høgra stólpa, áðrenn hann rakti bakið á Erlendi Johannesen í Kyndils-málinum. Bólturin lá at kalla stillur, men tað visti málverjin ikki av, og tá hann skundaði sær at snara sær á, kom hann at skumpa bóltin [...] møguleikan at køva allan spenning, tá hann fangaði bóltin, meðan Kyndil hevði skapt yvirtal við at skifta útispælara inn fyri málverjan. Men av miðum vølli tveitti hann bóltin við síðuna av málinum, og so [...] liðugt. Í eini roynd at venda dystinum, valdi Kyndil at verja 4-2, soleiðis at Áki Olsen og Sámal Joensen vórðu mest sum tiknir úr spælinum. Og tað gav eisini at bíta hjá VÍF, sum nú av álvara kom í trupulleikar
sigur Egil á Bø. Fyri einum góðum mánað síðani fylti hann 39 ár. At hann fyri stuttum er vorðin pápi eina ferð aftrat var ein av orsøkunum til, at hann ikki ætlaði sær at spæla í fremstu røð í ár. – Eg havi [...] í einstakum førum og í 2. hálvleiki høvdu risa møguleika, sum Gunnar Zachariasen misnýtti, tá ið Hans Jørgensen í HB málinum vardi meistarliga væl. – Kortini haldi eg, at vit høvdu hampuligt tak á ve [...] tað sum eftir ánni hjá skjúttunum. Innskifti Tróndur Jensen hjá HB kiksaði fjórða sparkið, tá ið hann sendi bóltin í tvørtræið, og so staðfesti innskifti Niels Pauli Danielsen møguleikan fyri, at st
spælararnir hjá B68 eru. Tað plagdi at verða sagt um suðurafrikanska Zuma, tá ið hann var liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, at hann spældi betri og betri, sum dagarnir longdust og hitastigini hækkaðu, og at [...] Ndende setti hol á, tá ið hann vann luftdyst og síðani lyfti upp um Andres Gango, sum vardi ÍF málið væl og heilt víst var besti heimamaðurin. Keita økti til 2-0, tá ið hann fangaði langa sending, sneiddi [...] Jacobsen og hansara monnum, sum ivaleyst hava meiri í sær, tá ið liðið verður meiri samanspælt. Niklas Joensen gerst alt tryggari á høgra vongverja, Jóhan Dávur Højgaard er stinnur og avgjørdur undir liðini á
Skála seinasta leygarmorgun, nýttu bæði stjórin á skipasmiðjuni, Eyðfinn Egholm og reiðarin, Hans Andrias Joensen, høvi at takka Landsfelag Handverkaranna fyri vælvild í sambandi við pólsku handverkararnar [...] slíkar verkætlanir hava fyri samfelagsbúskapin og segði seg vóna, at góða samstarvið fer at halda fram. Hans Andrias segði, at felagið hevur gjørt tað møguligt at fáa handverkarar úr útlandinum at gera stálarbeiði [...] smíða á Skála, fer at halda. - Seinni nýbygningurin verður ætlandi liðugur um ólavsøkutíð, og tá fer hann – eins og hesin fyrri – av landinum til sandblásingar, metalisering og málingar. Thor Alpha var í
formaður í uttanríkisnevndini, er ikki serliga fegin um, at Edmund Joensen av sínum eintingum kannar møguleikan hjá Føroyum at sleppa upp í ES. Hann hevst serliga at, at mælt verður til at steðga við at kanna [...] út í verki. Síðani hava Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen fylgt honum eftir, sigur John Johannesen. Hann sigur, at á fyrireikandi fundi í uttanlandsnevndini mánadagin 13. oktober í ár varð enn einaferð staðfest [...] vit partur av teimum 18 sáttmálunum afturat, ið EFTA í løtuni samráðist um, sigur John Johannesen. Hann heldur, at tað er sjálvsagt rætt av Føroyum at fáa so góðar avtalur við ES, sum yvirhøvur gjørligt
faðirs síns, og fór í smiðjulæru hjá J. K. Joensen í Miðvági. Hetta var eitt yrki, sum hann hevði stóran tokka og hegni til og eitt arbeiðspláss, sum hann var sera glaður fyri. Saknurin er so stórur eftir [...] Hesir eginleikar góvu honum nógvar góðar vinir, sum so sára sakna hann í dag. Eftir at Regin hevði fingið prógv í 10. flokki, fór hann sum mangur annar unglingi til skips. Sigldi trúfastur 2 ár við dj [...] Tit hava mist eitt tað dýrabarasta, tit áttu. Regin var ein sera góður og stillur drongur, og var hann til stóra gleði fyri tykkum og okkum øll, hesa alt ov stuttu tíð, honum untist at liva. Hugur mín
Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti. Meinigheitshúsið í Havn Møti kl. 18 við Hans Ole Bækgaard. Týsdagin bíbliutími við Hans Ole Bækgaard, Róm. 5-8. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin 21. kl. 15 verður í KFUK [...] kl. 11, altarg., skriftamál kl. 10.40, Elsa Funding Vesturkirkjan: kl. 11, Hestur: kl. 12, Heri Joensen Kaldbak: kl. 12, Bjarni Bæk Skopun: kl. 12, Poul Hansen, Danmark Skúvoy: kl. 12, altargongd, Jákup [...] norsku Heimamissiónini Kunoy: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen Árnafjørður: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer Christianskirkjan: kl. 11, lestur Norðskála: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa, Emil
inum. Tí er tað eisini sera stuttligt, at tað er hann, sum fær heiðursmerki í landavegskoyringini. Nú hevur hann endiliga víst á oyggjaleikum, at hann hevur klassa. Vit hava jú vitað tað allatíðina, men [...] tað, ein fer eftir, segði Jens Glerup, sum saman við Esmari Joensen og eykamanninum Christiani Guttesen royndi at fylgja við, so frægt sum hann kundi, meðan kappingin var. Tað var eitt sindur trupult, tí [...] mettur at vera betri í endaspurti enn Rógvi. Spældu síni kort rætt Tá vit prátaðu við Jens, hevði hann enn ikki veruliga fingið tosað við súkklararnar, men eftir hvat frættist, høvdu teir hildið seg til
at fáa gongd á nýggjar vinnur í Føroyum. Men hann spurdi, hví tað skuldi vera neyðugt í alivinnuni, har føroyingar sjálvir høvdu fingið tað at bera til. Hann meinti eisini, at tað var mangan bara ein spurningur [...] t tóku undir við Finnboga Arge vóru hansara egnu partamenn í Fólkaflokkinum. Tó helt Jákup Suni Joensen, at málið var nakað illa lýst. Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, helt, at størsti [...] fóru at selja burturav okkara fiskirættindum. Men tað var tað ikki talan um í hesum sambandi. Tó helt hann, at tað var umráðandi, at vit tryggjaðu okkum, at tann útlendski kapitalurin, sum kom í alivinnuna
verið aftur á vøllinum, men hann er ikki førur fyri at spæla enn. Hjá B71 verður sama fólkið við hesaferð, sum í Gøtu seinast. Jóan Petur Clementsen kemur afturat, eftir at hann sat leikbann av sær seinast [...] Bjarni Prior hevur leikbann, eftir ov nógv gul kort, og Albert Ari Thomassen verður ikki við hesaferð. Hann er farin til Danmark, og kemur ikki heim aftur fyrr enn næsta vikuskiftið, tá botnbrakið móti B71 [...] skránni. Hjá HB eru allir spælarar tøkir til dystin. Mikkajl Thomassen hevði leikbann seinast, men hann verður eisini við hesaferð. Í fjør vann HB 4-2 á FS Vágum í Havn, og fyrraárið endaði við javnleiki