Í dag byrjar Atlantic Radio at senda

Fyri viku síðani vóru einastu pláturnar, ið vóru í hølunum hjá Atlantic Radio, veggpláturnar, ið myndaðu veggir og rúm. Einki var at hoyra. Bert larmurin frá handverkarum.

Men teir hava arbeitt dag og nátt. Í dag er sendirúmið liðugt og Atlantic Radio hevur longu sent nakrar dagar á FM 101,5 Mhz

Fyri viku síðani hevði ein ilt við at trúgva, at tað fór at eydnast Lárusi Robert Arason at fáa hølini og sendiútgerð til reiðar til ásetta tíð. Tá vóru bert veggirnir komnir upp.

Í dag, viku seinni, er klárt at senda. Hóast øll rúmini ikki eru klár, so er sendirúmið liðugt og Atlants Radio hevur longu verið at hoyra í nakrar dagar.

Men í dag klokkan 15:00 verður veruligt hol sett á sendiskránna. Í vikuni hava teir arbeitt dag og nátt, fyri at fáa hølini liðug. Útgerðin er sett upp og snøgga sendirúmið byrjar at líkjast slíkum rúmi. Í einum horni stendur ein fløguspælari og spælir og sendarin stendur millum tilfar og amboð. Men hann lýsir og blinkar, so eingin ivast í, at her verður sent. Eitt radio á borðinum boðar eisini frá, at so er.

Enn er bert talan um, at tónleikur verður sendur alla tíðina. Men í dag byrja teir av álvara. Eftir klokkan 15:00 hava fólk í miðstaðarøkinum tvær útvarpsstøðir at í at velja.