“Gjøgnum alt” - við Victor Carlsen

Útgevarin heldur, at úrslitið er vorðið tað, sum hann vildi hava fram við fløguútgávuni.

Tað eru nú fimm ár, síðan fyrra instrumentala fløgan við heitinum “Dreymur og veruleiki” hjá Victor Carlsen kom út, og nú kemur so ein nýggj fløga á marknaðin.

 

Nýggja fløgan hevur fingið heitið "Gjøgnum alt”.

 

- Eg vil við útgávuni vísa á, at gjøgnum sera broyttar lívsumstøður seinastu árini er Harrin kortini trúgvur, og sjálvur havi eg varðveitt trúnna, álitið og árræðið.

 

Victor Carlsen vísir á, at áhugi og innlit í andaliga tónleikin gjøgnum árini hevur ført til, at innihaldið í hesi útgávuni ber brá av Guds trúfesti og umsorgan.

 

- Vælkendi amerikanski sangarin og ikki minst klavertónleikarin Jimmy Swaggart hevur alla tíðina verið ein fyrimynd í klaverspæli hjá mær, og tað var í hesum anda, at leitað varð til býin Baton Rouge í statinum Louisiana í USA, har Jimmy hevur sítt samkomu-og andaliga virksemi annars.

 

Victor vísir á, at ein av trúgvu tónleikarum hansara seinastu 30 árini er vælkendi Mark Coleman, sum í dag rekur tvey ymisk studio, annað í býnum Navarre í Florida og hitt í Baton Roug.

 

- Bæði tónleikarar og sangarar á hesi fløguni hava sítt dagliga arbeiði  hjá Jimmy Swaggart. Høvuðsupptøkurnar vórðu gjørdar 26. og 27. september í ár, og er tilfarið síðan gjøgnumarbeitt við øðrum ljóðførum og kóringum.

 

Útgevarin heldur, at úrslitið veruliga er vorðið tað, sum hann vildi hava fram við útgávuni.

 

- Mett varð, at neyðugt var við nøkrum tillagingum við tónleikinum. Fyri at fáa eina vakra, samanhangandi ljóðmynd, hava hesi eisini spælt við, Súsanna Joensen, tvørfloytur, Mikkjal Hvannastein, guitalele og el-guitar, umframt Petur Bærentsen, mandolin.

 

Victor heldur, at útvalið á nýggju fløguni er rættiliga væl blandað. Her eru bæði uppruna føroyskir, enskir/ amerikanskir og norðurlendskir sangir.

 

- Sangir sum "Eg elski tær bløðandi hendur”, sum Petur W. Háberg og Sunneva Háberg skrivaðu, og ikki minst sangurin "Tá kvøldið kemur” hjá Nicolinu Jakobsen av Kamarinum eru tiknir við fyri at vísa flølbroytnið við úrvalinum.

 

Victor Carlsen sigur, at tilsamans 10 løg eru á fløguni, og almenni útgávudagurin er settur at verða mánadagin 8. desember, tá fløgan verður at fáa á øllum vanligum sølustøðum kring landið.