Vestmenningur bjóðar av

Drekin Reyði hevur verið einaráðandi í ár, men á Fjarðastevnu legst Vestmenningur afturat tíggjumannafarsflotanum. Kann hann geva Drekanum Reyða kapping?

Drekin Reyði hevur verið einaráðandi í ár. Eingin bátur hevur hótt Drekan Reyða, um vit hyggja burtur frá Norðoyastevnu. Tá fekk Drekin Reyði kapping frá Klaksvíkingi, sum væntandi rør seinni í róðrarárinum. Leygardagin verður Fjarðastevna í Vestmanna, og tá ætlar manningin á Vestmenningi at bjóða hinum tíggjumannaførunum av.

 

Vermund Vestergaard, sum rør við Vestmenningi leygardagin metir, at tað verður ein stór avbjóðing at taka Drekan Reyða leygardagin.

 

- Vit ætla fyrst og fremst at rógva ein góðan róður. Um vit megna at fáa silvur ella bronsu, eru vit meira enn nøgdir. Tað verður torført, tí vit eru als ikki í venjing, og tað eru hinar manningarnar.

 

Vermund sigur, at tað upprunaliga var ætlanin at manna Vestmenning til Fjarðastevnuna. Nú er avgerð tó tikin um at rógva á teimum trimum stevnunum, ið eru eftir av róðrarárinum. Fyrireikingin til Fjarðastevnuna byrjaði fyri trimum vikum síðani. 

 

- Vit byrjaðu at venja fyri trimum vikum síðani, og síðani hava vit vant 2-3 ferðir um vikuna. Venjingin hevur gingið væl, men ryggurin og búkurin er als ikki í tí venjing, sum hann eigur at vera. Vit hava verið eymir í kroppinum aftaná nærum hvørja venjing, tí langt hevur verið millum venjingarnar. Tí hava vit vant 3-4 ferðir seinastu vikuna, og nú eru vit betur fyri,

 

greiðir Vermund Vestergaard frá í einum skemtiligum tóna. Manningin á Vestmenningi er sum heild ein roynd manning, og nærum allir hava róð við Vestmenningi áður.

Tað eru tó heili fjúrtan ár síðani, at báturin var Føroyameistari. Tveir, ið rógva leygardagin, vóru við hesari manning. Í Vestmanna royna tey av øllum alvi at manna bátin hvørt ár, tí Vestmenningur er eitt søguligt tíggjumannafar í tíggjumannafarshøpi.Seks ferðir hevur eyðkenda grøna drekastevnið verið Føroyameistari síðan 1973, tá ið skipaða FM-kappingin varð tikin í nýtslu. Bert Eysturoyingur og Havnarbáturin hava vunnið FM-kappingina oftari enn Vestmenningur. Nólsoyingur hevur somuleiðis verið Føroyameistari seks ferðir. Tað verður tó ikki í ár, at Vestmenningurin verður Føroyameistari. Tó er møguleikin fyri at arga Drekan Reyða og hinar bátarnar til staðar.  

 

Teir, ið manna Vestmenning, eru:

 

Niels Andreassen, John Martin Andreassen, Jóhannus Johannesen, Jógvan Egholm, Eyðálvur í Dávastovu, Johnny Joensen, Bjartur Tórhalsson, John Zachariassen, Bárður Klein, Tummas Olsen og Vermund Vestergaard.