Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
-----
Ein gamal politiskur telvari hevur leikt ein snildan leik
Gamli formaðurin í Javnaðarflokkinum var farna vikuskifti úti við boðskapinum um, at nú er neyðugt við blokkpolitikki í Føroyum.
Ítøkiliga heitir Jóannes Eidesgaard á verandi leiðara í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, um at skipa ein "reyðan blokk".
Endamálið er at fáa til vega ein "vinstravendan politikk", sum hann tekur til í áhugaverdari og væl skrivaðari tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið.
Reyðar lampur blunka
Flestu munnu vera samd um, at neyðugt er at broyta høgravíðgongda politikkinum hjá ABDH-samgonguni. M.a. skattingin av pensjónum við útgjald er millum átøkini hjá samgonguni, ið vóru betur ógjørd.
Hinvegin eiga reyðar ávaringarlampur at blunka, nú gamli javnaðarformaðurin mælir til eitt reytt kabinett.
Man veruleikin ikki vera, at Jóannes Eidesgaard vil para Javnaðarflokkin og Tjóðveldi fyri at fáa eitt loysingarkabinett?
Varð settur uttanfyri
Flestu munnu minnast, hvussu táverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum afturi í 1998 ferð eftir ferð royndi at koma upp í fullveldissamgonguna.
Javnaðarflokkurin varð tó settur uttanfyri, og tað hevur gamli formaðurin neyvan gloymt.
Legg til merkis, at CHE-landsstýrið undir leiðslu Jóannes Eidesgaards vildi skerja ríkisveitingina við 117 mió. kr. afturat - og kasta tilsvarandi av vælferð yvir borð.
Sama landsstýrið undir somu leiðslu vildi - nakrar fáar vikur áðrenn heimsfevnandi búskaparkreppan brast á - yvirtaka fíggjareftirlitið og fíggjarøkið, sum var bolverkið hjá føroyingum, tá ið bankar kring verðina, herundir Eik-samtakið, fullu sum dominobrikkar.
Eidesgaard skrivar, at Javaðarflokkurin má ikki vera ov smásárur í ríkisrættarliga málinum, tá flokkurin fer í "reyða kabinettið" saman við Tjóðveldi. Tað má væl merkja, at loysingarpolitikkurin í CHE-samgonguni í øllum førum skal halda fram.
Vælferð ella loysing - ikki bæði
Tað verður einki minni enn ein vanlukka, um Javnaðarflokkurin letur Tjóðveldi koma úr andstøðukuldanum í eitt "reytt kabinett".
Tað er ein søgulig sannroynd, at man fær ikki bæði loysing og vælferð. Man má velja annað av hesum. Kenni eg javnaðarfólk rætt, velja tey vælferð fram um loysing.
Tó er áhugavert at síggja, at gamli formaðurin í Javnaðarflokkinum framvegis telvar.