Andakt: Syngja ljóð á nátt

"Tá skulu tit syngja ljóð sum á nátt, tá ið hátíðin verður boðað, og verða hjartans glað" Jesaja 30, 29

Er tað nakað, vit kunnu læra av børnunum, so er tað, at gleða seg til nakað, ið skal koma Fyrra hálvárið gleða tey seg til summarfrítíðina, seinna hálvárið til jólini. Tey gleða seg frammanundan soleiðis, at tey nærum fáa ilt um hjartað. Og Tollaksmessudagur kennist teimum bæði spennandi, men eisini ikki til at halda út.

Vit vaksnu eiga at læra av børnunum, tí tað er kristiligt at gleðast í vón. Um Menniskjusonin verður sagt einastaðni, at hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli. Og um vit oftari hugsaðu um ta komandi dýrdina, kundi tað hjálpt okkum at bera tær byrðar, sum lagdar verða á okkum, meðan vit bíða.

Á ein hátt kunnu vit siga, at fyri eitt kristið menniskja er alt lívið sum ein Tollaksmessudagur. Vit liva enn í væntan; men skjótt kemur hátíðin. Tann dagur er ikki langt burtur, tá ið himmalsins fordyr verða lætnar upp og vit við undrandi eygum skoða ljósið í Guðs dýrd. Tá verður alt gloymt, sum her var so tungt at bera.

So heldur gleða seg til tað, ið koma skal, enn suffa um tað, ið er. Sanniliga er tað okkurt, sum viðhvørt kennist tungt, men tað fær ein enda. Um lítla sund rennur upp hátíðin. Tí eiga vit at syngja og gleðast av hjarta. Tí í morgin er alt gott.