persónligu útgerð uppá pláss í tí avmarkaða plássi, sum var til taks. Tað var ein bonkur og ein koyggja. Næsta uppávan hjá bestamonnunum var at seta vakt. Tað var ein stýriborðsvakt hjá 1. bestamanni [...] lá fyri at fiska í teimum ymisku plássunum. Sunnudagur Okkara fjórði dagur í sjónum var sunnudagur, og triðja boðið um at halda dagin heilagan skuldi sum so haldast. Men hesin sunnudagur var annarleiðis [...] varð gjørt við kokkingina. Landa í Føroyum ella Íslandi Eftir at hava fiskað í sjey vikur var lastin full. Nú var spurningurin, um lastin skuldi seljast í Føroyum ella í Íslandi. Teir eldru vildu sleppa
nýggjárshald í Karmel aftaná við Torbirni Jacobsen. Endað verður við stuttari náttargudstænastu í kirkjuni). 6. januar (trettandi) Talvan gongur í Vága prestagjaldi fyri Bíbliufelagið. Konfirmatantarnir í Suðu [...] Danielsen. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin 7. januar kl. 15 í KFUK: Seinnapartssamkoman við Guttormi Zachariasen. Týsdagin 8. januar kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Kl. 19.30 í KFUM: Kristiliga sangkórið [...] verður í Siloa leygarkvøldið 6. januar kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Sunnudagsskúlin er í kirkjutíð kl. 12 í kirkjukjallarinum. Gudstænasta/møti verður sunnukvøldið kl. 18 í kirkjuni
Moines í nátt, og teir fagnaðu eisini henni. -Túsund takk! Hendan eldhugin skulu vit taka við okkum beinleiðis til New Hampshire í kvøld. Hetta er ein stórur dagur hjá demokratum. Vit hava sett met í valluttøku [...] valluttøku her í Iowa, og tað boðar frá góðum. Tí í kvøld senda vit eini greið boð: Vit vilja hava broyting, og broytingin er, at vit vilja hava ein demokratiskan forseta í Hvítu Húsini í 2009, segði Hillary [...] Obama! Obama! Viðhaldsfólkini í valhølinum í Des Moines vóru í sjeynda himli, tá tað var vorðið greitt, at Barrack Obama hevði vunnið uppstillingarvalið hjá demokratunum í Iowa. Hetja teirra var eisini
Vestmanna: Tað er ein øgilig stákan í ítróttarhøllini. Fólk renna runt, meðan onnur standa saman og práta eina løtu. Og mitt í rokanini síggjast tey trý systkini. Øll eru tey í ferð við at fyrireika teirra [...] dag í dag, nú tey fara um 18 ára aldursmarkið og gerast myndug. Fyri tey og foreldrini er hetta ein serstakur dagur, og hann skal haldast við lít. Tað verður bæði matur, dansur og annað á skránni í kvøld [...] greitt enn, hvussu mong koma í føðingardagin. Men eitt tal nærri teimum 300 man helst vera á rættari leið. - Vit gleða okkum ótrúliga nógv til í kvøld, sigur mamman, Sarita í stuttum práti. Besta gávan Tey
vist ein serstakur dagur fyri meg, sigur Theodor stillisliga. Mikudagin var hann á vitjan í prestagarðinum í Kvívík, har hann millum annað varð settur inn í tey meiri administrativu viðurskiftini í starvinum [...] veruleiki. Hann hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn, men áðrenn hann kom so langt, hevði hann sum barn gingið í skúla í Sankta Frans skúla í Havn. Her fekk hann eitt gott innlit í, hvussu tann katólski heimurin [...] skyldurnar sum ein sóknarprestur eigur at røkja í økinum, og skal haraftrat arbeiða saman við hinum prestunum í Norðurstreymoy – Ingu Poulsen Dam í Vestmanna og Mogens T. Christensen í Hvalvík. Theodor
okkum, meðan vit bíða. Á ein hátt kunnu vit siga, at fyri eitt kristið menniskja er alt lívið sum ein Tollaksmessudagur. Vit liva enn í væntan; men skjótt kemur hátíðin. Tann dagur er ikki langt burtur, tá [...] er tað okkurt, sum viðhvørt kennist tungt, men tað fær ein enda. Um lítla sund rennur upp hátíðin. Tí eiga vit at syngja og gleðast av hjarta. Tí í morgin er alt gott. [...] men eisini ikki til at halda út. Vit vaksnu eiga at læra av børnunum, tí tað er kristiligt at gleðast í vón. Um Menniskjusonin verður sagt einastaðni, at hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar
stemningin á valstaðnum og fyri kensluna av, at valdagurin er ein heilt serligur dagur. Annars halda tey, at tey blindu er væl tryggjaði í vallógini. Sambært henni, hava tey nevniliga møguleika til sjálvi [...] Løgtingsvalið verða kunngjørdir, eru tey nøkur, sum í ávísan mun kenna seg við sviðið so. Nógvir blindir veljarar hava nevniliga lítlan og ongan møguleika at sita í frið og náðum og kunna seg um valevnini á teimum [...] heimanífrá. Men, sum ein av brúkarnum á Blindastovninum vísir á, - Skjótt er at telja skeivt, og tá er tað harmiligt, at hava rakt við síðuna av vallevninum, sum tú ætlaði at velja. Brævatkvøða ein møgulig loysn
Konfirmantarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi møta í Vesturkirkjuni týsmorgunin 8. januar 2008 kl. 8. Havi dóps/navnabræv við. Filadelfia, Landavegur 22 Í kvøld kl. 20 Felagsbøn í Fildelfia. Týskvøldið [...] til, formannin:?Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið [...] r 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA-fundur. Sunnudag kl. 17 AA-fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn
Kvívík: - Tað var ein sera hjartalig móttøka sum eg fekk í kirkjuni. Hetta var ein minniligur dagur, sigur nýggi Kvívíks-prestur. Lagt varð upp til eina serstaka gudstænastu í Kvívík sunnudagin, tá Theodor [...] ferð at ein prestur verður innsettur í hesi kirkjuni. Hann skal virka sum avloysari fyri Marjun Bæk í tríggjar mánaðir í Norðstreymoyar prestagjaldi, og verður sóknarprestur hjá kirkjufólkinum í tí pre [...] við. Og so skal prestur eisini flyta inn í prestagarðin á Kirkjuteigi í Kvívík. Hetta verður væntandi gjørt í dag ella í morgin. - Sunnukvøldið hevði eg familjuna í prestagarðinum, har vit hugnaðu okkum saman
ina í Miðvestur-Noregi. Á ungum árum sigldi hann við fiskiførum, og eisini saman við føroyingum. Hann hevur verið í Føroyum tvær ferðir. Hann var liðugt útbúgvin á Medieháskúlanum í Kristiansand í 1997 [...] Vigra. Skipasmiðjan í Ulsteinvik er væl kend millum manna – eisini í Føroyum. Vinnulívið hevur skotið væl av peningi í Hødd IL, nú teir hava vunnið upp úr triðjubestu deildini, og upp í næstbestu deildina [...] ungdómslið. Stovnað í 1919 Hødd er 15 ár yngri enn HB og KÍ, sum Rógvi hevur leikt við í Føroyum. Felagið varð stovnað 1. august í 1919. 25 fólk vóru til stovnandi aðalfundin. Felagið kom ikki upp í 1. deild fyrr