? Kommunan er í løtuni í ferð við at skipa ein eldrapolitikk. Vit hava avgjørt at leggja hann væl til rættis, og ætla tískil ikki at leypa framav við fyribilsloysnum. Tað er eins dýrt at umbyggja gamla studentaskúlan til eldrasambýli, sum tað er at byggja nýggja røk tingarstovn til tey eldru, og hartil hevði hetta bert verið ein fyribils loysn. Tískil hava vit avgjørt at gera gamla studentaskúlan til barnagarð, og samstundis hava vit sett hálva millión av til eldrarøkt, sigur bygdaráðsformaðurin, Jógvan Gregersen.
Eisini vísir hann á, at tey eldru bert nýta gamla studentaskúlan fýra tímar um vikuna, meðan barnagarðurin hevði nýtt hann fulla tíð.
Avtalu við Runavík
Sum er, hevur Gøtu kommuna avtalu við Runavíkar kommunu um røktarheimið har. Gøtu kommuna rindar fyri, at gomul í Gøtu kunnu vera á røktarheiminum í Runavík. Men hetta halda tey gomlu í Gøtu ikki vera nøktandi.
? Vit hava eitt fíggjarligt býti við Runavíkar kommunu um røktarheimið har, so okkara eldru eisini hava møguleika at fáa pláss á røktarheiminum í Runavík. Byggja vit eitt eldrasambýli í Gøtu, so gerst beinan vegin talan um eitt røktarheim, tí tað eru bert tey, ið als ikki klára seg sjálvi, ið ynskja at flyta inn í eitt eldrasambýli, sigur Jógvan Gregersen og leggur afturat, at fyrst og fremst má greiða fáast á røktarspurninginum, áðrenn farið verður undir at byggja eitt eldrasambýli, ið skal virka sum eitt eldrasambýli og ikki sum ein røktarstovnur.
Leypa framav
Bygdaráðsformaðurin í Gøtu kommunu sigur seg halda, at øll tey eldru ikki eru á einum máli, tá tosað verður um viðurskiftini hjá dagtilhaldinum og einum møguligum eldrasambýli. Hann sigur, at talan er um ein ávísan áhugabólk innan tey eldru í Gøtu, sum leypir fram av í hesum spurninginum. Tey ynskja at fáa eitt sambýli her og nú, í staðin fyri, at allir møguleikar verða kannaðir, so tann besta loysnin kann finnast.
Harafturat vísir bygdaráðsformaðurin á, at fleiri av teimum eldru, hann hevur tosað við, als ikki ætla sær at flyta inn í nakað sambýli. Tey ynskja at verða verandi heima.
At enda sigur Jógvan Gregersen, bygdaráðsformaður, at kommunan ikki ætlar sær at gloyma tey gomlu. Kommunan er í løtuni í ferð við at leggja ein eldrapolitikk til rættis, ið skal koma teimum eldru til gagns.