð útbygd fyri hálvum øðrum ári síðan, og nú gongdin hevur verið so vánalig, hava vit ongan møguleika at keypa støðina aftur.
Útbyggingar
Sofus vísir á, at støðin við Gjógv er rættiliga nógv útbygd, og seinastu árini hava teir bygt tvær hallir aftrat.
- Eftir gamla háttinum, tá ið alarar vanliga settu út tvær ferðir um árið - um várið og um heystið - høvdu vit í dag kunnað framleitt 2,5 miljónir smolt um árið. Støðin er væl útbygd, og kapasiteturin er stórur.
Nevndarformaðurin sigur, at ein liður í útbyggingunum, sum framdar eru seinastu tvey árini, hevur verið at endurnýta vatnið, sum støðin brúkar ? tað tey rópa sirkulering av vatninum.
- Á støðini fer vatnið gjøgnum biofiltur, har 90% av vatninum verður endurnýtt, og bert 10% av vatninum er nýtt. Fyrimunirnir eru, at vatnið er heitari, og minni verður brúkt til upphiting. Við heitari vatni, verður vøksturin eisini betur, sum hevur stóran týdning á eini smoltstøð í dag, nú í størri mun verður miðjað eftir, at fiskurin er størri, tá ið hann verður settur út.
Sofus sigur, at hetta við endurnýtslu av vatninum verða nýggju krøvini, ið sett fara at verða til smoltalarar.
- Nú sjúka hevur gjørt so nógv um seg hjá alarum, hevur tað stóran týdning, at tíðin á sjónum verður so stutt sum gjørlig.
Hann vísir á, at alarar tí leggja seg eftir, at smolt, sum
verður sett út, vigar millum 200 og 300 gram.
- Smolt í aliringunum, sum vigar minni enn 500 gram, er einki vert, tí gerst smoltið sjúkt, skal tann parturin, sum vigar minni enn 500 gram, drepast beinanvegin. Hinvegin verður smoltið, sum vigar 500 gram og meira, framleitt til slakt.
Í andaleypi
Sofus er ógvuliga harmur um, at Gjáarsmolti ikki var lív lagað.
- Ein partur av teimum 730.000 smoltunum, sum eru á støðini, hevði verið sølubúgvið í vár, men nú alt verður avtikið, og smoltstøðin verður seld, steðgar sjálvsagt alt virksemið upp.
Spurdur, um tað hevði munað nakað, um felagið ikki hevði
mist so nógvan pening í fjør summar, sigur Sofus, at tað sjálvandi hevði gjørt mun, men hetta hevði ikki verið nóg mikið til, at Gjáarsmolt hevði klárað allar sínar skyldur, tí framtíðarútlitini eru so døpur.
- Trupulleikin er, at samstundis, sum alivinnan liggur í andaleypi, ganga 13 miljónir smolt á smoltstøðunum kring landið, og tað er nógv meira, enn grundarlag er fyri, tí alarar fáa ikki nóg mikið av fígging til útseting.
Sofus vísir á, at kanska verða bert 3-5 miljónir smolt sett út í vár ? ella í ringasta føri verður einki sett út.
- Tað er greitt, at tá ið eini 8-10 miljónir smolt ov nógv svimja á støðunum kring landið, er eyðvitað, at ein heilur hópur av hesum verður dripin, og tað er ein ógvuliga ólukkulig støða.
Fer at merkjast
Sofus Johannesen er eisini bygdarráðsformaður í Gjáar kommunu.
- Tað kemur veruliga at merkjast í bygdini, nú Gjáarsmolt snarar lykilin um.
Hann vísir á, at smoltaling og aling sum heild hevur verið størsta bygdamenningartiltak í hansara tíð.
- Smoltaling og aling yvirhøvur hevur í stóran mun verið knýtt at útjaðaranum og teimum smáu bygdunum. Vit hava havt smoltstøðir í eitt nú Gjógv, Funningi, Funningsfirði, Svínoy, Norðradali, Selatrað og Fámjin - bert fyri at nevna nakrar av bygdunum, ið hava fingið ágóðan av hesum virksemi.
Nú alt sær so dapurt út við smoltaling og aling, vónar hann, at alivinnan kortini fer at megna at reisa seg aftur, soleiðis at henda vinna aftur verður ein inntøkukelda hjá fólki í smáu bygdasamfeløgunum kring landið.
Lítið hoyrist
- Tað hevur eftir umstøðunum verið lítið at hoyrt um syndarligu støðuna hjá hesi vinnu, sum hevur havt so stóran týdning fyri hesi økini.
Sofus Johannesen heldur, at meira hevði verið gjørt burtur úr, um smolt-og alivinnan í størri mun rakti miðstaðarøkið.
- Men í hesum førinum er tað serliga útjaðarin, sum verður raktur, og tí verður eftir øllum at døma gingið stillisligari um hurðarnar, sigur nevndarformaðurin í Gjáarsmolti, sum nú ? í hvussu er fyribils ? fer í søguna og harvið eisini tey arbeiðspláss, sum smoltstøðin skapti.
Í sending í ÚF í vikuni hoyrdu vit um smoltstøðina á Selatrað, sum nú eisini letur aftur.