møguleikan at dusa sær í vatninum. Av týdningi er tað, at børn longu frá allarfyrstu byrjan fáa møguleika at venja seg við vatnið. Hesin møguleikin er gyltur, so vónandi fáa enn fleiri foreldur hug at taka lut [...] svimjing. Stórt spell er tað tó, at hylurin ikki verður brúktur meira. Bert tværreisur um vikuna hava Sandoyingar høvi at svimja. Tað er og hevur eisini altíð verið ein trupulleiki at fáa skipað viðurskiftini [...] ikki ynskiligt, men eitt krav, at myndugleikarnir á staðnum fingu hesi viðurskifti í rættlag, soleiðis at greiðar reglur valdaðu á hesum øki. Eitt minstakrav má verða, at tann, ið stendur fyri svimjingini
rættiliga vóru komnir í gongd, var at avmarka tíðindaflutningin til ein hálvan tíma. Vit vóru ikki nóg kritiskir til at sálda frá. - Tá ið høvdu prógvað, at tað bar til uttan at seta 70 fólk til uppgávuna, fánaðu [...] kom heim um kvøldið 25. mai eftir, at fyrsta Dagur og vika hevði verið í luftini, fór telefonin at kima og hon kimaði uttan íhald út á náttina. Og øll vóru nøgd og glað, sigur Finnbogi Ísakson, ið var fyrsti [...] Finnboga Ísakson at gera eina føroyska tíðindasending. - Donsku tíðindasendingarnar vórðu tá endursendar í føroyska sjónvarpinum, við hvørt fleiri í senn. Sjónvarpsstjórin tók tá avgerð um, at vit skuldu hava
eisini, at hetta er dømi um, at kreppan, sum lemmatrolararnir siga seg vera í, ikki er verulig. Mugu kanska avmarka Formaðurin í vinnunevndini sigur, at tilsamans heldur hann, at tølini eru tekin um, at fi [...] politikarum at fylgja gjøllag við gongdini. Hann heldur, at enn er tað ov tíðliga at siga nakað um, antin tað verður neyðugt at seta avmarkingar í verk komandi fiskiár, hóast hann ásannar, at tølini eru [...] fiskitíð, at fiskiskapurin er versnaður so nógv og tað eigur heilt avgjørt at fáa teir reyðu lampurnar at lýsa hjá okkum politikarum. ? Tí hetta verður trupult at rætta uppaftur, so eg ivist ikki í, at 1999
ein ilt við at trúgva, at tað fór at eydnast Lárusi Robert Arason at fáa hølini og sendiútgerð til reiðar til ásetta tíð. Tá vóru bert veggirnir komnir upp. Í dag, viku seinni, er klárt at senda. Hóast [...] eisini frá, at so er. Enn er bert talan um, at tónleikur verður sendur alla tíðina. Men í dag byrja teir av álvara. Eftir klokkan 15:00 hava fólk í miðstaðarøkinum tvær útvarpsstøðir at í at velja. [...] Atlants Radio hevur longu verið at hoyra í nakrar dagar. Men í dag klokkan 15:00 verður veruligt hol sett á sendiskránna. Í vikuni hava teir arbeitt dag og nátt, fyri at fáa hølini liðug. Útgerðin er sett
møguleiki er fyri, at eitt virkisfúst og fjøltáttað vinnulív verður alt fram. Men vit eiga sum pinkusamfelag eisini at gera okkum greitt, hvørjar vinnur vit fara at dúa uppá framyvir. Mett verður, at stutt er til [...] Niðurstøðan er, at øll tekin benda á ein vøkstur, ið tó er tengdur at eini høvuðsvinnu, ið búskaparliga er sera skiftandi. Innan pelagisku vinnuna verður ein vøkstur staðfestur, tó at felagið vísir á [...] i verður sagt, at bíðað hevur verið eftir einari føroyskari útbjóðingarrundu. Seinkingin verður ikki mett at vera týdningarmikil, tí oljuprísirnir hava verið met lágir. Mett verður, at vit her eru við
er um at ver-a farin so at tað í dag tykist at vera longri ímillum ættarliðini enn tað var fyrr. ? Nú er tað so, at tey eldru koma oftast at sita einsam øll og hartil mangan støk eisini av tí at annar [...] av teimum koma at sita einsamøll, uttan stórvegis møguleikar at koma saman við øðrum - ikki minst um heilsan er farin at bila. Hann helt, at hendan støðan átti at givið politikarum nakað at hugsa um, bæði [...] økinum. ? Hann segði, at nú tykist tann gamla tíðin at vera farin, tá ið tað vanliga var so, at eitt av børnunum giftust inn og soleiðis vóru tey yngru um tey eldru, so at tey ikki komu at sita einsamøll.
ella sagt, sum fær meg at halda, at tær standa aftan fyri mannligu prestarnar. Tvørtur ímóti. Eg veit ikki, hví nakar heldur seg hava betri samband við Várharra enn nakar annar, og at hava einarætt uppá [...] nøkrum rætt at brúka egnu sjónarmiðini ímóti øðrum. Landið verður rikið eftir lógum og fyriskipanum. Tulkingarnar eru nógvar og ymiskar. Tað ber ikki til at grundgeva og tulka Bíbliuna soleiðis, at viðkomandi [...] kann vera við til at styggja konufólk úr kirkjuni. Og tað er spell. Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, men hetta stríðið er sum tikið úr fornøldini. Ófatuligt, at nakar enn skal halda, at kvinnur ikki eins
tosað við, als ikki ætla sær at flyta inn í nakað sambýli. Tey ynskja at verða verandi heima. At enda sigur Jógvan Gregersen, bygdaráðsformaður, at kommunan ikki ætlar sær at gloyma tey gomlu. Kommunan er [...] Kommunan er í løtuni í ferð við at skipa ein eldrapolitikk. Vit hava avgjørt at leggja hann væl til rættis, og ætla tískil ikki at leypa framav við fyribilsloysnum. Tað er eins dýrt at umbyggja gamla studentaskúlan [...] spurninginum. Tey ynskja at fáa eitt sambýli her og nú, í staðin fyri, at allir møguleikar verða kannaðir, so tann besta loysnin kann finnast. Harafturat vísir bygdaráðsformaðurin á, at fleiri av teimum eldru
Orsøkin til, at hann mótmælir bispi er, at hann stuðlar teirri áskoðan, at Olofson eigur at fáa fult ræði á øllum kirkjunum í prestagjaldi sínum í hámessutíðini. Elsa Funding leggur afturat, at hon nakrar [...] Olofson fór Spurd, hvat hon heldur, at stríðið innan føroysku kirkjuna fer at hava við sær, svarar Elsa Funding, at tað torir hon ikki at meta um. Men hon heldur, at tað besta, ið eftir hennara tykki kundi [...] Funding sigur at enda, at hon als ikki stúrir fyri at fara undir aftur prestastarvið, hóast nógv leikar á. Men hettar er norðanfjørðs. Nýggi »gamli« Suðuroyarpresturin gleðir seg til at koma til Vágs,
Mortensen í Vági sigur, at tað átti at givið eitt breiðari grundarlag til komandi kappingarár, at VB hevur bæði 1. deild og 2. deild og vann FM í bólkinum hjá gentum 16 ár. Hann sigur, at størsta avbjóðingin [...] n hjá hondbóltinum í Vági verður at fáa ein venjara uttaneftir, sum kann geva nýggjan íblástur, helst ein spælandi venjara. Tað hevur víst seg at vera sera trupult at fáa føroyska venjara og vágbingar [...] Men ikki fyrrenn í ár eydnaðist tað gentur 16 liðnum hjá VB at verða føroyameistari í Hondbólti. Longu tá ið tær spældu gentur 14 ár sást, at dygdirnar til eitt FM heiti vóru til staðar, men tað manglaði