Eitt, tvey, trý = 18

Í kvøld verður stórur føðingardagur hildin í ítróttarhøllini í Vestmanna. Tá hátíðarhalda tríburarnir Anna, Allan og Bjørt Funn Andreasen sín 18 ára føðingardag, samstundis sum pápi teirra hevur fylt runt og foreldrini høvdu rundan brúdleypsdag.

Vestmanna: Tað er ein øgilig stákan í ítróttarhøllini.

Fólk renna runt, meðan onnur standa saman og práta eina løtu. Og mitt í rokanini síggjast tey trý systkini.

Øll eru tey í ferð við at fyrireika teirra stóra dag í dag, nú tey fara um 18 ára aldursmarkið og gerast myndug.

Fyri tey og foreldrini er hetta ein serstakur dagur, og hann skal haldast við lít. Tað verður bæði matur, dansur og annað á skránni í kvøld.

Tað er ikki greitt enn, hvussu mong koma í føðingardagin. Men eitt tal nærri teimum 300 man helst vera á rættari leið.

- Vit gleða okkum ótrúliga nógv til í kvøld, sigur mamman, Sarita í stuttum práti.


Besta gávan

Tey trý hava ikki keypt hvørjum øðrum føðingardagsgávur í samband við henda stóra dagin.

- Men besta gávan man kortini vera hon, at hini bæði eiga meg!

Nøkulunda soleiðis fullu orðini, tá útvarpið var á vitjan í Vestmanna í morgun.

- Kanska onkur gáva kemur kortini, løgdu tey aftrat.

Umframt 18 ára føðingardagin hjá Annu, Allani og Bjørt, fylti pápi teirra, Jákup Martin 50 ár mikudagin, sama dag sum hann hevði verið giftur við konuni, Saritu í 20 ár.