Tað var stórt vónbrot hjá Trygva Mortensen og hansara monnum, tá ið NSÍ fyri viku síðani fór úr Gundadali við 3-0 tapi ímóti B36. Serliga eftir steðgin, tá ið B36 økti til 2-0 og 3-0, og NSÍ var undirmannað, tí Jens Joensen varð vístur av vølli, gekk tað av skriðuni hjá NSÍ:
-Vit ætlaðu okkum at vinna stig í Gundadali, so vit eru als ikki nøgdir við avrikið, sigur Klæmint A. Olsen.
Í fjør vórðu teir í NSÍ aftur og aftur mintir á, at teir ikki megnaðu at vinna ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu. Tá eydnaðist tað fram ímóti kappingarenda eisini at vinna ímóti øðrum. Soleiðis ætla teir í NSÍ ikki, at tað skal verða í ár:
-Í Gundadali var 2. hálvleikur ikki góður, og tað skal ikki endurtaka seg ímóti ÍF, sigur Klæmint A. Olsen, liðformaður hjá NSÍ.
Tað fara fleiri av bestu málskjúttunum í landinum á vøllinum við Løkin í dag. Klæmint er toppskjútti í ár, soleiðis sum hann var tað bæði í fjør og í fyrraárið. Í ÍF álopinum er Adeshina Lawal eftir leikbann tvær tær seinastu ferðirnar, og tað er møguleiki fyri, at Aleksandar Jovevic bæði fer at hava Lawal og Clayton Soares millum teir fyrstu ellivu.
Síðani 2008 hava bæði NSÍ og ÍF verið í bestu deildini. Tey hava síðani tá dystast ellivu ferðir við Løkin, og tað plagar at vera undirhaldandi og málríkt. Undantakið var annar dysturin í 2010, tá ið tað endaði málleyst. Í hinum tíggju dystunum eru í miðal skorað 4,1 mál.
Í ÍF ætla teir sær at leggja betri fyri, enn teir gjørdu fyri viku síðani í Streymnesi:
-Karl Løkin og Nenad Saric eru eisini tøkir, so tað er kapping um plássini. Týdningarmikið er tað, at vit frá dystarbyrjan vísa betri hugburð, enn vit gjørdu í 1. hálvleiki ímóti EB/Streymi, tá ið vit ongar returbóltar vunnu. Tað var frægari eftir steðgin, sigur Dánjal á Lakjuni hjá ÍF. Fuglfirðingar eru svangir eftir at vinna. Hóast teir ikki hava tapt enn, so eru teir á sjeynda plássi:
-Tað flytur okkum ikki so nógv, tá ið úrslitini higartil hava verið tríggir javnleikir, sigur ÍF spælarin.
NSÍ-ÍF: Petur Reinert klokkan 15.00.